Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-02, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. mars 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 42 - 2. mars 2009 Leygarmorgunin skeyt ein 39 ára gamal maður við byrsu eftir einum øðrum manni, sum goymdi seg umborð á skipi­ num Váðasteini. Maður in, sum skeyt varð seinni handtikin, og nú er hann varð­ halds fongslaður til 27. mars. Fyri tað skal maðurin so fyri rættin, har hann verður ákærdur fyri roynd at gera harðan harðskap og at hótta fólki við lívinum, umframt, brot á vápna lógina Kriminalitetur Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Tað var um hálvgum sjey tíð ina leygarmorgunin, at skot vóru latin av á Busa­ tanga í Havn. Skot vóru latin av eftir einum manni, ið goymdi seg handan ein stál plátu umborð á Váða­ steini, sum lá har Smyril og Norrøna plaga at liggja. Ongin fekk kropsligt mein av hendingini. Men løg reglan fór beinanvegin at leita eftir manninum, ið hevði skotið, tí hann var tik in til beins. Einaferð út á dagin fór hann inn til Brynhild Thom­ sen, ið er blaðstjóri á Dimma lætting. Løgreglan upp lýs ir, at hon ringdi eitt sind ur skelkað til løg regl­ una, eftir at maðurin hevði ver ið á gátt hjá henni. ­ Tað passar ikki at eg var bangin, sigur Brynhild Thomsen, ið ikki vil siga meira í dag. Um kvøldið kom eitt tipp inn til løgregluna, har keld­ an greiddi frá, at hon hevði sæð 39 ára gamla byrsu­ mann in, ið tá hevði ringt eftir einum hýruvogni. Løgreglan fór út og fylgdi aftaná bilinum, til hann steðgaði. Síðan handtók løg reglan mannin, sum fylg di við løgregluni uttan at gera mótstøðu. ­ Maðurin var sera móður, og hann visti væl, at vit leitaðu eftir honum, greiðir vakt havandi á politistøðini frá. Síðani var maðurin lagd­ ur í arrestina, har hann slapp at sova, men fyri hetta varð blóðroynd tikin av mann inum. Hesar skulu til kann ingar fyri at vita, um maður in var ávirkaður av rús d rekka ella øðrum rús­ an di evnum. ­ Tað vildi verið undar­ ligt, um hesin maðurin var tann einasti í einum umhvørvi, ið ikki nýtir rúsevnir, vísir løgreglan á, sum kennir 39 ára gamla havnarmannin frá øðrum hendingum. Grundlógaravhoyrdur Í gjár klokkan 16:30 varð mað urin í Føroya rætti til grund lógaravhoyringar. Ákærin bað um at av hoyr­ ingin varð hildin handan stongd ar dyr, og soleiðis bleiv. Klokkan umleið 19 vóru av hoyringarnar av, og maðurin tikin innaftur á politi støðina. Sambært løgregluni verð­ ur maðurin ákærdur fyri roynd at gera sera grovan harð skap og at hótta mann eftir lívinum, umframt, brot á vápnalógina, tí høglbyrsan var saga av. Byrsumaðurin noktaði seg sekan í øllum skuld­ seting um, uttan brotinum á vápna lógina. Varðhaldsfongslaður Í rættinum varð avgjørt, at mað urin skal varðhalds­ fongslast til 27. mars. Fyri tað tíð skal maðurin fyri rættin. ­ Tað er við atliti til kann­ ingarnar, at maðurin verður varðhaldsfongslast. Tað spælir eisini inn, at maðurin kann vera til vanda fyri onn­ ur, greiðir løgreglan frá. Tingini, sum maðurin verður ákærdur fyri eru rætti liga grov, og tað grovas ta er at royna at gera harð skap, ið kann seta lívið hjá øðrum í vanda. At byrja við arbeiddi løg­ reglan við málinum, sum um tað var ein morðroynd, men henda ætlan er slept, tí umstøður gera, at tað nokk ikki fer at halda. Upp til fýra ár Fyri grovastu skuld seting­ ina er revsuramman upp til fýra ár, og fyri at hótta fólk eftir lívinum kann mann fáa upp til tvey ár. Tá mann hugs ar um søguna maðurin hevur hjá politinum, so kann løgreglan upplýsa, at maðurin helst verður rími­ liga hart revsaður. Tó verður maðurin ikki revs aður seks ára fongsuls­ revsing fyri málið, tí so leiðis verða ákærur ikki taldar saman. Hinvegin er heilt víst, at maðurin skal inn at sita, um skuld setingarnar ímóti mann inum halda. Báðir menninir í málinum eru væl kendir av løgregluni. Og sum skilst ferðast teir báðir í einum rættiliga hørð um umhvørvi. Byrsumaðurin settur fastur Pizzabakkin í Vági Hotel Bakkin í Vági økir nú sítt tilboð til kundarnar. Í Pizzakøkinum í Vági hava Suðuroyingar havt møguleika at keypa pizza, men Hotel Bakkin í Vági fer nú eisini undir at bjóða pizza. Síðani Martin Christensen fyri nøkrum árum síðani keypti Hotel Bakkan, hevur hann allatíðina roynt at hækka tænastustøðið og økja um vøruúrvælið. Og nú verður matarskráin so víðkað til eisini at umfata pizza. Pizzabakkin kemur at selja pizzur, týsdagar til sunnudagar frá kl. 17.00 til 22.00. Umframt pizza, fara vit framvegis at selja vælumtóktu Bakkabúffarnar, leggur Martin aftur at. Til ber at bíleggja út úr húsinum, ella at eta á Bakkanum. Í stuttari viðtalu sigur Martin, at hann gleðir seg at síggja viðskiftafólkini inn á gólvið at royna nýggja Pizzabakkan og stóra úrvalið. USA fordømir hvalaveiði Amerikanska uttanríkisráðið kunngjørdi í gjár, at USA er harðliga ímóti avgerðini hjá íslendsku myndugleikunum at loyva hvalabátunum at skjótt 250 stórhvalir. Amerikanska uttanríkisráðið sigur, at tað kennir seg ikki sannført um, at stórhvalastovnarnir eru so stórir, at teir tola veiði. Tí vil USA hava íslendsku stjórnina at taka avgerðina aftur og at verja stórhvalin. Amerikanska uttanríkisráðið leggur afturat, at avgerðin hjá íslendsku myndugleikunum kann undirgrava samráðingarnar, sum skulu verða í altjóða hvalaveiðinevndini IWC í næstum. Tað var leygarkvøldið, at løgreglan handtók mannin, sum hevði skotið við avsagaðari høglbyrsu eftir einum øðrum manni