fríggjadagur 27. februar 2009síða 23
‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 19 • 27. februar 2009
23
bóka
ummælið
mortan@hamrabyrgi.com
Mortan í Hamrabyrgi
umrøður nýggjar bøkur
um mat og drekka
Góð frukt
...úr Keyps samtøkuni
Góð frukt
...úr Keypssamtøkuni
Gr. Kambans Gøta 13 · telefon 322525
Vælvera
Vit standa eisini fyri
móttøkum, brúdleypum
og líknandi
www.Gourmet.fo
Toscana
31 11 09
Matur til einhvønn góma
KJØTRÆTTIR SKELJADJÓR FISKUR PASTA PIZZA DURUM
Porta Via
32 11 03
Eisini ber til at fáa mat út úr húsinum
32 ára gamla keyp manna
havnargentan Louisa Lorang,
ið er kokkalærd og sum
kvinnuligu lesararnar kanska
kenna frá matteigarnar í
damublaðið Femina, gevur í
næstu viku út tvær kókibøkur
um grønmeti, salat og vegetar
mat.
”Vild med vegetar – man må
jo gerne spise kød til” og ”Vild
med salater – ikke kund for
kaniner”.
Louisa sjálv er garrvill við
salatir og vegetarrættir og
gevur nú lesarum sínum
uppskriftir, ið sigast at kunna
freista sjálvt hinum størsta
salathatara og kjøtelskara.
Men hvat er so ein vegetar
spyr onkur kanska?
Jú, tað er fólk, ið ikki etur
kjøt ella vøddavevnað frá
djórum. Men oftani eta
vegetarar kortini bæði egg og
mjólkaúrdráttir. Teir vegetarar,
ið als ikki eta nakað úr
djóraheiminum rópa seg fyri
veganar.
Well, ”Vild med vegetar”
er bók, ið vendir sær til
fólk flest, ið ynskja at eta
sunnari við meira grønmeti
í føðsluni. Bókin er býtt
sundur í kapitlar í mun til
árstíðirnar og tekur støði í
frískastu sesongrávørurnar.
Allir rættir eru máltíð í sjálvum
sær fyri vegetarin, men sum
høvundurin leggur dent á,
kunna vit onnur saktans eta
kjøt, fisk ella fugl afturvið.
”Vild med salater” er
salatsavn í mun til tema. 80
uppskriftir við heitum sum
”tær syndafullu”, ”klassikarar”
og ”tær sunnu”. Uppskriftirnar
eru bæði við og uttan kjøt og
kunna brúkast sum máltíð í
sjálvum sær ella tilhoyr. Bókin
hevur eisini fleiri boð uppá
dessertsalatir.
Uppsetingin við tekst og
myndum er greið, snøgg og
líka til at fara í holt við!
Vild med vegetar, Louisa
Lorang, Lindhardt & Ringhof,
192 blaðsíðir, heft, uml. kr. 230
í føroysku bókhandlunum
Vild med salater, Louisa
Lorang, Lindhardt & Ringhof,
192 blaðsíðir, heft, uml. kr. 230
í føroysku bókhandlunum.
Garvillur í grønmeti