Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-26, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. februar 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 40 - 26. februar 2009 Dramaverkstaðið hevur skrivað út kapping um at skriva leikrit til barnaleik. Vinnast kunnu 15.000 krónur Sjónleikur Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo Dramaverkstaðið eftirlýsir nýggjum handritum til barnaleikir, og hevur tí skrivað út eina leikrita­ kapping. Ætlanin við leikritinum er, at fáa fleiri leikir til vega, ið skulu kunna spælast av børnum og barnsligum sálum. Øll kunnu luttaka í kappingini, roynd sum óroynd, verður sagt í tíðindaskrivi. Mál­ bólkurin, skrivast skal til, er børn millum 8­12 ár. Talan skal vera um leikrit, og ikki søgu ella yrking, og vegleiðandi longdin á leikritinum sigur, at leikurin skal halda seg til millum 15­30 minuttir. Freistin at lata inn leikrit er 15. juni, og í september verður vinnarin kosin. Í skrivi siga fyrireikararnir, at dómsnevndin, ið verður vald av Dramaverkstaðnum, og samansett av fakfólki innan leiklist, tilskilar sær rættin til ongan at velja. 15.000 krónur verða latnar vinnaranum, nummar tvey fær 10.000 krónur og nummar trý 5.000 krónur. Handritini skulu sendast Dramaverkstaðnum. Eingin sjúkrarøktar­ stjóri hevur seinastu tíðina verið á Lands­ sjúkrahúsinum. Ivamál hevur verið um starvið skal setast aftur, men nú er avgerð tikin um at søkja eftir nýggjum stjóra HeilSumál Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo Tað er ein mánaði síðan at sjúkrarøktarstjórin, Lisbeth Lykke Bruun, gavst. Eftir sjey mánaðir í starvinum, segði hon upp av persónlig­ um orsøkum. Hon fór stutt eftir, og síðan hevur eingin sjúkrarøktarstjóri rikið starvið. Í gjár varpaði blaðið ljós á trupulleikan, har for­ kvinnan í Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Vár í Gong, undraðist á, at Landssjúkrahúsið ikki hev­ ur lýst eftir nýggjum sjúkrarøktarstjóra. Eingin viðmerking fekst í gjár frá Landssjúkrahúsinum ella Heilsumálaráðnum. Í dag sigur Allan Skaalum, sjúkrahússtjóri, at leiðslan seinastu tíðina hevur vigað fyri og í móti, um starvið skal setast aftur. ­ Vit hava seinastu tíðina diskuterað, um hetta starvið skal setast aftur. Nú hava vit so avgjørt, at seta nýggj­ an stjóra. Spurningurin er bara hvussu. Um vit skulu royna at finna fólk innan­ hýsis, ella um vit skulu í holt við at lýsa eftir stjóra, sigur Allan Skaalum. Landssjúkrahúsleiðslan hevur verið í dialogi við heilsumálaráðið um málið, og ynskið frá sjúkrahúsleið­ sluni er, at fáa starvið sett skjótast til ber. Tí eingin stjóri hevur verið í ein mánaða, og roknast kann við at tað tekur eina løtu at finna ein nýggjan. ­ Absolutt er tað harmiligt, at eingin sjúkrarøktarstjóri er á Landssjúkrahúsinum. Vit hava verið noydd til at leggja uppgávurnar á aðrar leiðarar og sjúkrarøktar­ frøðingar hetta tíðarskeiðið. Tí ynskja vit at seta ein nýggjan sjúkrarøktarstjóra skjótast gjørligt, sigur sjúkrahússtjórin, Allan Skaalum. Leikritakapping til børn Sjúkrasystrar fáa stjóra Nýggja havnin á Oyrareingjum er klár at taka í nýtslu. Leygardagin verður móttøka fyri nýggju havnini Klokkan 13.00 leygardagin verður hátíðarhald við nýggju havnina á Oyra­ reingjum, í samband við at havnin alment verður tikin í brúk. Havnar Hornorkestur fer at spæla, og formaðurin í havnanevndini, Jákup Símun Simonsen, fer at flyta fram røðu, og saman við borgarstjóranum, Heðin Mortensen, verður snórurin kliptur. Arbeiðið við havnini á Oyrareingjum hevur tikið tvey ár, og kostar havnin 63 milliónir. Atløgusíðan á Oyrareingjum er 150 metrar, og dýpið framvið bryggjuni er 12 metrar. Stóra havnaøkið skal brúkast at seta bingjur á, og har til hevur havnin eina rampu, ætlaðum skipum sum Norrøna, og kunnu skip á hesi stødd tí leggja at á Oyrareingjum. Bingjuhavnin klár Eingin sjúkrøktarstjóri hevur verið á Landssjúkrahúsinum í ein mánaða, og eingin tekur yvir 1. mars. Allan Skaalum, sjúkrahússtjóri, lovar kortini sjúkrasystrunum nýggjan stjóra Savnsmynd Íslendski forsætisráðharrin heilsar Javnaðarflokkinum Jóhanna Sigurðardóttir, nýtti forsætisráðharri Íslands, hevur skrivað føroyska bróðirflokki­ num, Javnaðarflokkinum, takkarskriv: »Inniliga takki eg tykkum og Javnaðarflokkinum fyri góð ynski í sambandi við at nýggj ríkisstjórn kom til, og eg tók við forsætisráðharraembætinu m. Samfylkingin leggur stóran dent á samanhald, samráð og samstarv millum norðurlendskar javnaðarflokkar, og vit vita eisini av royndum, at vit kunnu fáa nógv frá hondini í felag. Tað fløvar at fáa góðar kvøður frá Javnaðarflokkinum í framhaldi av tí serstöku vinargerð, sum lánið frá føroyingum, eftir at íslendska fíggjarkervið rapaði, er. Tað verður ikki gloymt. Tjóðirnar báðar hava serstøk ættarbond, sum týdningarmikið er at varðveita og styrkja í teimum ringu tíðum, sum eftir öllum at døma eru fyri framman.« Leygardagin verður MATINÉ í Havnar Kirkju Tað eru musikkskúlalærarar og ­næmingar, sum fara at spæla. Lærarar og næmingar spæla í blásarasekstet har tvær klarinettir, tvey horn og tvær fagotttir spæla saman. Hettar er ein sera vælljóðandi samanseting av blásaraljóðførum og sera áhugavert verður tað at hoyra tey spæla tónleik, komponeraður av Weber og Mozart. Eisini verður tónleikur fyri floytu og guitar og klaver solo. Tey fyrru spæla tónleik av Marcello og klaver­ tónleikurin er av Beethoven. ­ Ein sera fjølbroytt og hugalig skrá, sum vónandi nógv fólk vilja koma oman í Havnar Kirkju leygarmorgunin kl 11:30 at hoyra, siga fyrireikararnir.