fríggjadagur 6. mars 2009síða 5
‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
5
Nr. 46 • 6. mars 2009
teturin eru styrkin
hava verið okkara størsta styrki.
Teir hava fylgt meginpartin av tí,
sum vit hava gjørt. Teir hava gjørt
slagarar upp á strípu, og tað hevur
givið Frændur sína slitstyrki.
Eyðun: Eg haldi, at rockballad
urnar hjá Rana eru okkara styrki
haha. Sangirnir, sum vit hava
skrivað, og tann kreativa orka,
sum hevur verið millum okkum,
er styrkin hjá okkum. Tað finnast
betri sangarar, tónleikarar og
arrangørar enn vit, men vit hava
skapt hesar sangirnar í felag, og
tað er størsta styrkin.
Neyvan 25 ár afturat
Hava tit frammanundan vitað,
hvørji hittini hjá tykkum hava
verið?
Ja, fyrstu skeringarnar á øllum
fløgunum hava verið sokallað hitt.
At tað so onkuntíð hevur verið
trokað um Asíðurnar er so ein
onnur og rættuliga góð søga.
Eyðun: Man kann hava nakrar
tankar um tað og gita, men tað
kann man ongantíð ordiliga vita.
Er tað nakar sangur, sum tit
eru vónbrotin av ikki hevur verið
meira spældur ella gjørdist eitt
størri hitt?
Rani: Nei, als ikki. Vit eru
glaðir fyri, at so nógvir av okkara
sangum eru spældir og sungnir
so nógv.
Í 90’unum vóru tit fremsti live-
bólkur her á landi. Hvussu var
tann tíðin?
Eyðun: Tað var ein spennandi
og avbjóðandi tíð. Men eg vil
siga, at mest spennandi tíðin er
sjálvsagt her og nú.
Hví er so lang tíð liðin síðani
seinastu útgávuna hjá tykkum?
Rani: Vit hava helst havt aðrar
prioriteringar í lívinum.
Ætla tit at spæla i 25 afturat?
Rani: Mín persónliga meining:
Nei
Hví eru
Frændur ikki
goymdir og
gloymdir
Tað eru liðin 25 ár, síðani
Frændur góvu fyrstu plátuna
út, og nú eru 11 ár liðin, síðani
nakað nýtt kom frá Frændum
seinast. Men framvegis eru
Frændur sera væl umtóktir. Hví
eru Frændur ikki goymdir og
gloymdir?
Steintór: Kanska raktu vit
eina nerv í 80’unum, sum hevur
havt ein drúgvan eftirklang. Og
tá fólkið tekur sangirnar til sín
og sjálvt vil halda lív í teimum,
so er tað ein arvur, sum vit ikki
kunnu renna frá.
Rani: Orsøkin er Hundurin
Brúni, Føroyar, 80’ini, Mítt Land
og hinir sangirnir, sum vit hava
gjørt og spæl. Tað eru teir góðu,
sangbaru sangirnir, sum hava
hildið lív í Frændur øll hesi
árini.
Steintór: Eg haldi eisini, at
vit hava dugað at givið pláss til
soloprojektini og tikið onkrar
av teimum sangunum við, tá vit
hava spælt live.
Spurningarnir vóru nógvir og svarini fjølbroytt, tá
ið Frændur hildu 25 ára dagin í sendingini Hvonn
Live á Rás2
Mynd: Jens Kr. Vang
Fríur málburður
Frændur tordu at skriva tekstir við málburði, sum var líkafram. Hvørjar tankar gjørdu tit tykkum um málið í
yrkingunum?
Eyðun: Vit gjørdu okkum nakrar tankar um tað. Vit vildu sleppa burtur úr tí stirvna málburðinum, sum
hevði eyðkent nógvar føroyskar sangir. Kanska hava vit roynt at havt nakrar smáar provokatiónir, sum hava
givið seg til kennar í yrkingunum, og tað gav kanska nakrar broytingar í málbrúkinum. Tað er gott, um vit
hava verið við til at liberaliserað málburðin í sangum.
Steintór: Tað er fólkið, sum býr her á landi, sum skapar talumálið, vit hava, og eg haldi, at talumálið og
sangmálið eiga at fylgjast nokk so væl at. Ikki minst, tá ið mann skal finna nakrar bleytar vokalar at syngja
uppá og fáa tað at ljóða nokk so pent.