fríggjadagur 27. februar 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 41 • 27. februar 2009
Vikuskifti
4
Vit eru í 1990. Føroyska sam
felagið stendur á gravarbakk
anum, men tey fæstu munnu
hava nakra hilling á, hvussu illa
tað í veruleikanum stendur til.
Eftir øllum sólarmerkjum at døma
standa føroyingar framman fyri
einum døprum tíðarskeiði.
Komandi árini taka allir for
menninir í teimum stóru flokkun
unum seg úr føroyskum politikki.
Tann fyrsti er Pauli Ellefsen,
formaður Sambandsfloksins síðan
1974. Sambandsflokkurin skal tí
velja nýggjan formann at leiða
flokkin.
Púra óvæntað fellur valið á
tann óroynda Edmund Joensen
av Oyri. Edmund hevði tá bert
sitið tvey ár á tingi, men hevði
royndir úr kommunalpolitikki
í sjeytiárunum. Hann var fyrst
og fremst kendur sum vinnulívs
maður, ið hegnisliga hevði ment
skelja og rækjuvirkið á Oyri.
Hann er tó als ikki tann, sum
natúrliga stendur fremst í røðini í
Sambandsflokkinum.
Eg royndi at bera meg undan,
tá formaðurin á tingi, Agnar
Nielsen, vegna ein samdan
tingbólk heitti á meg um at gerast
floksformaður. Eg helt meg hava
ov fáar royndir úr landspolitikki
og hevði als ikki droymt um
at fáa hendan møguleikan so
skjótt. Ambitiónin eftir fyrsta
valið í 1988 var at vera tann
loyali tingmaðurin, sigur Edmund
Joensen.
Eftir at hava vent tingunum
heima við hús valdi Edmund
Joensen tó at taka við møgu
leikanum, og brádliga stóð hann á
odda fyri tingbólkinum, har fleiri
høvdu munandi fleiri politiskar
royndir enn hann sjálvur.
Ósemjur um
fiskivinnupolitikk
Fleiri stóðu spyrjandi, tá Edmund
Joensen gjørdist formaður í
Sambandsflokkinum, tí hann
var eitt nýtt andlit í flokkinum.
Tvinnar orsøkir vóru tó til, at
Edmund bleiv kosin formaður.
Fyrra orsøkin var, at Edmund
umboðaði eina endurnýgging
av Sambandsflokkinum í einum
tíðarskeiði, tá fólkið hevði mist
álit á fleiri av teimum royndu
politikarunum.
Hin orsøkin skuldi finnast
innanfloks. Stórar ósemjur høvdu
verið í Sambandsflokkinum um
fiskivinnupolitikkin. Serliga var tað
spurningurin um ráfiskabýtið, sum
elvdi til trupulleikar. Formaðurin
Pauli Ellefsen og ein stórur partur
av tingmanningini var fyri at býta
ráfiskin kring landið, meðan sterki
maðurin í Eysturoynni, Jógvan
Ingvard Olsen, var harðliga ímóti.
Eisini var tað spurningurin um frítt
fiskarí kontra avmarkingar, sum
setti kílar í tingbólkin.
Hetta elvdi til tvídrátt innan
floks, men gav samstundis
Edmundi Joensen møguleikan at
røkka politisku tindunum. Edmund
hevði ta áskoðan, at fiskaríið
undir Føroyum skuldi avmarkast
eftir fiskifrøðiligum leisti. Hann
hevði sum vinnulívsmaður havt
tætt samstarv við Fiskirannsókna
rstovuna.
Edmund lá tættari at linjuni
hjá táverandi formanni í hes
um spurningunum, og tað var
møguliga orsøkin til, at ting
bólkurin valdi at stuðla Edmundi
heldur enn onkrum øðrum meira
uppløgdum kandidati.
»Upptøkulands
stýrið« frá 1994
Eftir fýra ár í andstøðu, meðan
búskaparliga ódnin herjaði kring
landið, var tíðin aftur búgvin hjá
Sambandsflokkinum at taka við
landsins leiðslu.
Eftir valið í 1994 var eingin av
teimum tungu dreingjunum, ið
høvdu myndað føroyskan politikk
í sjeyti og áttatiárunum, at síggja
á politiska leikpallinum longur.
Sambandshøvdingurin, Pauli
Ellefsen, tók seg aftur í 1990,
og Jógvan Sundstein valdi ikki
at stilla uppaftur til valið fýra
ár seinni, tá Atli Dam, sáli, fekk
durafjórðingin frá veljarunum.
Vit høvdu serstakliga góðar
veljarakanningar uppundir
valið í 1994, og tí væntaðu vit
at fáa eitt gott val. Tíðin fyrst
í hálvfemsunum var eyðkend
av, at vit høvdu eingi alternativ.
Politikkurin hjá landsstýrinum var
diktat frá dønum. Tingið kundi
ikki annað enn samtykkja, sigur
Edmund Joensen.
Hetta var ein biltingartíð í før
oyskum politikki, tí nógvir nýggir
flokkar stillaðu upp. Politiska
landslagið gjørdist tí meira lit
fagurt og samstundis torførari at
navigera ígjøgnum. Fólk vóru troytt
av sitandi landsstýri, og tí fekk
Sambandsflokkurin eina dygga
álitisváttan á hesum valinum.
Landsstýrið frá 1994 var eitt
upptøkulandsstýri. Nógv grund
leggjandi lógarkompleks skuldu
skiftast út, og tað var neyðugt at
gera nýggjar skipanir á nógvum
týðandi økjum, sigur Edmund
Joensen.
Hetta var sum at fara ígjøgnum
eina turkimaskinu. Alt samfelagið
skuldi umstillast, og tað elvdi
sjálvsagt til politiskan turbulens,
men eingin hevði droymt um,
at landið fór at koma so skjótt
á føtur aftur, hugleiðir Edmund
Joensen um tíðarskeiðið sum
løgmaður.
Politiski turbulensurin kom
eitt nú til sjóndar, tá Jóannes
Eidesgaard og Javnaðarflokkurin
tóku seg úr samgonguni í 1996.
Fólkaflokkurin stóð tó klárur á
síðulinjuni, og tí kundi Edmund
halda fram sum løgmaður.
Arbeiðsloysið í 1994 var
metstórt, og fólk flýggjaðu av
landinum í hópatali. Undirskotið
á fíggjarlógini var eina hálva
milliard krónur, og tí var ikki nógv
at geva út av hjá politikarunum.
Men tað gekk skjótt framá. Tá
Edmund Joensen legði frá sær,
Europeiski dreymuri
Hann hevur sitið við stýrisvølin í tí mest
turbulenta tíðarskeiðnum í nýggjari før
oyskari søgu, tá hann sum løgmaður
stýrdi landinum gjøgnum ringastu brota
sjógvarnar miðskeiðis í nítiárunum. Tey
flestu hildu, at hann var fortíð, og at
tíðin var komin at leggja árarnar inn.
Men púra óvæntað gjørdist hann sigurs
harrin á fólkatingsvalinum fyri góðum ári
síðani. Nú berjist hann fyri at vinna
Føroyum eitt pláss í Europasamveldin
um. Vit tekna eitt politiskt portrett av
manninum, sum hevur verið við til at
mynda føroyskan politikk tey seinastu
tjúgu árini
Politiskt portrett
Stefan í Skorini
stefan_skorini@hotmail.com