hósdagur 26. februar 2009síða 28
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 40 - 26. februar 2009
Bretska handilsketan
Waitrose vil ikki selja
føroyskar, íslendskar
og norskar fiskavørur,
tí hesi londini veiða
hval
Handil
Árni Joensen
arni@sosialurin.fo
Í Íslandi eru 250 arbeiðs
pláss í fiskaídnaðinum í
vanda,
nú
tann
stóra,
bretska handilsketan Wait
rose hevur gjørt av gevast
við at selja íslendskar fiska
vørur í sínum handlum.
Orsøkin til avgerðina er,
at íslendska stjórnin hevur
samtykt at taka hvalaveiði
uppaftur.
Men
sambært
Morg unblaðnum
umfatar
sølubannið
ikki
einans
fiskavørur úr Íslandi, men
eisini norskar og føroyskar
fiskavørur, tí føroyingar og
norðmenn
veiða
eisini
hval.
Waitrose keypir árliga
íslendskar fiskavørur fyri
millum tríggjar og hálva
fjórðu milliard íslendskar
krónur. Millum íslendsku
virkini,
sum
hava
selt
bretsku handilsketuni fiska
vørur, er Frostfiskur ehf,
sum er í Þorlákshöfn á Suð
urlandinum. Stjórin á virk
inum, Steingrímur Leifs
sonm, sigur við Morgun
blaðið, at tey hava selt
bretsku handilsketuni vørur
fyri umleið eina milliard ís
lendskar krónur um árið.
Umleið 250 arbeiðspláss,
sum eru beinleiðis ella
óbein leiðis knýtt at fram
leiðsluni til Waitrose, eru í
vanda, sigur Steingrímur
Leifsson. Hann hevur fing
ið bræv frá leiðsluni í Wait
rose, har handilsketan ger
vart við, at verður hvala
veiðan undir Íslandi tikin
uppaftur, gevst handilsketan
at keypa íslendskar vørur.
Umleið 100 fólk arbeiðs
á Frostfiski ehf, og stjórin
stúrir fyri, at hann má koyra
helvbtina av arbeiðs fólk in
um til hús, missir virkið
søluna til Waitrose.
Bretar boykotta
fiskvørur úr
Føroyum, Íslandi
og Noregi
Hetta er ikki væl umtókt í Bretlandi og kann kosta
íslendsk, føroysk og norsk arbeiðspláss (Mynd:
Morgunblaðið)
FAROE SEAFOOD
– EIN TRÚGVUR FELAGI
Faroe Seafood fi skar, virkar og selur eitt stórt úrval av fi skaúrdráttum.
Vit keypa ráfi sk frá skipum og bátum. Vit kunna bjóða landing á
landingarmiðstøðum okkara og selja ís til skip.
Keyp av ráfi ski, tlf. 35 55 55 ella 55 55 55.
www.faroe.com
Landingarmiðstøðir:
Kongshavn P/f, Saltangará, tlf. 77 00 80
Faroe Seafood, Vestmanna, tlf. 59 42 16
Faroe Seafood, Runavík, tlf. 59 26 25
Faroe Seafood, Vágur, tlf. 59 85 15
Faroe Seafood, Tórshavn, tlf. 59 40 16
Ísavgreiðsla:
Faroe Seafood, Vestmanna, tlf. 59 42 26
Faroe Seafood, Runavík, tlf. 59 26 26
Faroe Seafood, Vágur, tlf. 59 85 26
Faroe Seafood, Toftir, tlf. 59 27 26
Nógv tøka í viku 8
Fyrstu sílini í ár vórðu tikin í síðstu viku, tá 62.590
kilo vórðu slaktað. Somu viku vórðu heili
1.065.963,8 kilo av laksi tikin, so tilsamans
slaktaðu føroysku alararnir 1.128.553,8 kilo av
alifiski. Annars hevur ikki verið tikið so nógvur
alifiskur higartil í ár, nevniliga 5.362.332,75 kilo.
Framroknað gevur hetta eitt samlað tal av alifiski
upp á 34.500 tons, sum er nærum 4.000 tons færri
enn í fjør. Men Havbúnaðarfelagið væntar kortini
eina samlaða tøku í ár upp á umleið 50.000 tons.
Stórur áhugi fyri Saab
Átta potentiellir keyparar eru, sambært forstjóranum í Saab, Jan
Åke Jonsson, áhugaðir í at keypa fyritøkuna. Hann er bjartskygdur
um møguleikan at finna eina skjóta loysn. – Eg havi gópar vónir
um, at vit finna ein nýggjan kapitalsterkan eigara, bæði innan og
uttann fyri bilídnaðin, sigur JanÅke Jonsson við e24.se. Saab nýtir
týska stórbankan Deutsche Bank at finna nýggjan eigara.
Bilframleiðarin er ógvuliga kroystur, og hevur í fyrsta umfari fingið
tríggjar mánaðir at finna ein keypara. Talan hevur verið um, at Opel
hevur víst áhuga fyri Saab, men tað vísir forstjórin aftur. – Vit skulu
hava ein eigara, sum er fíggjarliga sterkur, sigur JanÅke Jonsson
sambært Boersen.dk