Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-27, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. februar 2009síða 36

‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 41 - 27. februar 2009 lýsingar Leiðari fyri Mentanarhúsið í Fuglafirði Søkt verður eftir intiativ- og fantasiríkum leiðara til Mentanarhúsið í Fuglafirði. Leiðarin, ið fer at hava tilvísing til nevnd Fuglafjarðar Sjónleikafelags, skal hava dagligu leiðsluna av húsinum um hendi. Talan er um fulltíðarstarv, harav nógvir tímar eru uttanfyri vanliga arbeiðstíð. Lønin verður eftir avtalu. Uppgávurnar Talan er um eitt spennandi og sjálvstøðugt leiðarastarv við nógvum fjølbroyttum uppgávum og við rúm fyri menning og endurnýggjan. Uppgávurnar eru eitt nú at skipa fyri tiltøkum, at taka ímóti bílegginum av húsinum og at samskipa tiltøkini. Leiðarin stendur fyri samskiftinum úteftir og skal røkja og menna heimasíðuna og ymsar samskiftisprofilar. Leiðarin skal menna og útbyggja tænastur, tiltøk og útgerð, og skal leiðarin eisini syrgja fyri at húsið er væl røkt. Í samstarvi við nevnd og bókhaldara røkir leiðarin figgjarligu skyldu felagsins. Krøv til umsøkjaran Vit vænta, at tú hevur brennandi áhuga fyri mentan í breiðum høpi og hevur hug at menna eitt virkið hús at vera enn meira virkið og fjølbroytt. Tú hevur fíggjarligt innlit og tev og hevur royndir sum leiðari og samskipari. Tú hevur góð leiðara- og samstarvsevni og arbeiðir væl sjálvstøðugt. Nevndin tilskilar sær rætt frítt at velja ímillum umsøkjararnar ella ongan at velja. Um Mentanarhúsið Mentanarhúsið er ogn Fuglafjarðar Sjónleikarafelags. Húsið varð tikið í nýtslu í juli 2002. Húsið er bygt fyri at hýsa alskins mentunartiltøkum, so sum sjónleiki, tónleiki, listaframsýningum, fundum, veitslum, dansi, ráðstevnum o.s.fr. Eini 20 lønt og ólønt fólk eru knýtt at húsinum. Missión Mentanarhúsið skapar karmar um eitt fjølbroytt úrvæl av mentanarligum tiltøkum – vinnuligum, almennum og privatum. Visjón At vera fremsti/besti og breiðasti mentanarberi. Umsóknir við CV skulu sendast til Fuglafjarðar Sjónleikarafelag Postsmoga 14 530 Fuglafjørður Umsóknarfreist er 23. mars kl. 12. MENTANArHúSið · KArVAToFTUr 5 Fo-530 FUgLAFjørðUr · TLF: 234950, MENTHUS(A)MENTHUS.Fo Tvingsilssøla Týsdagin, tann 21. Apríl 2009 kl. 10.00 verður ognin matr. nr. 556, Vágur, við bakaríútgerð seld á tvingsilssølu í Føroya Fúta­ rætti, rættarsali IV, Undir Glaðsheyggi 14, 100 Tórs­ havn. Fyrireikandi tvingsils­ sølufundur verður týsdagin, tann 24. mars 2009 kl. 10.00. Talan er um betonghús, ið eru bydg um­ og út við handli og bakaríi í niðaru hæddini. Gamli parturin av húsunum er í tveimum hæddum. Tilbygningurin, ið er úr timbri, er í einari hædd. Í kjallarahæddini er handilshøli, uml. 25m2. Restin er gangur, stova og eitt annað rúm, ið bæði hava verið nýtt til skrivstovu. Eitt minni rúm hevur verið brúkt til goymslu, og eisini er eitt baðiverilsi. Húsini eru í toluligum standi og krevja ábøtur. Samlað gólv­ víddin er umleið 196 m2. Grundøkið er 315m2. Nærri upplýsingar um ogn­ ina og útgerð í handli og bakaríi fáast frá Fríðu Patursson, advokati, Frúu­ trøð 4, 100 Tórshavn, tel. 353335 frp@jura.fo (j.nr. 20080985). Søluuppgerð kann umbiðast hjá navnda advokati ella hyggjast í­ gjøgnum á Dómaraskriv­ stovuni. Føroya Fútarættur, tann 25/02­2009 AdvokATskrivsTovAn Skrivstovuhøli søkist Sóknast verður eftir góðum hølum til skrivstovu í Havn. Stødd uml. 40-100 m2. Hølini mugu hava góð parkeringsviðurskifti og liggja væl fyri. Ring ella skriva til 211996 / kho@post.olivant.fo Íbúð ynskist Einsamallur maður fyrst í 60'unum, søkir hóskandi íbúð í miðstaðarøkinum. Eri friðaligur og farið væl um. Ring á tlf. 211322 er til til sølu. Er fyrstu ferð skrásettur í august 1973 og er í sera góðum standi. Hevur einans koyrt 54.000 km. Hevur havt tveir eigarar, tann fyrra fyrstu 28 árini. Til sølu fyri 22.000 kr i veitst tú ikki tað? Internet Sosialur www.sosialurin.fo in