Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-25, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. februar 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 39 - 25. februar 2009 Karin Schilling, sum er leiðari av feriumiðstøðini, Weisenhauser Strand vónar at síggja føroysk ferðafólk á staðnum. Børge Moxfeldt frá Smyril Line í Kiel vónar, at talið av týskum ferðafólkum, sum vilja sleppa til ìslands og Føroya heldur sær Ferðamál Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Sum eitt alternativ fer Smyril Line at royna at selja ferðir til føroyingar til Weisenhauser Strand í Norður-Týsklandi. Stóra feriumiðstøðin í Weisen- hauser Strand liggur norð- anfyri Lubeck, og eystanfyri Kiel. Leiðarin av feriu- miðstøðini í Weisenhauser Strand heldur, at staðið hevur nakað at bjóða føroyskum ferðafólkum: - Vit hava eina stóra viftu av ítróttaraktivitetum á einum ítróttarøki, har fólk kunnu spæla tennis, badminton, squash o.o. spøl. Vit hava eisini eitt subtropiskt baði- land innandura, har tað t.d. nú eru 30 hitastig, og tað ber til at svimja. Vit kunnu eisini bjóða minigolf, og um veturin kunnu vit bjóða minigolf innandura. Weisenhauser Strand kann eisini bjóða 7 ymiskar mat- stovur, bæði italskar mat- stovur, týskar matstovur og bistro. Náttúrana kring økið metir Karin Schilling eisini at verða framúr: - Vit hava mølheyggjarnar beint við, og eitt strandarøki uppá 3 kilometrar við góðum, hvítum strondum. Talan er um eitt veruligt náttúruøkið, tí nærmasti landsbýurin er 5 kilometrar frá økinum. Tað ber eisini til at leiga súkklur á staðnum. Best at bíleggja í góðari tíð Hásesongin er í juli og august, men staðið er eisini rættiliga væl umtókt í februar, og tá vit vóru á Weisenhauser Strand hálvan februar, vóru 70% av køm- urunum og íbúðunum í umsetningi. Feriumiðstøðin hevur 1.000 íbúðir og 180 hotelkømur, men føroyingar sum vilja uppliva Weisen- hauser Strand í háárstíðini, gera best í at bíleggja sær pláss skjótast til ber. – Tað er nógv fólk, sum ganga aftur her, og tí er alneyðugt at bíleggja sær kømur ella íbúð í góðari tíð. Weisen- hauser Strand liggur bert 60 kilometrar frá tí søguliga býnum Lubeck, sum er ein hin vakrasti býurin í Týsklandi, og hevur sera nógv søgulig støð ein kann vitja. Vestanfyri liggja Kiel, sum er 50 kilometrar frá Weisenhauser Strand og Hamburg, sum liggur 120 kilometrar frá feriumið- støðini. Kiel og Hamburg kunnu ikki bjóð tað sama, sum Lubeck, tá tað kemur til tað søguliga, men býirnir kunnu bjóða tað pulserandi lívið, sum stórbýir kunnu bjóða. – danskarar og svenskarar trívist her á Weisenhauser Strand, og ivist eg ikki í, at føroyingar høvdu trivist her. Sigur Karin Schilling at enda. Náttúran dregur Í Kiel hitta vit leiðaran hjá Smyril Line í Týsklandi, sum eitur Børge Moxfeldt. Børge heldur, at vánirnar at fáa týsk ferðafólk við Norr- ønu til Ìslands og Føroyar eru ikki heilt sørar. – Sum støðan er kring Heimin, so vænti eg ikki eitt lætt ár hjá okkum. Men eg merki ein vaksandi áhuga fyri Før- oyum og Ìslandi í Týsklandi. Og her á skrivstovuni í Kiel eru vit rættiliga optimistisk, at tað fer at eydnast okkum at framala nøkur góð hagtøl fyri 2009. Spurdur um hvat dregur týskarar til Føroya og Íslands, svarar Børge: - Um vit taka Føroyar, so er tað í høvuðsheitum orsaka av náttúruni. Føroyar eru eitt ógvuliga serstakt stað í Europa. Fólki dámar at fara til Føroya, fyri at síggja eina heilt øðrvísi náttúru, og fyri at kunna fiska. Um vit taka Ísland, so er tað heilt einfalt soleiðis, at tú finnur ikki eitt slíkt stað í øllum Europa. Har finnur týski ferðamaðurin jøklar og fossar, geysir, heitar keld- ur, og tað sum hevur sam- band við eldgosini. Børge heldur avgjørt, at tað fer at hjálpa, at Norrøna ein stóran part av árinum fer at leggja at í Esbjerg, tí tað styttir munandi um teinin úr Týsklandi. Munurin er heilar 200 kilometrar. Innsløg í morgin Í morgin verður ein serligur ”Morgunroði” á Rás2, har lurtarin fær høvið at hoyra prát, sum vóru gjørd á einum fjølmiðlatúri í Týsklandi og Danmark fyri stuttum. Eisini koma Berghild Jacobsen og Jákup Sverri Kass í Rásarúmið at greiða frá tilboðunum, sum Smyril Line hevur. Í morgin byrjar eisini eitt serligt átak hjá Smyril Line á torginum í SMS, sum varar til leygardagin. Týskarar til Føroya og føroyingar til Týsklands Karin Schilling, leiðari fyri feriumiðstøðina í Weisenhaüser Strand Børge Moxfeldt, leiðari fyri Smyril Line í Týsklandi Heldur fleiri íslendingar Tann 1. januar stóðu 319.368 fólk skrásett í íslendska fólkayvirlitinum. Fyri einum ári síðani var talið 315.459, og sostatt vaks íslendska fólkatalið 1,2 prosent í 2008. Tølini hjá hagstovuni í Reykjavík vísa, at í fjør vaks fólkatalið í øllum landslutum burtursæð frá Eysturland- inum. Har búðu 1.153 fólk færri nú á nýggjárinum enn eitt ár frammanundan. Í høvuðsstaðarøkinum búgva nú 201.251 fólk, og tað er 1,7 prosent fleiri enn fyri einum ári síðani. Tað merkir, at ella 63 prosent av øllum íslend- ingum búgva nú í Reykjavík og har um vegir. Misvísandi frágreiðing um grønlendsk børn Ein frágreiðing, sum grønlendska heimastýrið hevur skrivað um støðuna hjá grønlendskum børnum, og sum er send barna- nevndini hjá ST, er nú fyri hvøssum atfinningum. Line Fred- eriksen í felagsskapinum Bedre Børneliv sigur við KNR, at frágreiðing er misvísandi og sigur ikki sannleikan. Eitt nú vísir hon á, at frágreiðingin sigur eiski um, at sætta hvørt barn í Grønlandi fær ov lítið at eta. Felagsskapurin Red Barnet tekur undir við atfinningunum.