fríggjadagur 6. mars 2009síða 2
‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
2
Nr. 46 • 6. mars 2009
Jóanes Nielsen kennir
seg karaktermyrdan
Tað kom Jóanesi Nielsen rætti-
liga dátt við, tá hann í útvarpinum
herfyri hoyrdi Carl Jóhan Jensen
staðfesta, at Jóanes Nielsen
mátti hava hjálp frá leikstjóranum
og leikararnum fyri at fáa leikin
»Eitur nakað land weekend?« at
hanga saman á palli.
Orðini fullu í Listatáttinum í
sendingini Ctrl E 8. januar, har teir
báðir Bergur Djurhuus Hansen og
Carl Jóhan Jensen millum annað
kjakaðust um styrkir og veikleikar
í skrivingini hjá Jóanesi Nielsen.
Í sendingini vísti Carl Jóhan
Jensen á, at trupulleikin hjá
Jóanesi Nielsen sum rithøvunda
er, at hann ikki hevur neyðuga
viðfødda ansin fyri drama.
Og hetta gav honum eisini
trupulleikar við leikinum »Eitur
nakað land weekend«, staðfesti
Carl Jóhan Jensen, sum segði
soleiðis í sendingini:
»Hann gjørdi jú heldur ikki tann
leikin heilt uttan hjálp. Hann
brúkti nógv Eyðun Johannesen og
tey fólkini, sum eru í Grímu, og
sum arbeiddu saman við honum
um at fáa tað til at hanga saman
á palli«.
Karakterdráp
- Hatta er stutt sagt ikki rætt,
og tað veit Carl Jóhan eisini. Tí
undrar tað meg stórliga, at hann
situr og breiðir slík ósannindi út
alment, sigur Jóanes Nielsen
Meðan Carl Jóhan Jensen ikki
ynskir at gera nærri viðmerkingar
til sína útsøgn, heldur Jóanes
Nielsen lítlan iva vera um, hvussu
orðini skulu skiljast
- Við hasi útsøgnini vil Carl
Jóhan Jensen vera við, at eg
ikki eri maður fyri tey handrit,
sum bera mítt navn. Einum
slíkum karakterdrápi á meg
sum rithøvunda kann eg snøgt
sagt ikki liva við. Í føroyskum
ummælarahøpi hava orðini hjá
Carl Jóhan Jensen hóast alt eina
ávísa tyngd, og tí kann eg eisini
vera bangin fyri, at fólk trúgva
honum, sigur Jóanes Nielsen.
Tað var leikbólkurin Gríma,
sum í 2001 setti upp leikin »Eitur
nakað land weekend?« eftir at
leikritið hevði vunnið eina leik-
ritakapping hjá Leikpalli Føroya.
Jóanes Nielsen sigur seg
ongantíð hava dult yvir, at sam-
starv var millum seg og leikbólkin
Gríma um uppsetingina av
leikinum. Eisini leikstjórin Eyðun
Johannesen minnist væl hetta
samstarvið. Men at hann sum
leikstjóri saman við leikararum
mátti traðka til fyri at fáa leikin
at hanga saman á palli er nakað
'forferdiligt tvætl', staðfestir
Eyðun Johannesen.
Leikstjórin undrast
Eyðun Johannesen leggur
afturat, at onki óvanligt er í, at
leikritahøvundar samstarva við
leikstjórar ella dramaturgar, tá
leikir verða settir upp. Tvørtur-
ímóti er tað meginreglan. Sum
dømi nevnir hann, at allir leikirnir
hjá størsta leikskaldinum í farnu
øld, Bretholt Brecht, vórðu til í
samstarvi við leikstjórar. Eisini
sjónleikirnir hjá Shakespeare
vórðu lagaðir til pall í tøttum
samstarvi við leikararnar, minnir
Eyðun Johannesen á.
Slík samarbeiði um pallsetingar
hava sostatt ongantíð verið nøkur
loyna, og tí undrar tað leikstjóran,
at hetta brádliga verður drigið
fram sum ein veikleiki ella trupul-
leiki.
- Tær fáu tillagingarnar, sum
fóru fram í sambandi við »Eitur
nakað land weekend«, vórðu
gjørdar í tøttum samstarvi við
Jóanes Nielsen, sum eisini
sjálvur kom við flestu uppskot-
unum til broytingar. Endaliga
úrslitið, sum kom á pall, var
fullstendiga hansara egna - líka
frá skaldsligum hugmyndum og
innihaldi til málbrúk og tónalag,
slær Eyðun Johannesen fast.
Leikrit við góðsi í
Við meiri enn 30 ára royndum
sum leikstjóri ivast Eyðun
Johannesen sjáldan longur í, um
eitt leikrit hevur hevur tað, sum
skal til, fyri at verða til ein góðan
leik á palli.
- Longu tá tú byrjar at lesa eitt
leikrit, sært tú, um nóg mikið
av góðsi og dramatikki er í til at
skapa ein góðan leik. Og tað sá
eg skjótt, at leikritið til »Eitur
nakað land weekend« hevði, sigur
leikstjórin.
Eyðun Johannesen leggur
afturat, at tað krevur serligar
gávur at skriva drama, og tær
gávurnar hevur Jóanes Nielsen
eftir hansara tykki.
- Man plagar at siga, at høv-
undar, ið bæði skriva yrkingar og
prosatekstir oftast eisini eru góðir
dramatikarar, tí á palli ræður um
málið rakar neyvt og situr væl. Og
tað haldi eg Jóanes Nielsen sum
rithøvunda vera eitt gott dømi
um, sigur Eyðun Johannesen.
Árið eftir frumsýningina av
»Eitur nakað land weekend« vann
Jóanes Nielsen Norðurlendsku
Dramatikaravirðislønina fyri
leikritið.
– Tað líkist karaktermorði á meg sum
rithøvunda, tá Carl Jóhan Jensen
heldur uppá, at eg mátti hava hjálp til
leikin "Eitur nakað land weekend". Tað
sigur ein harmur Jóanes Nielsen í
viðmerking til útsøgn hjá Carl Jóhan
Jensen herfyri um virðislønta leikin
- Eg kann ikki liva við, at ein ummælari situr og breiðir ósannindi alment út um meg og mínar bøkur, sum lesarar
kanska fara at trúgva, sigur Jóanes Nielsen
Mentan
Anna V.
Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo