mikudagur 4. mars 2009síða 2
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
tíðindi
Nr. 44 - 4. mars 2009
Um tvær vikur skulu
allir næmingar í 9.
flokki í Føroyum
til PISA-kanning.
Hesaferð verður
høvuðsdenturin
lagdur á lesing. Men
aðrir førleikar verða
eisini kannaðir
Undirvísing
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Sjokkið aftan á seinastu
PISA-kanning hevur nóg
illa lagt seg, nú føroyskir
skúlanæmingar í 9. flokki
aftur skulu samanberast við
ungdómar í øðrum londum.
Sum vanligt verður høvuðs-
denturin lagdur á eitt serligt
evni. Seinast vóru tað nátt-
úrulærugreinir, og hesaferð
verður høvuðsdentur lagdur
á lesiførleikan hjá næming-
unum.
Seinasta PISA kanningin
var í 2006, og tá endaði Før-
oyar á einum syndarligum
botnplássi millum tey 57
londini, sum tóku lut. Bara
skúlaverkið í Meksiko var
verri fyri enn tað føroyska.
Nú luttaka 62 lond og
aftur hesaferð er Menta-
málaráðið, sum skipar fyri
kanningini. Í hvørjari kann-
ing verður trý øki kannað,
lesing, støddfrøði og náttúru-
lærugreinir. Eisini verður
bakstøðið
næminganna
kannað, eitt nú viðvíkjandi
skúlagongd, kyn, familju-
støðu, frítíðarvirksemi og
hugburði til skúlagongdina.
Í tilfari, sum Mentamála-
ráðið hevur framleitt, verð-
ur sagt, at kanningin skal
fáa í ljósmála førleikatøðið
í Føroyum, so til ber at
fremja tiltøk, ið skulu gera
næmingarnar betri førar
fyri at klára seg í einum
meiri altjóðagjrdum heimi.
Eisini verður sagt, at
kanningin varpar ljós á,
hvussu tey ungu duga at
nýta eina vitan, tey hava
ognað sær í undirvísingini,
ella hvussu tey ungu ítøki-
liga duga at nýta vitanina,
tá ið ein uppgáva skal loys-
ast. PISA varpar sostatt ikki
ljós á innialdið í lesiætlan-
unum í einstøku londunum.
Tá úrslitið av PISA-kann-
ingini fyriliggur, ber eisini
til at lesa, hvussu næming-
arnir eru fyri í mun til til-
feingisnýtslu og undirvís-
ingarumstøður
annars.
Úrslitið av kanningini mars
2009 verður kunngjørt í des-
ember 2010.
Skúlabørn leggjast á PISA-vektina
AðAlstjóri til
AlmAnnAmálAráðið
les meira á www.tinganes.fo
sansir.fo
Í døgunum 23. – 27. mars hava føroyskir skúlanæmingar í 9. flokki tveir tímar at svara umleið 26 spurningum, og síðani 45 minuttir at svara persónligum spurningum. Sama mannagongd er í
øllum teimum 62 luttakaralondunum.
PISA (Programme for International Student Assessment)
er ajtóða kanning, sum mátar førleikar, ið serfrøðingar í
OECD-longunum halda vera grundleggjandi og neyðugar
fyri, at einstaki borgarin megnar at taka av teimum avbjóð-
ingunum, sum vitanarsamfelagið setur. Sagt verður, at utt-
an eitt høgt førleikastøði ber ikki til at fremja búskaparlig-
an vøkstur, ið aftur er við til at skapa sosiala menning.
FAKTA
Visti tú…
..at londini, sum higartil
hava verið við í PISA
kanningini, fevna um á
leið 90 prosent av heims-
búskapinum?
Les meira á:
www.pisa.oecd.org
www.oecd.org/media
www.oecd.org/publications
www.oecd.org/statistics
Øðrvísi bindisnið í Norðurlandahúsinum
DK:KNIT er heitið á framsýning við bindisniðum, sum letur
upp fríggjadagin í Norðurlandahúsinum. Tað er Kolding Design-
skole, sum hevur tikið stig til framsýningina. Við á framsýning-
ini eru 11 sniðgevar, m.a. føroyska Katrina í Geil, sum hevur
tikið útbúgving frá Kolding Designskole.Umframt bundin
pløgg verða eisini ymiskir lutir sýndir fram, sum vit her heima
kanska ikki seta í samband við binding. Her er gott høvi hjá øll-
um, ið hava áhuga fyri sniðgeving og binding at fáa
íblástur. Kurator av framsýningini er Helene Jensen, ið dagliga
starvast á Kolding Designskole. Fernisering verður fríggjadagin
6. mars klokkan 17. Framsýningin er opin til og við 14. apríl.
Tingmenn bóðu um umbering
Í íslendska Altinginum kjakaðust fólk í gjár um bankakreppuna, og sum
vera man kom kjakið inná, hvør hevði ta politisku ábyrgdina av tí, sum
hendi íslendska fíggjarkervinum. Ástu Möller úr Sjálfstæðisflokkinum
segði seg eiga sín part av ábyrgdini, og Mörður Árnason úr
Samfylkingini bað um umbering fyri, at hann ikki hevði funnist nóg
mikið at oddamonnum floksins. Sigurður Kári Kristjánsson úr
Sjálfstæðisflokkinum vísti á, at fleiri leiðandi politikarar í hansara
flokki hava tikið avleiðingarnar, men hann helt, at tað kann ikki sigast
um oddafiskarnar í Samfylkingini, sum tvørturímóti sita í stjórn enn,
helt hann.