Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-27, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. februar 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 2 Nr. 41 • 27. februar 2009 umborð Rognatøka hevur verið ein afturvendandi kjakspurningur á hvørjum vári í mong ár. Teir, sum skulu taka rognini, gremja seg um, at prísurin er ov lágur í mun til stríðið, tað er at taka tey, og keyparar siga, at grundarlag er ikki fyri at lata meira. Seljarin heldur sum oftast, at hann fær ov lítið, og keyparin heldur, at hann rindar nóg mikið – og viðhvørt ov nógv. Samanbera vit heimligar avreiðingarprísir við útlendskar, og teir útlendsku stundum eru nógv betri, finna keyparar altíð onkra grundgeving fyri, at munurin er tann, hann er. Seljarin gerst ónøgdur, men hevur einki val – “take it – or leave it...” Allir taka rogn Í gjár tosaðu vit við ein útgerðar­ mann í Klaksvík, sum bæði hevur línubát og útróðrarbát undir sær. Útgerðarmaðurin sigur, at allir línu­og útróðrarmenn taka toskarogn, tí hesi – tó at prísur­ in eftir hansara tykki er ov lágur – eru ein fittur partur av avreiðingarvirðinum hvønn túrin. Fiskaprísurin hevur sum heild verið sera lágur seinastu tíðina, og tað munnu vera mong ár síðan, at prísirnir vóru so lágir, sum teir eru í løtuni. Toskur plagar sum oftast at halda ein hampiliga góðan prís, men seinastu tíðina hevur rættiliga staðið á við toskinum eisini. Orsøkin er helst, at trupult hevur verið at sloppið av við saltfisk fyri líkinda prís, og fyrr í ár frættist, at virkir lógu inni við stórum goymslum. Hýsan hevur kanska verið meira sveiggjandi í prísi enn toskur, og í løtuni er prísurin á hýsu heldur einki at reypa av. Lítið man vera at ivast í, at lági avreiðingarprísurin á toski og hýsu ger, at línu­og útróðrarmenn royna at fáa alt til høldar, sum kann kvinka avreiðingarvirði so langt upp sum til ber. Nú rognatíð er, sigur útgerðar­ maðurin í Klaksvík, at allir línu­og útróðrarbátar taka rogn. 5% av virðinum Útgerðarmaðurin í Klaksvík sigur, at toskarognini, sum útróðrar­ bátarnir taka við sær til lands ein vanligan útróðrardag, telja út við 5% av samlaða avreiðingar­ virðinum, soleiðis sum prísirnir á ráfiski hava verið seinastu dagarnar. ­ Ein útróðrardag, har okkara útróðrarbátur fiskar eini 6.000 pund, er nøgdin av toskarognum umleið 135 kilo, sum kunnu seljast fyri einar 1360 krónur, tá prísurin liggur millum 9 og 10 krónur fyri kilo, sigur útgerðarmaður í Klaksvík. Hann vísir á, at rognini soleiðis telja út við 5% av avreiðingar­ virðinum ein slíkan dag. ­ Eg havi heft meg við, at prísirnir á toskarognum á eitt nú donsku fiskamarknaðunum eru væl hægri enn í Føroyum, men tað skerst ikki burtur, at rognini muna væl í avreiðingarvirðinum, nú fiskaprísirnir annars eru so søguliga lágir í løtuni, sigur útgerðarmaðurin í Klaksvík. Take it – or leave it Hetta er tíðin, tá fiskimenn umborð á skipum og bátum, sum ikki hava kryvjimaskinu, taka toskarogn. Fiskaprísurin er sum heild lágur í løtuni, og menn halda eisini, at rognaprísurin er ov lágur. Kortini er peningur í rognunum, sum bæði línumenn og útróðrarmenn taka og selja á marknaðinum Umborð Vilmund Jacobsen blaðmaður vilmund@sosialurin.fo - Ein útróðrardag, har okkara útróðrarbátur fiskar eini 6.000 pund, er nøgdin av toskarognum umleið 135 kilo, sum kunnu seljast fyri einar 1360 krónur, tá prísurin liggur millum 9 og 10 krónur fyri kilo, sigur útgerðarmaður í Klaksvík