mikudagur 4. mars 2009síða 27
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 44 - 4. mars 2009
í menningarlæruni
man eitt apu-menniskja.
Men Dubois vildi ikki vísa
dýrgripin fyri nøkrum øðrum. Alt
sum hann vildi vísa var eitt gips-
modell, sum hildið verður, at
hann hevði gjørt av einum skølti.
Hann hevði funnið ein skølt og
eitt lærbein. Tað var ógvuliga
týðiligt at lærbeinið var av einum
menniskja, eins týðiligt var, at
skølturin var rættiliga apulíkur í
útsjónd. Við at látast sum hesi
vóru úr sama upphavi, setti hann
tey saman og kallaði sameining-
ina “Pithecanthropus erectus”.
Men Eugens Dubois segði ikki
heiminum allan sannleikan.
Hann segði ikki, at lærbeinið
varð funnið umleið 50 føtur
niðanfyri skøltin. Ei heldur segði
hann, at á somu hædd sum
apulíki skølturin, Pithecanthrop-
us, varð funnin, vórðu tveir
mannaskøltar (kendir sum Wad-
jak 1 og 2) eisini funnir. Hesir
mannaskøltar høvdu eina skalla-
rúmd, sum máldi umleið 1550 –
1650 cc. (helst meiri enn flestu
okkara hava).
Í 26 ár fjaldi Dubois hesar
mannaskøltar undir gólvbrett-
unum á kamari sínum, tí hann
visti, at um hann opinberaði, at
hann fann hesar á sama hæddar-
stigi, og at teir eyðsýniliga vóru
javnaldrar, so kundi Pithecant-
hropus ómøguliga vera forfaðir
okkara. Áðrenn Dubois doyði,
var hann komin til ta niðurstøðu,
at skølturin hoyrdi til eina stóra
gibbonapu, og at hetta als ikki
var nakað apu-menniskja.
Neanderthal Man
Nú koma vit til eina aðra víða-
kenda “uppdaging”: the Neand-
erthal Man. Eg eri vísur í, at tú
kemst við “Homo neanderthalen-
sis”. Í síðstu øld varð ein nøgd av
hesum beinagrindum funnin í
Neander Dalinum nær Dussel-
dorf í Týskalandi. Hesar vórðu
umskapaðar av einum palaeonto-
logisti, nevndur Boule. Nú byrj-
aðu teir at prýða øll heimsins
listasøvn og lærubøkur. Tú eigur
at minnast myndir av Neandert-
hal monnum. Hesir vóru boygdir
framyvir, og gingu á uttaru síðu á
fótunum; høvdu ein gassa um
herðarnar og dragsaðu konur
sínar eftir hárinum. Hetta var hitt
fullkomna apu-menniskja.
Seinni kom fyri dagin, at Nean-
derthal ikki einans hevði eingil-
ska sjúku og liðagikt, sum elvdi
til at hann gekk boygdur fram-
yvir, men harafturat hevði Boule,
sum hevði eina rúgvu av beinum
at arbeiða við, umbygt hesi fyri
at fáa Neanderthal at líkjast eini
apu á best gjørligan hátt. Um-
byggingin var so ótrúlig, at enntá
stóratá vendi úteftir á fótinum,
eins og var tað tummilin á eini
apu. Ætlandi var tað hetta, sum
fekk Neanderthal at ganga á
uttaru síðu á fótunum.
Vit kunnu ikki koma uttanum
niðurstøðuna, at Boule á ein
ótrúligan hátt hevði umskapað
hesar skapningar, fyri at fáa teir
at líkjast apum. Nú eru nútíðar
vísindamenn komnir til ta niður-
støðu, at hetta var eitt stórt svika-
bragd. Men aftur vóru milliónir
av menniskjum lumpaði.
Australopithicines
Nú koma vit til “Australopithici-
nes”, ella “Southern apes” (suður
apurnar), sum tær eru kallaðar.
Palaeontologistar settu nú ljós-
kastaran á Afrika, har vit finna
slík víðagitin nøvn sum Zinjan-
thropus, Homohabilis, Skull
(skøltur) 1470 og “Lucy”, hin
funni luturin hjá Donald Johan-
son. Við vissu er okkum sagt, at
hetta vóru forfedrar manna-
ættarinnar.
Nú, er tað soleiðis? Sjálvandi
er almikið av vandamálum á
vegnum. Lord Solly Zuckerman,
ein leiðandi enskur anatomistur
(kropsbygnaðarfrøðingur) hevur í
fimtan ár kannað leivdirnar av
Australopithicines. Niðurstøða
hansara er, at hesar leivdir heilt
og fult eru apur. Eisini Dr.
Charles Oxnard, fyrrverandi við
University of Chicago, nú á Uni-
versity of Southern California,
hevur gjørt margfaldar teldu-
greiningar við hesum beinum, og
niðurstøðan er at Australopithici-
nes gingu ikki upprættir, soleiðis
sum áður varð hevda, men at teir
gingu á knúgvunum og høvdu
langar armar. Als ikki forfedrar
okkara, men rætt og slætt apur.
Lord Zuckerman segði, at um
menniskjað hevði ment seg frá
eini apu-forfedra, so var hetta
farið fram uttan at lata eftir seg
eina einatu slóð í fornleivdunum.
Er hetta dámurin sum ungdómur
okkara fær í skúlunum í dag ?
Ein ungur maður, sum fyri kort-
um tók eitt skeið í mannafrøði á
University of Florida segði mær,
at hann var bilsin, at professarin
við endan av skeiðnum var so
mikið rættvísur, at hann beint út
greiddi flokkinum frá, at alt, sum
tey høvdu lært ígjøgnum lestrar-
skeiðið, einans var tómt høvuð-
brýggj. Hann segði, at einki av tí
hevði hald í veruleikanum.
Hvussu eru røturnar?
Spurningur: Er hetta sett í verk
av vísindamonnum ella av svika-
monnum? Er menningarlæran
størsta skrøgg alra tíða? Um so
er, hvat eru motivini hjá
evolutiónistunum?
Má eg siga tær, at hetta er ikki
serliga áhugavert, ei heldur látur-
ligt; hetta er sera, sera álvarsamt.
Tað er altíð týdningarmikið at
fara til orsøkina – antin tað snýr
seg um sjúkdóm, eina rørslu, ella
eina lívsáskoðan – fyri at finna
røturnar. Uttan iva hevur menn-
ingarlæran verið hitt mest ávirk-
andi ástøði í tjúgindu øld. Hon
hevur framleitt ótrúlig úrslit.
Hvat hevur hon framleitt?
Hon hevur framleitt nasis-
muna. Darwin skrivaði eina bók
við heitinum “Origin of Species”
(við undirheitinum: Preservation
of Favoured Races in the
Struggle for Life). Fyri Hitler,
sum var svorin evolutionistur, var
tað bert eitt lítið stig at fara frá
“the survival” (hini yvirlivandi
(rasu) til “the dominance” (hini
ráðandi rasu).
Aftur og aftur goysti Mussolini
um seg við málburði menningar-
lærunnar. Eisini hann var svorin
evolutionistur, sum háðaði ástøði
um frið, íð ikki tektist menningar
ástøðinum, men at bardagin
(kríggið) fór at seta ferð á til-
gongdina við evolutiónini, sum
var hægsta mál hansara. Hugsa
um týningina í seinna heimsbar-
daga. Er hetta smávegis tilburður?
Ella hugsa um Karl Marx sum
gjørdist so ásttikin av menning-
arlæruni, táíð hann las bókina hjá
Darwin, at hann nú helt, at
vísindaligi grundvøllur komm-
unismunnar var opinberaður.
Táíð kommunisman og øll onnur
gudloysis hugtøk ikki trúgva á
ein skapara, verða tey noydd at
greiða frá heimsins tilveru við
menningarlæruni. Marx helt, at
hann hevði funnið hetta í Darwin-
ismuni. Hann var í slíkan mun
ásttikin av hesi læru, at hann
ynskti at víga bók sína “Das
Kapital” til Charles Darwin. Til
alla lukku var kona Darwin so
mikið at sær komin, at hon ráddi
honum frá at góðtaka hesa
“æru”. Grundarlagið undir
kommunismuni í dag er út í æsir
menningarlæran. Eg las nakað,
sum ein ráðharri úr Asia skrivaði.
Hann skrivaði at táíð kommun-
istarnir yvirtóku bygd teirra, tá
byrjaðu teir við tað sama at læra
fólkið menningarlæruna, grund-
vøll kommunismunnar. Hetta er
ikki einans vanligt eystanfyri,
men eisini í Amerika hava vit
sekulera (verðsliga) humanismu,
sum ógvuliga avgjørt byggir á
menningarlæruna – so nógv at
Humanist Association útnevndi
Carl Sagan sum “Ársins Human-
ist” fyri hansara røð um menning-
arlæruna, sum var í tíggju pørt-
um. Tey fyrstu tvey punktini í
“Humanistiska Manifestinum”
viðgera heilt og fult menning-
arlæruna, tey greiða frá, at menn-
iskjan er ein náttúru úrdráttur,
framleidd av umhvørvinum, at
menniskjan var ikki skapt, men
var útviklað.
Vit síggja, at annaðhvørt vit
tosa um nasismuna, fasismuna,
kommunismuna ella humanis-
muna, so er menningarlæran
grundsúlan, sum heldur øllum
saman.
Hvat annað hendi í síðstu øld
sum úrslit av ástøði menningar-
lærunnar? Í landi okkara og um
alheimin er ein ómetalig kynslig
kollvelting. Alt er loyvt. Fyrst var
tað pornografi, síðani hjúna-
bandsbrot og hor, síðani blóð-
skemd (incest) og homoseksuali-
tetur; og nú eisini bestialitetur.
Hesin kynsligi ólevnaður hevur
ført við sær ómetaligar kynsjúk-
ur. Í dag eru úti millum manna í
landi okkara 25 ymisk sløg av
smittandi kynsjúkum. Hví er
soleiðis vorðið?
Hví er soleiðis vorðið?
Evolutión vil sleppa av við Gud,
og tí er einki endamál; tí uttan
Gud er einki endamál við til-
veruni. Kanska er eingin máliska
meiri vanstyggilig í oyrunum á
einum evolutiónisti enn “teleolo-
gy”, sum er tann læran, at í øll-
um lutum og í øllum tilburðum,
fer tað fram íð hevur tilætlað
endamál. Hóast eygað hevur sítt
endamál, so hevur tað fyri einum
evolutiónisti einki endamál – tað
er bara har av tilvild. Er einki
endamál, so er eingin meining; er
eingin meining so er eyðsýniliga
alt loyvt.. Eyðsýnt er tá eingin
treytaleysur moralskur sannleiki.
Aldous Huxley, leiðandi gud-
loysingur og menningarlæru
fjeppari, skrivaði bókina “Brave
New World”. Hann segði hetta:
“Mín grundregla var, at eg ynskti
ikki at geva heiminum meining;
tískil vildi eg látast sum hann
onga hevði, og eg var uttan
trupuleikar førur fyri at finna
nøgdsamar orsøkir fyri mínum
varhuga...... Fyri meg sjálvan og
uttan iva fyri mítt samtíðarfólk
hevur lívsáskoðanin um mein-
ingsloysi í høvuðsheitum verið
eitt tól, sum hevur skundað undir
frígeringina. Frígeringin vit
tráaðu eftir var samstundis frí-
geringin frá einum ávísum polit-
iskum og fíggjarligum kervi
(kapitalismuni) og frígeringin frá
einum ávísum moralskum háttar-
lagi. Vit mótmæltu siðalæruni, tí
hon legði seg út í okkara kyns-
liga frælsi.”
Ein annar víðagitin, eisini við
navninum Huxley, var Sir Julian
Huxley, abbasonur Thomas
Huxley, kendur sum “Darwin`s
Bulldog”. Sir Julian var fyrr-
verandi leiðari í UNESCO
(United Nations Educational
Scientific Cultural Organisation),
og helst heimsins mest víðagitni
lívfrøðingur við atliti til menn-
ingarlæruna. Eg gjørdist bilsin
táíð eg í eini sjónvarp sending
hoyrdi hann siga: “Vit øll hopp-
aðu uppá “Origin” (tað merkir
Origin of Species) tí...” Hví?
Hvat fór hesin mæti vísinda-
maður at siga? Hví hoppaðu tey
uppá “Origin”? Vit kunnu halda
at dómurin hesum viðvíkjandi
var liðugur, tí vísindaligu prógv-
ini, íð sakliga vóru savnaði
saman, vóru so veldig og hug-
bindandi, at ein var noyddur at
góðtaka trúvirði teirra. Men tað
var ikki tað hann segði. Sir Julian
Huxley segði: “Vit øll hoppaðu
uppá “Origin” tí hugmyndin um
Gud legði seg út í okkara kyns-
liga moral.”
Vísindaligir veruleikar? Ella
stórt svik? Trúverdir
vísindamenn? Ella svikamenn?
Eg eri glaður at kunna siga frá
at ongantíð áður hevur menning-
arlæran verið meiri avskepla enn
hon er nú. Hon er flýggjandi yvir
háls og herðar. Víðagitin vísinda-
fólk kring alheimin vakna nú við
kaldan dreym úr hesum villunar
ástøði. Tey kalla hetta eitt álva-
kent skrøgg; ein myta; listilærdar
søgur pentaðar saman; ein
skemdargerð móti ungdómi
okkara um alheimin.
Hvussu er og ikki, úrslitið av
hesum sviki hevur verið van-
lukkuligt, handan førleika manna-
ættarinnar at ætla um. Neyðugt
er at fara til orsakarfrøðina, til
røturnar. Eg ælti mær áhaldandi
at berja niður hetta vanskepilsi
av einum ástøði, sum hevur plág-
að tjúgindu øld. Eg trúgvi, at
ógvuliga skjótt fer allur byggn-
ingurin at rapla.
Sannleikin er, at ein Skapari er,
sum hevur skapt okkum, og sum
hevur sent son sín at endurloysa
okkum; at tey sum seta sítt álit á
Jesus Kristus, hin livandi upp-
risna Frelsara heimsins, tey fáa
fyrigeving syndanna, gávu hins
æviga lívs, meiningina við til-
veruni, endamál lívsins og til
seinast eitt ævigt heim í
Himmlinum.
Skrivað hevur D. James
Kennedy, Ph. D. Loyvi at seta í
føroyskt blað er fingið til vega
frá kelduni: Christian Assemblies
International. Týtt úr enskum
hevur Victor á Lakjuni
27