Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-27, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. februar 2009síða 44

‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 41 - 27. februar 2009 44 Lýsingar til rás2: Mirjam Pætursdóttir: mirjam@ras2.fo Harald í Kolvalíð: harald@ras2.fo Eyðfinn Drewsen: eydfinn@ras2.fo Birgir W. Høgnesen: birgir@ras2.fo Tel. 35 99 99 · fax 35 99 90 lysing@ras2.fo Skráin fyri Rás 2 Bilradio (e) Leygardagin kl. 13.00 Í sendingini verður vitjað hjá Føroya Oljusølu í Hoyvík, har prátað verður við Marner við Skipá. Eisini er samrøða við stjóran í Toyota Danmark A/S, Bas Kasteel, sum var í Føroyum og vitjaði Reyni Service. Í biltíðindunum hoyra vit m.a. um at danski bilfelagsskapurin FDM fyllir 100 ár. Bas Kasteel Fríggjadagur 27. feb. 15:00 Tíðindi 15:10 Vikuskiftissending – Heri Simonsen 16:00 Tíðindi 16:05 Vikuskiftissending 17:00 Tíðindi 17:15 Tónleikur 18:30 Tíðindi (e) 18:45 Tónleikur 19:00 Morgunendursending 21:00 Tónleikasending hjá Heimamissiónini 22:00 Tónleikur 00:00 Liðugt Leygardagur 28. feb. 07:00 Tónleikur 13:00 Bilradio (e) 14:00 Vinnurasin (e) – Jan Müller leggur til rættis. 15:00 Vinstra Víkiskilda (e) 19:00 Hvonn Live 22:00 Tónleikur 00:00 Liðugt Hvonn Live Leygarkvøldið kl. 19.00 Hvonn Live bjóðar hesaferð í 25 ára føðingardag hjá Frændur. Tosað verður við Steintór, Rana og Eyðun um hendingaríku árini við Frændum, og teir fara eisini at spæla live á Hvonn. Millum sangirnar, teir spæla, eru spildurnýggir sangir. Eisini fara teir at kjakast við Óla Breckmann um protestsangir, friðargongur og politiskan tónleik. Nógv annað spennandi verður eisini á skránni Sunnudagur 1. mars 07:00 Gospel tónleikur 10:00 Úr skjáttuni (e) 11:00 Tónleikur 13:00 Á Torginum (e) 14:30 Tónleikur 20:00 Reflex (e) – Ungdómssending hjá Heimamissiónini 21:00 Kelduvaðið 22:00 Tónleikur 00:00 Liðugt Fiskimálaráðið søkir eftir ráðgeva/ fulltrúa til fiskiveiðisamráðingar og havtilfeingispolitikk. Fiskimálaráðið Fiskivinnustovan er deild í Fiskimálaráðnum. Høvuðsuppgávurnar hjá Fiskivinnustovuni eru: fiskiveiðisamráðingar • føroyskur havtilfeingispolitikkur • faklig ráðgeving í fiskivinnumálum • málsviðgerð og fyrisiting í sambandi við veiði- og fiskiloyvi • fiskiídnaðar og marknaðarviðurskifti • granskingar- og menningarpolitikkur á fiskivinnuøkinum • kunning um fiskivinnupolitisk og fiskivinnufaklig viðurskifti. Starvið Umframt at arbeiða við fiskiveiðisamráðingum við onnur lond og í millumlandafelagsskapum, verður tú eisini við til at fremja føroyskan havtilfeingispolitikk í breiðari merking. Roknast kann við nógvum fundarvirksemi uttanlands. Vit bjóða Vit bjóða eitt starv, har tú fert at loysa fjølbroyttar og fakliga mennandi uppgávur saman við starvsfeløgum, ið hava hollar royndir í ymiskum yrkisgreinum. Tú fært góðar møguleikar til at ávirka arbeiðsinnihaldið og til at skipa og menna mannagongdir. Førleikakrøv Tú hevur viðkomandi hægri útbúgving í til dømis løgfrøði, stjórnmálafrøði, samfelagsfrøði, fiskivinnufrøði ella búskap­ ar frøði. Vit leggja dent á, at tú hevur hegni at samráðast og sam skifta, og at tú hevur innlit í havtilfeingispolitikk. Tú arbeiðir við sjálvstøði og nærlagni, dugir at leggja til rættis, samstarv ar væl og virkar til lítar í einum umhvørvi, har mál kunnu hava nógvan skund. Tú hevur eisini lætt við at orða teg munnliga og skrivliga á føroyskum og enskum. Royndir á einum ella fleiri av virkisøkjunum eru ein fyri­ munur. Starvstreytir Starvsstaðurin er Fiskivinnustovan. Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og stovnar tess, umframt Løgmanskrivstov­ una og stjórnarráðini annars. Løn og setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjar málaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Flokking sum ráðgevi er treytað av førleikum og royndum sambært gald­ andi mannagongdum. Umsóknir Umsóknir við avritum av prógvum, lívsgongdarlýsing og øðrum viðkomandi skjølum vera at senda til Fiskimálaráðið, Heykavegur 6A, Postrúm 347, 110 Tórshavn ella til fisk@fisk.fo og skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 24. mars 2009 kl. 16.00. Fyrispurningar um starvið kunnu setast Andrasi Kristiansen, deildarstjóra, tel. 353241, andrask@fisk.fo. – vit siga tað bara ikki hart VIT FØRA STØRSTA FONGIN TIL LANDS