fríggjadagur 27. februar 2009síða 28
‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
[ Nr. 41 - 27. februar 2009 ]
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
Føroyski flogbólts
dómarin hevur higar
til fingið sína størstu
altjóða uppgávu. Í
juli skal hann døma
tveir European
Leaguedystir millum
Bretland og Spania.
– Hetta er eitt stórt
herðaklapp, sum eg
ikki hevði væntað at
fingið longu nú, sigur
Jan Hentze
FLOGBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Tað hevur gingið við rúk
andi ferð hjá Jan Hentze,
sum dømdi sín fyrsta al
tjóða dyst í desember 2004.
Hesi gott og væl fýra árini
hava so ofta verið boð eftir
honum, at hann í summar
fer upp um teir hálvthundrað
dystirnar sum altjóða dóm
ari.
At talan ikki bara er um
kvantitet, men eisini kvali
tet, gekk sjón fyri søgn í
fyrradagin, tá hann fekk at
vita, at hann í juli mánaði
tekur stigið heilt upp í topp
in, tí á dómaraportalinum
hjá europeiska flog bólts
sambandinum,
CEV,
sá
hann, at hann nú skal døma
sín fyrsta landsdyst ímillum
tvey landslið á hægsta
stigi.
– Eg havi sjálvandi dømt
landsdystir fyrr, tí har hava
verið onkrir vinardystir hjá
Føroyum, onkrir ung linga
dystir í NM, umframt onkrir
dystir
á
Oyggjaleikum.
Men hetta verður altso
fyrstu ferð, at eg skal døma
tveir dystir, sum eru á nógv
hægri stigi enn alt tað, eg
havi dømt áðrenn, sigur Jan
Hentze.
Talan er um tveir dystir í
European Leaguekapp ing
ini millum Bretland og
Spania, sum verða spældir í
Bretlandi vikuskiftið 10. til
12. juli. Bretland roynir at
spíla seg út og fáa bygt eitt
gott lið upp til olympisku
leikirnar í London í 2012,
meðan Spania fyri tveimum
árum síðani var nummar
fýra í EMendaspælinum
og telist millum fremstu
flog bóltstjóðir í Europa.
Kanska nummar 50
– Hetta er eitt stórt herða
klapp, sum eg ikki hevði
vænt að at fingið longu nú,
tí eg havi ikki dømt so
leingi til tað. Sjálvur hevði
eg roknað við, at eg skuldi
bíða eitt sindur enn, áðrenn
eg fór at fáa nakran dyst av
hesum slagnum, sigur før
oyski altjóða flogbólts dóm
arin.
– Eg helt sjálvur, at eg
var komin øgiliga langt, tá
eg í fjør dømdi eina av átt
andapartsfinalunum í CEV
Cupkappingini, men av
rikini hjá mær munnu hava
verið góð, tá eg nú fái hesa
avbjóðingina, sum altso er
rættiliga stór.
Jan Hentze skal døma
teir báðar dystirnar, sum
helst verða spældir í Shef
field, saman við danska
dóm aranum, Birger Christ
ensen, sum onkuntíð hevur
verið í Føroyum og dømd.
Fyrra dystin verður Jan
annardómari, men seinna
dystin verður hann fyrsti
dómari.
– Um eingin annar dystur
verður á skránni hjá mær
áðrenn hesar, verður hesin
seinni dysturin, har eg eri
fyrstidómari, mín altjóða
dystur nummar 50. Men eg
ivist í, um dagurin verður
so rundur kortini, tí helst
skal eg døma onkrar dystir
á Oyggjaleikunum á Álandi,
og kanska verður onkur
ann ar dystur áðrenn tað eis
ini, sigur Jan.
Teir báðir dystirnir mill
um Bretland og Spania eru
í European Leaguekapp
ing ini, sum er eitt slag av
steypakapping fyri landslið,
sum CEV hevur tey árini, tá
eingin EMkapping er. Fýra
tey bestu koma í eitt enda
umfar, har spælt verður um
at gerast besta liðið í Europa
tað árið.
Av teimum fýra
liðunum, sum
hava møguleika
at fáa silvur ella
bronsuheiðursmerki
í Eikliguni hjá
kvinnum, eru tað
bara ÍF og Dráttur,
sum spæla um
vikuskiftið.
FLOGBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Hóast SÍ longu hevur tikið
gullið, er framvegis stórur
spenningur eftir í kappingini
hjá flogbóltskvinnunum, tí
har eru ikki færri enn fýra
feløg, sum kappast um silv
ur og bronsuheiðurs merk
ini.
Tvey av teimum, ÍF og
Dráttur, hava sunnudagin
heimavøll ímóti ávikavist
TB og KÍF, sum eru einastu
liðini, ið ongan møguleika
hava at fáa nakað heiðurs
merki.
Bæði ÍF og Dráttur hava
spælt ein dyst færri enn
Fleyr og Mjølnir, sum tey
nú kappast við, og hartil
hevur ÍF so eisini fyrimunin
av at vera eitt stig framman
fyri Drátt, ájavnt við Mjøln
ir og bara trý stig aftan fyri
Fleyr.
Og ÍF má sigast at hava
ein lættan dyst sunnudagin,
tá TB vitjar á Kambsdali, tí
tvørakvinnur
eru
nógv
vikn aðar og eiga enn fyrsta
sigurin til góðar hetta kapp
ingarárið.
Hinvegin
krevst
helst
meira av Drátti, sum á
Gilja nesi tekur ímóti KÍF,
sum bara er tvey stig aftan
fyri og á einum góðum degi
kann geva sjálvt teimum
bestu
dygga
mótstøðu.
Kvinn urnar úr Kollafirði
hava eitt nú vunnið á meist
arunum úr SÍ!
Nógv bendir tó á, at
kvinnukappingin er upp
aftur javnari, tá hesir báðir
dystirnir sunnudagin eru
farnir aftur um bak, so enn
kann nógv henda í Eik
liguni hjá kvinnum.
Menninir frí
Hinvegin er alt longu av
gjørt í Eikliguni hjá monn
um, sum hevur frí um viku
skiftið og ikki spælir aftur
fyrr enn um eina viku, tá
seinasta
umfarið
er
á
skránni.
Har hevur ÍF longu langt
síðani vunnið føroya meist
araheitið og gullið, og fyri
viku síðani gjørdist somu
leiðis greitt, at SÍ fær silvur
og Mjølnir bronsu, meðan
menninir hjá Fleyr mugu
taka til takkar við einki
heið ursmerki at fáa hesa
ferð.
Dráttur og ÍF liggja framvið
Jan Hentze skal
døma Bretland
og Spania
Flogbóltur
Eik-ligan, kvinnur
vunnin
tapt
sett-
dystir
v
-
t
sett
sett
munur
stig
1 SÍ
17
15
-
2
48
22
26
19
2 Fleyr
16
10
-
6
35
25
10
13
3 Mjølnir
16
9
-
7
28
28
0
10
4 ÍF
15
8
-
7
30
26
4
10
5 Dráttur
15
8
-
7
33
28
5
9
6 KÍF
16
5
-
11
27
38
-11
7
7 TB
15
0
-
15
4
45
-41
0
Bæði Fleyr, Mjølnir, ÍF og Dráttur kappast um silvur- og
bronsuheiðursmerkini í Eik-liguni hjá kvinnum. Um vikuskiftið
hava ÍF og Dráttur møguleika at taka seg longur fram í hesi
kappingini
Mynd: Álvur Haraldsen
Føroyski altjóða
flogbóltsdómarin, Jan
Hentze, hevur fingið eina
stóra dómarauppgávu í
juli, tá hann skal døma
tveir manslandsdystir
millum Bretland og Spania í
European League-kappingini
Mynd: Álvur Haraldsen