leygardagur 29. september 2001síða 12
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 188 - 29. september 2001
Nr. 188 - 29. september 2001
23
Fiskirannsóknarstovan hev-
ur í fleiri ár gjørt merking-
arroyndir av toski undir
Føroyum. Petur Steingrund
hevur staðið fyri kanning-
unum. Toskur hevur verið
merktur á ymsum støðum á
landgrunninum,
t.d.
á
Mýlingsgrunninum, vestan
fyri Mykines, vestan fyri
Sandoynna, vestan fyri
Suðuroynna og eystan fyri
Svínoynna.
Vanliga
er
toskurin merktur í oktober
mánaði.
Tær fyrstu royndirnar í
1997 góvu greiða ábending
um, at toskurin var rættiliga
støðufastur. Vit fingu til
dømis ongan merktan tosk
aftur frá Munkagrunninum
ella Føroyabanka og hildu
hetta vera løgið, tí vanliga
er toskur at fáa har. Í ok-
tober 1998 varð toskur eis-
ini merktur á Munkagrunn-
inum og á Føroyabanka fyri
at royna at fáa so nógv við
av toskastovninum, sum
møguligt. Tá vísti tað seg,
at merktir toskar eisini vóru
fingnir á Munkagrunninum
og Føroyabanka, men bert
slíkir, sum vóru merktir
har.
Ferðingin til gýtingar-
økini kom eisini týðuliga til
sjóndar. Sum heild ber til at
siga, at toskur, sum gýtir á
Norðhavinum (vanliga í
februar og mars mánaði)
kann vera komin frá øllum
støðum á føroyska land-
grunninum, meðan toskur,
sum gýtir vestan fyri Sand-
oynna vanliga er komin úr
økinum vestanfyri. Hetta
merkir til dømis, at ein
toskur, sum er fingin vestan
fyri Sandoynna í gýtingar-
tíðini ikki er komin frá
økinum eystanfyri. Tosk-
urin ferðast ikki millum
Føroyabanka og landgrunn-
in.
Tá gýtingin er liðug fara
toskarnir burtur frá gýt-
ingarøkjunum. Tað áhuga-
verda er, at toskarnir tykjast
at fara "heimaftur", tað vil
siga, at teir eru at finna á
sama øki eitt ár eftir, at teir
eru merktir. Hetta kann
samanberast við Ólavssøk-
una. Á Ólavssøku kemur
nógv fólk til Havnar frá øll-
um møguligum bygdum í
Føroyum. Tey fara heim til
sína egnu bygd, tá Ólavs-
søkan er av.
Toskurin tykist eisini at
vera á ymsum dýpum sum
árið líður. Vanliga er tosk-
urin á grunnum vatni (80-
150 m) um veturin og til
gýtingartíðin er av. Tá fara
nógvir toskar á djúpt vatn
(200-300 m) og halda seg
har til einaferð út á heystið,
tá teir aftur koma upp á
grunt vatn. Hetta er møgu-
liga ein orsøk til, at lítið er
at fáa av toski um summ-
arið. Eitt annað eyðkenni
við toskinum á føroyska
landgrunninum er, at hann
gjarna vil vera í heitum
sjógvi, helst skal hitin ikki
fara niður um 5 gradir.
Myndin vísir ferðingina
hjá einum toski, sum hevur
verið merktur við einum
goymslumerki. Tað skrá-
setir hita og dýpið fleiri
ferðir um dagin. Toskurin
var 74 cm langur og varð
merktur 16. oktober 1999 á
Mýlingsgrunninum,
har
dýpið var umleið 100 m.
Teir fyrstu dagarnar gjørdi
hann fleiri rend upp í
sjógvin
(ovara
linjan),
nakað sum er rættuliga
vanligt hjá merktum fiski.
Tá umleið tvær vikur vóru
farnar, var hann sum van-
ligt niðri við botnin, men
hevði einstøk rend upp í
sjógvin. Um dýbdarskrá-
setingin er røtt, var toskurin
helst liðugur at gýta longu
síðst í februar 2000, sum er
ógvuliga tíðliga. Hann fór
stigvíst longur niður í
kantin, og var í byrjanini av
maj komin niður á 300-350
m. Har helt hann seg til
merkið ikki skrásetti meir,
sum var 7. juli 2000. Hitin,
sum
merkið
skrásetti,
fylgdi tí, sum er vanligt á
føroyska landgrunninum á
tí dýpinum, sum toskurin
var á. Vit síggja, at hitin fór
ikki niður um umleið 6
gradir, sum eisini er sæð
hjá nógvum øðrum merkt-
um toskum. Toskurin varð
fiskaður 23. maj 2001 í
Kassa I við troli. Tað var
rættuliga nær við tað stað-
ið, har hann varð merktur.
Hesi og onnur úrslit
hevði ikki verið møguligt at
fingið uttan vælvilja frá
teimum, sum finna merk-
ini. Fiskirannsóknarstovan
hevur síðan 1. januar 2001
goldið 40 kr. fyri hvørt
vanligt merki. Um fiskurin
eisini verður latin við, er
gjaldið 100 kr. umframt
kilogjald fyri fiskin. Tað er
best,
um
fiskurin
er
ókruvdur, men eingin treyt.
Fyri goymslumerkir (stór,
rund merkir) verður latið
100 kr. Er fiskurin eisini
við, verður latið 300 kr.
umframt
kilogjald
fyri
fiskin. Hóast gjaldið er
stórst, tá fiskurin er latin
við, skal eingin halda seg
aftur at lata inn vanlig
merkir uttan fisk. Tað gevur
eisini týdningarmikla vitan.
Tað, sum er av størst týdn-
ingi er at upplýsa um:
• Navn á innsendara og
adressu
• Skip
• Reiðskap
• Neyva positión, har
fiskurin er fiskaður
• Fiskidato
• Fiskidýpi
Vanliga spyrja vit altíð
innsendararnar
um
eitt
aftrat. Tað er hvussu stór
óvissan á fiskipositiónini
er. Um fiskurin til dømis er
fingin við troli og hálið var
15 fjórðingar langt, er
óvissan 15 fjórðingar. Um
fiskurin er fingin við snellu
og maðurin hevur hugt at
GPS-skipanini beinanveg-
in, er óvissan minni enn 0,1
fjórðing. Orsøkin til, at vit
spyrja um óvissuna, er, at
tað altíð er týdningamikið
at vita, hvussu neyvar skrá-
setingarnar eru. Um ein til
dømis skal kanna, hvussu
langt fiskurin hevur svomið
aftan á merking, er neyðugt
at vita fiskipositiónina við
stórum neyvleika (óvissan
minni enn t.d. 1 fjórðing).
Um ein bert skal vita, í
hvørjum høvuðusøki fisk-
urin er fiskaður, nýtist
óvissan ikki at vera minni
enn t.d. 20 fjórðingar.
Aftur í ár verður skipað
fyri einum lutakasti, har øll
merkir latin inn í tíðar-
skeiðnum september 2000
til 28. september 2001 lut-
taka. Vinningurin er 10000
skattafríar krónur. Bert
merkir, sum eru latin inn í
seinasta lagi 28. september
luttaka
í
lutakastinum.
Lutakastið
verður
eftir
ætlan 4. oktober á Fiski-
rannsóknarstovuni (verður
lýst í fjølmiðlunum). Tá
verða eisini úrslit frá merk-
ingarroyndunum løgd fram.
Øll er vælkomin.
Merkingarroyndir av toski undir Føroyum
DST0357
4
5
6
7
8
9
10
11
12
13
14
16/10/99 22:33
24/10/99 05:03
31/10/99 11:33
07/11/99 18:03
15/11/99 04:33
23/11/99 00:03
30/11/99 19:33
08/12/99 15:03
16/12/99 10:33
24/12/99 06:03
01/01/00 01:33
08/01/00 21:03
16/01/00 04:33
23/01/00 11:03
30/01/00 17:33
07/02/00 03:03
14/02/00 22:33
22/02/00 18:03
01/03/00 13:33
09/03/00 09:03
17/03/00 04:33
25/03/00 00:03
01/04/00 19:33
09/04/00 04:03
16/04/00 10:33
23/04/00 17:03
01/05/00 01:33
08/05/00 21:03
16/05/00 16:33
24/05/00 12:03
01/06/00 07:33
09/06/00 03:03
16/06/00 22:33
24/06/00 18:03
02/07/00 03:33
Time
Temp.(C)
0
50
100
150
200
250
300
350
400
Depth(m)
Temp[ºC]
Depth[m]
Villtoskur 74 cm merktur 16/10-99 á 6217.4N 751.9W (99 m). Fingin 23/5-2001 í Kassa I vi∂ troli.
Barnafagnaður 2001
C
M
Y
K
23
22