Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-03, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. mars 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 43 - 3. mars 2009 EXCEL I - tEy fyrstu fEtInI - Fá teir grundleggjandi kunnleikarnar til Excel uppá pláss Situr tú enn við roknimaskinuni og hyggur eitt sindur øvundsjúk/ur eftir teimum, sum bara tasta alt inn á Excel og vupti, so er úrslitið klárt? Ella brúkar og hevur tú kanska brúkt Excel í minni mun, men kundi hugsa tær at lært forritið heilt frá grundini? Excel er eitt rokniark, har tað er møguligt at arbeiða við tølum og grafum uppá allar hugsandi (og óhugsandi) hættir. Við at luttaka á hesum skeið- num, fært tú grundleggjandi kunnleika til Excel. Tú lærir tær mest brúktu og mest týðandi funkurnar. Aftaná skeiðið kanst tú brúka og fáa stóra gleði av forritinum í tínum dagliga arbeiði. nær: 16 - 17. mars 2009, kl. 9.00 - 16.00 Hvar: Formula.fo Kostnaður: 4500 kr. u/mvg. (5625 kr. v/mvg.) Max: 14 luttakarar Miðalkarakterur feb 11,7 tHE vEry bEst of EXCEL, Word, outLooK & PoWErPoInt - um at gagnnýta Office forrit optimalt Brúkar tú Word, Outlook, Excel og PowerPoint í tínum dagliga arbeiði? Gjørt tú tingini uppá tann ósmarta mátan við fult av um- vegum? Kundi tú hugsa tær at fingið ein lættari dagligdag við hjálp av forritunum? Svarar tú ja uppá hesar spurningar, er stundin komin at arbeiða eitt sindur smartari og gagnnýta tey amboð, tú longu allíkavæl hevur. Við at arbeiða smartari, vinnur tú nógva tíð og onkur segði, at tíð er peningur;-). Skalt tú tryggja tær pláss, eigur tú at tekna teg beinanvegin, tí hetta er eitt av okkara best umtóktu telduskeiðum. Sagt um skeiðið:”Hattar skeiðið er faktiskt tað besta skeiðið eg havi verið til”. ”Eg lærdi meir enn eg væntaði” nær: 18 - 19. mars 2009, kl. 9.00 - 16.00 Hvar: Formula.fo Kostnaður: 7200 kr. u/mvg. (9000 kr. v/mvg.) Max: 14 luttakarar Miðalkarakterur 10,2 starvsfóLKaHondbóKIn - eitt MUST úr HR-amboðskassanum Flextíð, avspáking, jarðarferðir, tannlækna, royking, menningarsamrøður... Somu spurningar stinga seg upp umaftur og umaftur - tú uppfinnur trúliga djúpa tallerkin hvørja ferð. Kanska eitt sindur ørg/ argur, tí hvussu var tað nú, vit gjørdu seinast? Tíðin er komin at fáa skil uppá viðurskifitini einaferð med alla. Henda work- shoppin hjálpir tær at byggja upp eina starvsfólkahondbók, sum gevur tær og tínum starvsfólkum nakrar leiðreglar at halda tykkum til, soleiðis at tit sleppa undan diskussiónum og kanska kegli um hópin av spurningum. Eingin grund til at gera arbeiði truplari enn neyðugt, so tú fært eina skabelón av eini starvsfólkahondbók við tær heim á einum geyma. nær: 19. mars 2009, kl. 8.30 - 15.30 Hvar: Hotel Føroyar Kostnaður: 4300 kr. u/mvg. (5375 kr. v/mvg.) Max: 16 luttakarar Miðalkarakterur 10,2 bEtrI stýrIng og ryKKjan av dEbItoruM - fáið útistandandi pening í hús Hava tit í 1000’undavís av peningi útistandandi? Royna tit ymisk kynstur at fáa peningin í hús, í fleiri førum til onga verðsins nyttu? Er hetta vorðið ein tyngjandi ábyrgd, sum í ringasta føri kann føra við sær, at tit aldrin fáa peningin inn? So er hetta skeiðið helst nakað fyri tykkum. Á skeiðnum fært tú íblástur til, hvussu tú á bestan hátt handfarir skuldarum líka frá fyrsta faktura verður send, til fyribyrgjan av tapi, til áminngarskriv, ómaksgjøld, rentur og innheintan. Ofta er tað trupult at vera tann, sum við fremsta- fingri á lofti skal ringja til kundan fyri at minna hann á at gjalda. Á skeiðnum fært tú eisini íblástur til, hvussu tú tryggjar eitt gott og javnbjóðis samskifti við kunda og varðveitir góða sambandi, soleiðis at kundin framvegis ynskir at verða kundi í fyritøkuni. nær: 25. mars 2009, kl. 9.00 - 16.00 Hvar: Hotel Føroyar Kostnaður: 4280 kr. u/mvg. (5350 kr. v/mvg.) Miðalkarakterur 10,3 EnnEagraM - nÙ vIKusKIftIÐ - Mennandi, spennandi og stuttligt Skalt tú samskifta væl og fáa mest møguligt burturúr bæði vinnuligt og privat, hevur tað stóran týding at kenna fyrst og fremst tína egnu, men eisini aðrar vangamyndir. Nýtslan av Enneagramminum innan samskifti og menning er vaksin nógv í umheimi- num seinastu árini. Bæði innan tað almenna og í privatu vinnuni. Fyritøkur sum t.d. Microsoft, Novo Nordisk og Pfizer í Dan- mark brúka enneagrammið í teirra innanhýsis samskifti. Enneagrammið er sera hent sum grundarlag í undirvísing, í mediatión/ konfliktloysing, í supervisión og í setanar- og menningarsamrøðum. nær: 6 - 8. mars 2009, kl. 9.00 - 16.30 Hvar: Hotel Tórshavn Kostnaður: 3.475 kr. Max: 20 luttakarar Miðalkarakterur 10,4 brain Push-ups frá synergi Tvørgøta 13 - 100 Tórshavn - Tel. 32BELL (322355) - Fax 322FAX (322329) - www.synergi.fo - synergi@synergi.fo