Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-02, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. mars 2009síða 37

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

37 tíðindi Nr. 42 - 2. mars 2009 ganga friðargongur og krav gongur í 80’unum, og tað helt hann var sjálvsagt at gera. - Eg gekk friðargongu, tí eg vildi broyta heimin. Eg var ímóti vápnadubbingini hjá báðum síðum, og tað vildi eg gera vart við. Mill- um annað, tá ið USS Mc Cloy kom inn á Havn- ina. - Á, tann deiligi dagur, segði Óli Breckmann í einari skjótari vending. - Nei, tað var ein sorgar- dagur, tí vit vistu ikki, um tað vóru kjarnorkuvápn um borð, og sjálvandi mót- mæltu vit. Aftaná tað vóru vit hongd út í Dagblaðnum, men eg tók tað ikki so tungt. Eg helt, at að var ein æra at verða hongdur út í Dag blaðnum, segði Eyðun Nolsøe. Øll broytast Kjakið millum Óla Breck- mann og Frændur var lív- ligt, men teir dugdu eisini at skemta eitt sindur við gamla stríðnum, og hvussu fólk broytast við árunum. Steintór Rasmussen tók eitt sindur saman um og helt, at øll fólk broytast – sjálvt Óli Breckmann. - Vit eru allir broyttir síðani 80’ini – ivaleyst til tað betra – men eg havi havt hug at halda, at tann einasti persónurin, sum ikki hevur broytt seg, hevur ver- ið Óli Breckmann. Tað haldi eg, at eg havi hoyrt í kjaki fyri stuttum, men her í kvøld er tónin eitt sindur øðrvísi, so kanska skuldi hetta góða høvi til, at Óli broyt ti seg eitt sindur, segði Steintór Rasmussen. Óli Breckmann var eirinda leysur í sínum at finn ingum av politisku pro test sangunum hjá Frænd um í 80’unum, men leygarkvøldið viður kendi hann, at hann elskaði tónleikin hjá bólkinum. - Skal eg siga mína mein ing – og kanska gera nógv fólk bilsin – so havi eg altíð elskað tón leikin hjá Frændum, segði Óli Breckmann í send ing ini Hvonn Live leygar- kvøldið, og hann fekk lógvabrestir frá áhoyrar- unum. - Eg undirstriki, at mær dámdi tónleikin. Mær dámdi enntá nakrar av sangunum, og eg havi ofta upplivað, hvus su stóran týdning sangir nir hjá Frændum hava til veitslur kring land ið. Tá ið Óli Breckmann síðani fekk høvi at gera við merk ingar til po litis ka innihaldið í sang un um hjá Frændum, tá var tónin ikki so rósandi. Árni og Marnar Andreasen vóru gestir í Hvonn Live leygarkvøldið. Teir sungu nakað so óvanligt sum ein Frændur-sang, og tað gjørdu teir við einum smíli, hóast teir vanliga syngja eitt annað slag av tónleiki. Og tað hevur ikki bara verið munur á Árna & Marnar og Frændum tónleikaliga – tað var eisini stórur politiskur munur í 80’unum. - Vit vóru sera høgraorienteraðir, og teir vóru hinumegin veitina, so tað var eitt sindur av stríði aftur og fram, men ta var ein sjarmerandi tíð, segði Árni Andreasen. Men politiska ósemjan hevur ongantið verið størri enn so, at teir ikki hava kunnað lurtað eftir Frændum. - Eg havi stóra virðing fyri Frændum. Teir hava gjørt nógvar frálíkar sangir og góð løg, segði Marnar Andreasen. Óluva eigur 11 hundar Óluva Johannesen, sum býr á Signabø, hevur stóran tokka til hundar – ikki minst lítlar, fittar chihuahua-hundar. Hon eigur ikki færri enn 11 hundar, umframt at hon venur aðrar hundar, sum hon hevur í húsinum. - Hundar eru ótrúliga fittir. Summi halda kanska, at 11 hundar eru nógv, men eg haldi ikki, at tað er for nógv, sigur hon. Óluva hevur nógvar chihuahua-hundar. Teir eru lítlir og fittir og skulu viga millum í mesta lagi 3 kilo. Lítlir hundar hittast Óluva Johannesen er hundaalari, og hon er eisini instruktørur hjá teimum, sum hava hug at venja og ala hundar í Føroyum. Óluva arbeiðir serliga við chihuahua og Yorkshire terrier hundum. Tann 14. mars verður skipað fyri hundatreffi millum hesar smáu hundar. Fólk og hundar møtast við Royndarstøðina í Kollafirði. Tey, sum vilja vita meira um tiltakið, kunnu leita inn á heimasíðuna huff.dk ein nýggjan front Árni & Marnar sungu um Hundin brúna Mynd: Jens Kr. Vang Óli elskaði tónleikin hjá Frændum Vóru í hvør sínari legu Óli Breckmann og Frændur vóru í livligum kjaki á Rás2 leygarkvøldið Myndir : Jens Kr. Vang