Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-06, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. mars 2009síða 42

‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

42 tíðindi Nr. 46 - 6. mars 2009 Mánadagin kemur kendi danski sóknar­ presturin og Søren Kierkegaard kenn ar­ in, Anders Kingo til Før oya. Hann fer at hal da fyrilestur um Søren Kierkegaard í Norður landahúsinum týs kvøldið, miku­ kvøldið fara hann og Jógvan Fríðriksson, bi s p ur at tosa um Søren Kierkegaard og hansara verk og tankar og hóskvøldið vitjar hann á Klaks­ vík ar bókasavni. Prestavitjan Jan Müller jan@sosialurin.fo Anders Kingo er í ætt við tann í Føroyum vælkenda Thomas Kingo (1634- 1703), sum eitt nú tjørnu- víkingar enn - bæði væl og virðiliga - klára at ” toga úr hvørj ari lykkju”, so segði Pól F á sinni. Anders Kingo er 53 ára gamal og prestlærdur. Hann er føddur í Løgumkloster, student ur frá Struer, cand. theol. frá Århus Universiteti í 1983 og dr. theol í skriv- ligu avrikunum hjá Søren Kierke gaard frá Køben- havns Universiteti í 1995, og hann er nú sóknarprestur í Ullerup kirkju. Anders Kingo er vituliga ein kennari av S. Kierke- gaard. Og hevur skrivað eina røð av greinum og fleiri bøkur um Søren Kierkegaard (1813-1855). Anders segði – í samrøðu við Kristeligt Dagblad í ein um ávísum sambandi – seg vera ein vanligan evangeliskan-lutherskan sóknar prest, ið ikki kendi seg , so at siga, bundnan av so nevndum ávísum rætn- ingum innan kirkjuna, so sum: tidehvervskan, grundt- víkskan ella missiónskan, men at tær ymsu kirkjuligu kósir nar kundu kenna seg trygg ar við ta leið, sum hann stóð fyri. Um avbjóðingarnar hjá tí kristnu kirkjuni í dag, segði hann, at tær eru somu, sum tær altíð hava verið, nevni- liga: At tala evangeliið inn í tíð ina, ímóti tíðini og á tungu máli tíðarinnar. Anders er vælupplagdur tal ari og ikki sjálv há tíðar- ligur. Sum dømi um hetta seinasta stendur á heimasíðu hansara hetta skoðsmáli frá einum 5 ára gomlum garpi: "Det er præsten, der be stemm er, når man skal graves ned. Han sender nogle på plejehjem, og så graver han dem ned, som bliver til overs." Anders, 5 år Anders Kingo verður at hoyra í neðra í nýggja skála num í Norður landa- húsi num nú týskvøldið 10. mars kl 19 um júst evnið: Søren Kierkegaard. Eisini verður Anders Kingo at hoyra í Miðla- húsinum í samrøðu við Før- oya biskup, Jógvan Fríðriks son, mikukvøldið 11. mars kl. 19 um evnið:” Hvat hevur Søren Kierke- gaard at siga okkum í dag?”. Tá verður eisini høvi at seta spurningar. Anders Kingo verður eisini at hoyra í Býar bóka- savninum í Klaksvík, hós- kvøldið 12. mars kl. 19 - eisini við Søren Kierkegaard sum evni. Anders Kingo fer so eisini at vera saman við før- oyskum prestum mána- dagin. tíðindaskriv Psykiatriski deplinum hev ur gjøgnum seinasta árið verið við í eini umfatandi verk ætlan nevnd ”Av varð andi í psykiatriini”. Tað er deild 2 á deplinum, sum hevur luttikið í hesi verk ætlan, og føroyska toymið er eitt av 18 toymun í dans ka kongaríkinum. Enda mál ið við verkætlanini er at bøta um samstarvið við av varð andi, sum ein nartúr ligan og viðurkendan sam starvs- partnara í viðgerðini av sálarsjúkum á deplinum. Team Tórshavn, sum um fatar starvsfólk á deild ina og deplinum, luttekur í hes um døgum á serligum læringsseminari í Danmark, og hava í gjár vunnið fyrsta prísin og viðurkenning fyri av rikini, tá stýrisbólkurin sum hevur ábyrgdina fyri verk ætlanini og er saman- settur av fakfólkum og brúkara um boðum í Dan- mark tók sína avgerð. Av gerðin er tikin útfrá ávís um krøvum. Toymið hevur gjørt eina plakat, sum lýsir prosessina í arbeiðinum við avvarðandi. Sambært for- manni num í ”Bedre psykia tri” varð mælt til at plakatin bleiv hongd upp á deildum og stovnum í øllum konga ríkinum. sum hugkveikjari til fakfólk og avvarðandi. Arbeiðið í verkætlanini hev ur verið til at gjørt eina hug- burðsbroytan millum starvs fólk. Toymið hevur sys te matiskt skjalfest inn- satsin og hevur arbeitt við at breiða út vitanina. Tað seina sta kravið, sum var valt ú tfrá, er tann eldhugi sum Team Tórshavn hevur víst í prosessini, og síðst men ikki minnst, tað væl vild, stuðul og áhuga leiðsl an hevur víst prosjektinum. Team Tórshavn hevur sam starva við avvarðandi, sum hava verið við í gongd ini. Hesar lívssøgur hava verið sera mennandi og gev andi fyri arbeiði. Í nærmas tu framtíð verður eitt avvarðandi toymi sett á stovn á Psykiatriska depli num, sum víðari skal skipað arbeiði við avvaraðandi á Psykiatriska deplinum. Sum heild má sigast, at tað hevur verið eitt sera gott og gevandi samstarv mill um starvsfólk, toymi, av varð andi og leiðslu, depli num og fólki at gagni. Team Tórshavn sendir eina stóra tøkk til øll, serstakliga av varðandi sum hava við- virka. tíðindaskriv 5. mars 2009 Avtala gjørd við Spring Energy um norsku loyvini PL405 og PL405B Faroe Petroleum boðar frá, at avtala er gjørd við Spring Energy um 15% av norsku loyvunum PL405 og PL405B. Felagið varðveitir 15% av loyvunum. Avtalan inniber, at Spring Energy rindar ein part av kostnaðinum hjá Faroe Petroleum í fyrsta brunninum á loyvunum. Avtalan er partur av strategiini hjá Faroe Petroleum um at selja partar av loyvum, og á tann hátt minka um boriútreiðslurnar hjá felagnum, men samstundis varðveita ein týðandi part av loyvunum. Faroe Petroleum fekk loyvini í APA loyvisumførunum í Noregi í 2006 og 2007. Fleiri prospektir eru á loyvunum. Avtalan við Spring Energy er treytað av, at norsku myndugleikarnir og hinir loyvishavararnir góðtaka avtaluna, og at avgerð verður tikin um at bora ein brunn á loyvunum. Faroe Petroleum, sum nú eigur 23 norsk loyvir, heldur fram við at leita eftir nýggjum møguleikum í Noregi, samstundis sum at minka verður um kostnaðin við avtalum, so sum tann við Spring Energy. Faroe Petroleum luttekur í løtuni í tveimum norskum boringum. Tíðindaskriv á enskum er á heimasíðu felagsins (www.fp.fo) Hvat hevur Søren Kierke­ gaard at siga okkum í dag! tíðindaskriv Umsóknarfreistin at søkja um upptøku á Musikk skúla Miðnám á Tórs havn ar Musikkskúla er 15. mars 2009. Musikkskúla Miðnám er ein 3-ára fyrireikandi undir- vísing til hægri lesn að innan tónleik. Fyri at koma inn á útbúgvingina, skal umsøkjari til upp tøku roynd, og bert tey, ið vísa serstøk evni innan tón leik, verða tikin inn. Musikkskúla Miðnám er á Tórshavnar Musikk skúla. Øll kunnu søkja um upp- tøku. Tað er ikki neyðugt at vera næmingur á Musikkskúlanum fram- man undan, og er hetta eitt til boð til tónleikarar úr øll- um Føroyum. Tvær breytir eru, ein rút- misk og ein klassisk. Á Musikk skúla Miðnámi verður undirvíst í flestu van ligu ljóðførum, tóna- smíði og sangi. Upptøka er treytað av, at skikkaður lærari er til lærugreinina. Upptøkuroyndirnar eru í mai mánaða. Royndin er skipað soleiðis, at um søkjari framførir á egn um ljóðføri, umframt veg leið andi roynd í teori/hoyr u l æru og klaveri. Fyri rútmiskar umsøkjarar er eisini improvisatión og saman spæl. Næmingar á Musikk- skúla Miðnám skulu møta eini 10 tímar um vikuna til undirvísing, umframt venj- ing heima við hús. Atlit verða tikin til ein staka næmingin, so skúla gongd ella arbeiði sam pakkar við lesnaðin á Musikk- skúlanum. Útbúgvingin kostar kr. 2.000,- um árið. Eingin út búgv ingarstuðul er til út búgv ingina. Meira fæst at vita um út búgv ingina við at fara inn á heimasíðu Tórs havnar Muskkskúla: www.tm.fo/ midnam Eisi ni ber til at venda sær til sam skipararnar á Musikk skúla Miðnámi umvegis heimasíðuna. Umsøkjarar skulu útfylla umsóknar blað, ið fæst á heimasíðu skúlans. Kunnandi fundur um út búgvingina verður á Musikk skúlanum á Frúu- trøð hóskvøldið 12. mars kl. 19.00 Tórshavnar Musikkskúli Toymið á Psykiatriska Deplinum heiðrað í Danmark Faroe Petroleum gjørt avtalu við norskt felag Musikkskúla Miðnám – eitt tilboð til evnaríkar næmingar