Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-27, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. februar 2009síða 5

‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 5 Nr. 41 • 27. februar 2009 hevði landið eitt fitt avlop á eina góða hálva milliard krónur. Toskurin kom aftur á grunnarnar, og fiskaprísurin lagaði seg eisini væl. Skjótt fløddi aftur í almennu kassunum. Edmund í stríð við sínar egnu Men tað gjørdust ikki Sambands­ flokkurin og Edmund Joensen, sum heystaðu fruktirnar av tí fram­ burði, sum føroyingar upplivdu árini frá 1994 til 1998. Sambandsflokkurin fekk ein dyggan lúsing á valinum í 1998, og tingbólkurin tódnaði úr átta niður í seks tinglimir. Eitt, sum eyðkendi formanstíðina hjá Edmundi, var, at tað skortaði ikki uppá álop frá egnum parta­ monnum. Valið í 1998 var dominerað av bankamálinum og kanningini, sum kom aftaná. Vit komu sum sambandsflokkur at standa fyri øllum tí illa, ið mong løgdu donsku stjórnina undir at hava gjørt føroyingum, sigur Edmund Joensen, sum mátti taka til takk­ ar við einum vánaligum valúrsliti og einum sessi í andstøðu. Stutt fyri valið í 1998 var kampval í Sambandsflokkinum. Jóhannes Martin Olsen av Strondum stillaði upp ímóti Edmundi, sum tó reið stormin av. Tað merkisverda við hesum var, at tað var valfelagið hjá Edmundi í Eysturoynni, Samhald, sum arbeiddi fyri at fella hann og stillaði Jóhannes Martin upp. Harumframt var ofta tvídráttur millum tingbólkin hjá Sambands­ flokkinum við Atla Hansen á odda og landsstýrið hjá Edmundi Joensen. Edmund skuldi tí stríðast á tveimum frontum – bæði ímóti andstøðuflokkunum á tingi og ímóti andstøðuni í Sambandsflokkinum. Harumframt vóru teir báðir tingmenninir úr Havn, Finnbogi Arge og Bjørn á Heygum, ofta í tvídrátti við Edmund Joensen. Hetta var sambært Edmundi Joensen høvuðsorsøkin til lemjandi ósigurin í 1998. Flokkurin var spjaddur undan valinum í 1998, og tað var ein av orsøkunum til, at vit taptu. Tingbólkurin og landsstýrið drógu hvør sína línu, og tí komu vit at standa veik. Veljarin sá ein flokk í tvíningum, og tí fingu vit ikki nakra álitisváttan frá veljarafjøldini ta ferðina, sigur Edmund Joensen. Edmund tapti stríðið men ikki bardagan Í 2001 er aftur ein roynd at fáa Edmund frá, og hesuferð koppaði oyrarmaðurin. Unga Sambandið stillaði Lisbeth L. Petersen upp, og hon vann formansvalið. Eg roknaði við at tapa tað valið, men vildi ikki leggja kongin, tí hóast alt hevði eg hampiliga stóra undirtøku í flokkinum, greiðir Edmund frá. Eftir valið í 2002 gjørdist Edmund Joensen tingformaður, hóast hann sat í andstøðu. Hann helt fram sum formaður eftir valið í 2004, og tey flestu hildu, at hetta var hansara politiski svanasongur. Tveir teir seinastu tingformenninir, Jógvan Ingvard Olsen og Finnbogi Ísaksson, sáli, høvdu havt sessin sum sítt seinasta politiska starv. Men við fólkatingsvalið í november 2007 gjørdi Edmund Joensen comeback á politiska pallinum. Hann gjørdist heldur óvæntað fyrst valdur framman fyri sitandi formann Kaj Leo Johannesen. Møguleikin fyri einum góðum úrsliti var har, tí flestar atkvøður í flokkinum fullu í mín part til fólkatingsvalið frammanundan, tá Sambandsflokkurin tó gjørdist ov stuttur, sigur Edmund Joensen. Upptaktin til hetta fólkatings­ valið var, at Edmund Joensen hevði lagt uppskot á ting um at skipa Føroyar sum eitt valdømi. Uppskotið var kontroversielt og møtti serliga harðari mótstøðu frá tingmonnum úr útjaðaranum. ­ Uppskotið um Føroyar sum eitt valdømi var nógv frammi, og eg gjørdist nakað sjónligari í fjølmiðlunum. Árini sum ting­ formaður royndi eg at vera so politiskt neutralur sum gjørligt, næstan sum ein embætismaður, men tá tann tíðin var av, var stundin aftur búgvin til aktivt pol­ itiskt arbeiði, greiðir Edmund frá. Hann ásannar, at uppskotið um Føroyar sum eitt valdømi avgjørt hevði eina ávirkan á persónliga úrslitið. Hetta vátta t.d. tølini úr Havn, har Edmund Joensen fekk fleiri atkvøður enn Kaj Leo Johannesen, sum er havnar­ maður. Uppskotið um Føroyar sum eitt valdømi bleiv samtykt í tinginum hóast hvøss mótmæli. Fleiri hava havt á máli, at Edmund Joensen bert hevði eitt endamál, og tað var at bjarga sínum egna politiska skinni eftir orrustuna um 266 b, sum hann atkvøddi fyri. Edmund flennir hart, tá vit bera hetta uppá mál. At skipa Føroyar í eitt valdømi var neyðugt, og eg brendi fyri at fáa hugsjónina framda. Tíðin var búgvin at leggja hesa skipan fyri tingið, tí ein stórur partur av landinum er bundin saman. Tíðin var farin frá gomlu skipanini. Kappingin í dag stendur ikki millum bygdir og økir, men við útheimin, sigur Edmund Joensen. Tungan á vágskálini Fólkatingsvalið í 2007 gjørdist sera tætt, og endin var, at Ed­ mund Joensen gjørdist tungan á vágskálini. Brádliga kendi hvørt mansbarn í Danmark navnið Edmund Joensen, sum tryggjaði Fogh og VKO­stjórnini framhaldandi meiriluta. Fólkatingssessurin hjá føroyingum er fallin í órøkt seinastu árini, serliga orsakað av fullveldislandsstýrinum, sum oyðilegði nógv at tí, sum vit hava roynt at bygt upp í Ríkisfelagsskapinum. Norður­ atlantsbólkurin hevur eisini drigið skeiva vegin. Tí er uppgávan á Fólkatingi at bøta um viðurskiftini millum Føroyar og Danmark, og møguleikarnir fyri tí eru góðir, nú eg eri partur av samgonguni í Danmark. Edmund er formaður í Føroya­ nevndini, har hann roynir at geva limunum kunnleika um Føroyar, so at teir betur kunnu viðgera føroysk viðurskifti. Harumframt hevur hann fingið sess í donsku uttanlandsnevndini, sum viðgerð hernaðarmál, eisini við atliti til Føroyar. Seinasta hálva árið hevur Edmund Joensen verið nógv upptikin av stríðnum fyri at gera Føroyar til ein part av Evropasamveldinum. Drívmegin er atlitið til vinnulívið og fram­ tíðin hjá ungum í Føroyum. Vanahugsanin í Føroyum má steðga, tí hon avbyrgir okkara land. Sjálvt gomlu kommunista­ londini eru langt síðani vorðin partur av Europa, men vit eru framvegis ongan veg komin. Okkara ungu skulu hava allar møguleikar, sum europeiskir heimsborgarar, vinnulívið skal hava bestu marknaðaratgongd, og okkara samfelag skal vera við í felags europeisku menningini á so nógvum økjum. Enn vil Edmund Joensen tó ikki siga nakað um sína politisku framtíð. ­ Eg kundi verið farin frá við fullari pensjón við trýss ára aldur, men eg dugdi ikki at síggja meg sjálvan sum pensjónist. Eg eri aktivur og vanur at stríðast fyri tí, eg trúgvi uppá. Enn er helst leingi til næsta val, og eg havi ikki gjørt upp við meg sjálvan, hvat víðari skal henda, sigur Edmund Joensen um sína politisku framtíð, ið sostatt framvegis liggur opin. n hjá Edmundi Myndatekstur: - Vanahugsanin í Føroyum má steðga, tí hon avbyrgir okkara land. Sjálvt gomlu kommunistalondini eru langt síðani vorðin partur av Europa, men vit eru framvegis ongan veg komin. Okkara ungu skulu hava allar møguleikar, sum europeiskir heimsborgarar, vinnulívið skal hava bestu marknaðaratgongd, og okkara samfelag skal vera við í felags europeisku menningini á so nógvum økjum, sigur Edmund Joensen Mynd: Ólavur Hansen