Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-06, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. mars 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 46 • 6. mars 2009 Vikuskifti 4 25 ára langa søgan hjá Frændum er bæði hendingarík og spenn­ andi, og í sendingini Hvonn Live á Rás2 farna leygarkvøldið prátaðu høvuðsmenninir í Frændum um gamlar og komandi dagar. Lurtarar sendu eisini spurningar til Frændum, og teir svaraðu nøkrum av hesum í sendingini. Stundi vóru ikki at svara øllum spurningum, og her svara Steintór Rasmussen, Rani Nolsøe og Eyðun Nolsøe tí nøkrum av spurningunum, teir ikki fingu høvi at svara í sjálvari sendingini. Nýggir sangir á veg Nær kann man vænta nýggju fløguna? Steintór: Til heystar, eftir at fjallið er gingið, og krovinum komin upp at hanga. Altso við øðrum orðum seinast í oktober. Hvønn sang eru tit mest glaðir fyri? Steintór: Sangir eru sum við egnum avkomi ella børnum. Ongin er eins, og tú vilt ivaleyst elskar teir fyri sín ymiskleika. Kortini vil eg nevna Lívsmynd, Føroyar og Eros sum tríggir varðar á Frændur leiðini. Sangir sum Hvítar Flykrur, Mítt land og Zelot standa eisini klárir í huganum. Rani: Mær dámar persónliga best Í tínum tonkum. Eyðun: Rósa er ein góð sam­ anrenning millum orð, lag og arrangement, haldi eg. Hvør tónleikabólkur hevdur havt størst ávirkan a Frændur av fyrstantíð? Steintór: Bjørn Afzelius var kveikjarin mikli ta fyrstu tíðina. Men góðu gomlu Beatles hava ivaleyst eisini givið mangan neista. Hvaðani hava tit fingið íblástur til tykkara yrkingar og løg? Rani: Millum mangt annað frá føroyska fullveldisstríðnum, føroysku náttúruni, føroyska fólkinum, kærleikanum, friðarrørsluni og The Beatles. Tilfarið á skuggasíðuni Tit hava havt nógv hitt, men tað eru eisini sangir, sum eru minni spældir. Hvat dáma tykkum hesar sangir? Steintór: Tað eru fleiri sangir, sum eru sjáldan at hoyra millum fólk. Tað kunnu vera fleiri orsøkir til hetta, eitt nú hvussu innspæl­ ingin eydnaðist. Eg kann t.d. nevna Nýggjur Vetur og Protest, sum eftir mínum tykki hava størri potentialið, enn hvat undirtøkan bleiv í útvarpi og í felagssangi. Rani: Persónliga dámar mær væl okkara samlaða tilfar, so tilfarið á ’skuggasíðuni’ er faktisk ikki soo galið. Hvør halda tit er tann ókendasti - minst spældi - sangurin hjá Frændum? Rani: Kærleiki av útgávuni Saman við tær Steintór: Eg visjón ella Elskar tú eisini meg Gott vinarliga og kreativitetur Hvør er størsta styrkin hjá Frændum? Steintór: Størsta styrkin er helst, at vit hava hildið væl saman og hava verið góðir vinir øll hesi árini. Tað er ofta tað, sum slítur flestu tónleikabólkarnar upp. Vit hava eisini givið pláss fyri hvørjum øðrum, fyri familju, arbeiði og soloprojektum. Tað er helst ein størri spurningur, hvat okkara listarliga styrki hevur verið. Rani: Eg haldi, at tekstirnir hjá Steintór og løgini hjá Eyðun Vinarlagið og kreativit Hvønn sang eru Frændur glaðast fyri? Nær kemur nýggj fløga frá teimum? Og hvat dámar teimum minni spældu sangirnar hjá bólkinum? Her svara Frændur nakað av tí, sum teir ikki fingu stundir at svara í sendingini Hvonn Live farna vikuskiftið Frændur hava stóran týdning Frændur hava veruliga spælt seg inn í hjørtuni á føroyingum, og teirra sangir eru fólkaogn. Steintór Rasmussen, Rani Nolsøe og Eyðun Nolsøe eru virknir menn, og spurningurin er tí, hvønn týdning Frændur hava í teirra lívi? Eyðun: Frændur hevur stóran týdning í mínum lívi. Frændur hevur skapt mín tónleikaidentitet og hevur givið mær eina lopfjøl at koma víðari við mínum egnu projektum. Men tað vísir seg, at líkamikið, hvussu eg hoppi og renni, so komi eg ongantíð at røkka Frændur­status sum solistur. Men tað ger einki. Steintór: Man steðgar á av og á í lívinum og reflekterar eitt sindur, og tá kann mann staðfesta, at Frændur kanska hevur havt størri týdning fyri okkum, enn vit geva okkum far um í dagliga lívinum. Rani: Frændur hevur verið ein fantastisk ferð í okkara lívi. Her sita vit og halda silvurbrúdleyp saman, so hetta hevur verið nakað serligt fyri okkum. Samrøða Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo