Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-03, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. mars 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 43 - 3. mars 2009 Um klokkan hálvgum trý seinnapartin í gjár, kom eldur í ein bil, sum var farin útav vegnum við Bjargir, norðanfyri Langa­ sand. Hóast bilurin koyrdi seint og var um 1 ár, kom eldur í av stoytinum 112 Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Um klokkan hálvgum trý í gjár, kom ein fráboðan til alarm sentralin um ein bil, ið var farin útav vegnum norðan fyri Langasand, og at eldur var komin í bilin. Ein maður førdi bilin, og var einsamallur í honum tá óhappið hendi. Hann kom koyr andi suðureftir Víkar­ vegnum, og koyrir við Bjargir, norðanfyri Langa­ sand, tá hann er óskettin meðan hann skimast niðan í bøin, har hann sær onkran geva seyðinum, og koyrir út av høgrumegin, og niður í eina veit. Maðurin, ið koyrdi bilin, greiddi fyri løgregluni frá, at hann, nú tá hann hugsaði nærri um tað, í okkurt um eina viku frammanundan hevði hómað onkran løgnan lukt úr instrumentbrettinum, men at hann tá ikki hevur lagt meira í tað. Tá bilurin fer útav vegnum, koyrir hann niður í eina veit, og eldur kemur í bilin. Men í tí at bilurin er farin niður í eina veit, er bilur in skoraður fastur, og dyrn ar fáast ikki, so tann vegin sleppur hann ikki út. At enda eydnast tað hon­ um at bróta seg út gjøgnum síðu rútin á førarasíðuni. Verður kannaður Bilurin, sum maðurin koyr­ di við, var av slagnum Ssang Yong Actyon, knapt 1 ára gamal. Vegurin, har maður in koyrdi er ein­ sporaður, og ferðin var lítil tá, óhappið hendi. Tískil kann tað tykjast sera løgið, at eldur skal koma í bilin, tá hann er somikið nýggjur, og ferðin somikið lág, um framt at eingin serligur materiellur skaði hendi í upp runa liga stoytinum. Løgreglan greiðir frá, at ein av orsøkunum kann vera, at bilarnir eru blivnir alt meira tekniskir, og har kann saktans okkurt vera fest í. Bilurin er nú koyrdur á Ak stovuna, har hann verður kannaður nærri. Breyt seg úr logandi bili Sum tað sæst á myndunum, er bilurin sera illa brendur. Næstan bara reint metal er eftir, og mestsum alt annað er brent av bilinum Myndir: Jens Kristian Vang Virðið á partabrøvum í Atlantic Petroleum fellur skjótari enn steinur av himli omaná vána liga úrslitið, ið varð kunngjørt fríggja­ morgunin. Virðið er fallið 32 prosent síðan tá Oljuvinna Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Tað gongur av skriðuni hjá føroyska olju­ og gass felag­ num Atlantic Petroleum. Olju­ og gassfelagið Atlantic Petroleum kundi í 2008 fyri fyrstu ferð vísa á vinning av sølu. Tær 43,3 milliónirnar, teir fingu inn fyri sølu, vóru tó langt frá nokk til at fáa botnlinjuna hjá felagnum at fara á pluss, og tilsamans kundi felagið vísa á eitt undirskot áðrenn skatt á 145,4 milliónir krónur, ið næstan er tvífalt so stórt sum árið fyri, tá talan var um eitt undirskot á 76,1 milliónir krónur fyri skatt. Tá Atlantic Petroleum kunn gjørdi ársroknskapin, vísti tað seg eisini at væl varð skarvað av egin­ peningi num, sum fall frá 227,2 milliónum niður í 166,8 milliónir krónur. Sam stundis vaks skuldin úr 68,7 milliónum krónum upp til 357,4 milliónir krónur. Hesi vána úrslit verða sjálvsagt eisini revsaði á virðisbrævamarknaðinum. Síðan fríggjamorgunin, tá úrs litið varð kunngjørt, er virðið á partabrøvum í At lantic Petroleum farið 32 pro sent eftir reyv, og tá er fallið bert góð trý prosent í dag. Fyri árið 2009 væntar felagið eitt rakstrarúrslit á 20 til 25 milliónir krónur áðrenn frádráttir av mis­ eydnaðum royndar boring­ um. Virðið á partabrævinum er í skrivandi stund 272 krónur, ið er næstan ein tíggjunda part av tí, part a­ brævið kostaði, tá tað kostaði mest í november 2007, tá tað kostaði 2415 krón ur fyri partabrævið Atlantic Petroleum í fríum falli Botnlinjan hjá Atlantic Petroleum gjørdist gløðandi reyð, og tað verður revsað á virðisbrævamarknaðinum. Virðið er minkað við 32 prosentum síðani ársroknskapurin var kunngjørdur Savnsmynd Neyvan nøkur lodna Tey, sum eiga íslendsku nótaskipini, hava næstan mist allar vónir um, at skipini sleppa á lodnuveiði í ár. Tær seinastu vikurnar hava bæði havrannsóknarskip og nótaskip leitað eftir lodnu víða í íslendskum sjógvi. Eina tíð var so mikið at síggja, at nøkur fá skip fingu nakrar túrar, men síðani hevur verið steinoyðið aftur. Leitingarskipini hava serliga leitað á Suður­ og Suðureysturlandinum, men teir seinastu dagarnar hava skipini leitað á Vesturlandinum og Vestfirðum. Í gjár varð sagt, at verður finna skipini ikki lodnu í hesari vikuni, gevast tey. Nýtslan í USA veksur Tað kom heldur óvart á eygleiðarar, tá amerikanska stjórnin í gjár kunngjørdi, at sambært hagtølunum vaks tann privata nýtslan í USA í januar, og at inntøkurnar eisini hækkaðu eitt vet. Hagstovan í Washington sigur, at tann privata nýtslan vals 0,6 prosent í januar, og hetta er størsti vøksturin síðani mei í fjør. Hetta er ein stór broyting samanborið við desember, tí tá minkaði privata nýtslan eitt prosent. Inntøkuvøksturin í januar var 0,4 prosent, og tað er eisini tað mesta síðani mei í 2008, sigur handilsmálaráðið í Washington.