týsdagur 10. mars 2009síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 48 - 10. mars 2009
Nýggja kappingin hjá
Granskingarráðnum
um at tekna ein
granskara er byrjað,
so nú er at finna
litblýantarnar og
hugflogið fram
Kapping
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin
Øll børn í 1. til 8. flokki
kunnu nú luttaka í kapp
ingini hjá Granskingar ráð
num, har tey kunnu senda
inn tekningar av einum
granskara,
sum
er
til
ar beiðis.
Børnini gera sjálvi av, um
granskarin er ein kona ella
ein maður, um hann arbeiðir
úti ella inni, er nørdasligur
ella stuttligur, stórur ella
lítil bara tað er ein gransk
ari, soleiðis sum tú heldur,
at hann sær út.
Gott hevði verið, um
børn ini tíma at skriva eina
ella tvær reglur um, hvat
granskarin ger ella hvar
hann er á myndini, men
hetta er tó ikki eitt krav,
siga tey á Gransking ar
ráðnum
Nógvir vinningar
Kappingin er longu byrjað,
so nú er at finna pappír og
litblýantar fram, tí hvønn
mánað fram til oktober
verður ein vinnari funnin.
Fyrsta freistin at lata inn
tekningar er 30. mars. Øll,
sum
vitja
heimasíðuna
www.gransking.fo
kunnu
atkvøða
fyri
innkomnu
tekningunum, sum verða
lagdar á heimasíðuna, tá
mánaðarfreistin
er
úti.
Latnar verða virðislønir til
nr. 1, 2 og 3. Vinningarnir
eru bøkur frá Føroya Skúla
bókagrunni.
Í november velur ein
dóms nevnd so tríggjar tær
bestu tekningarnar millum
allar innkomnu tekning ar
nar, uttan mun til, hvør
hevur
vunnið
mánaðar
kapp ingarnar.
Í
dóms
nevnd ini sita umboð fyri
Gransk ingarráðið og lista
fólk.
Høvuðsvinningarnir eru:
Nr. 1 – Dell telda frá City,
virði uml. kr 5.000, nr. 2 og
3 – fartelefon frá Voda fone,
virði hvør uml. kr. 2.500
Kveikja áhuga
Á Granskingarráðnum siga
tey, at endamálið við at
fyriskipa kappingina er at
kveikja
áhugan
millum
børn og ung fyri gransking
og útbúgving innan vísindi.
Við at leggja allar tekn
ingarnar
á
heimasíðuna
vónar Granskingarráðið, at
allir
luttakarar,
vinfólk
teirra, foreldur, lærarar og
onn ur fáa høvi at síggja
tekningarnar og fáa íblástur
og hugskot til nýggjar tekn
ingar ella prát um vísindi.
Fá meir at vita um kapp
ingarreglur og annað á
www.gransking.fo
Í mei mánað kemur
væl umtókti danski
rithøvundurin
Hanne-Vibeke Holst
til Føroyar at halda
fyrilestur um javn-
støðuhugtakið í sín-
um bókum
Vitjan
Anna V Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Kvinnur, politikkur og vald
verða á breddanum, tá
kendi danski rithøvundurin
HanneVibeke Holst kemur
til Føroyar at halda fyrilestur
í mei mánað.
Tað eru Javnstøðunevndin
og Demokratia, sum hava
boðið HanneVibeke Holst
hendavegin at halda fyri
lestur við støði í hennara
bók um
Kronprinsessen,
Konge mordet og Dronn
inge ofret, har gjøgnum
gang andi temaið er kvinnur,
politikkur og javnstøða.
– Hesar bøkurnar viðgera
í fleiri mátar somu spurn
ingar, sum Javnstøðu nevnd
in og Demokratia arbeiða
við. Tí hildu vit tað vera
rættiliga hóskandi at bjóða
júst HanneVibeke Holst til
Føroyar at tosa um hesi
evni,
sigur
Kristianna
Winth er Poulsen, forkvinna
í Javnstøðunevndini.
Røkkur langt
HanneVibeke Holst hevur
vunnið hópin av prísum fyri
sínar bøkur, og er hon ein
av best umtóktu rithøv und
unum í Danmark í løtuni.
Forkvinnan í Javnstøðu
nevndini dylur heldur ikki
yvir, at hetta eisini hevur
havt týdning fyri, at tað júst
bleiv Holst, sum fekk inn
bjóðingina at koma til Før
oya.
– At hon hevur ein so
stór an lesaraskara ger jú, at
hennara boðskapur røkkur
út til sera ymisk fólk eisini
tey, sum kanska ikki hugsa
so nógv um javnstøðu
spurn ingin annars, sigur
Kristianna Winther Poul
sen.
HanneVibeke Holst lut
tekur javnan í almenna
kjak inum í Danmark og
aftrar seg ikki við at kalla
seg sjálva eina "javnstøðu
kelling". Eisini á Altjóða
Kvinnudegnum fyrradagin
var hon at hoyra, tá dag
blaðið Politiken skipaði fyri
kjakfundi.
Á
fundinum
segði Holst millum annað,
at hon helt tað vera tanka
vekjandi at hoyra, at flestu
kvinnuligu
politikarar
kenna seg sjálvar aftur í
bók unum Kronprinsessen,
Kongemordet og Dronninge
mordet.
Tað, eg havi roynt at lýsa
í hesum tríverkinum, er,
hvussu valdið svarar kvinn
um aftur: Hava kvinnur tað
serliga trupult í politikki
ella hava tær lættari við at
vekja uppmerksemi. Megna
tær at dribla seg undan
mann fólkaræðinum,
sum
tær fara inn í og fáa at
ridla?, spurdi Holst, sam
bært Politiken.
Miðlarnir taka
kvinnukroppin
Hon legði afturat, at tað,
sum miðlarnir gera við
kvinnu ligar politikarar, í
fyrstu atløgu ofta er ein
fyri munur fyri tær. Til javn
vágin koppar.
– Miðlarnir halda, at teir
kunnu fáa alla kvinnuna.
Teir fáa hennara høvd, men
teir fáa eisini hennara
kropp. Teir gera innrás í
hana. Alt tað veit ein ungur,
nýggjur kvinnuligur politik
ari kanska ikki. Hon er
álitis full og vísir alt klædna
skápið og familjuna fram.
Afturfyri er tað eisini tað,
hon seinni verður feld uppá,
staðfesti
HanneVibeke
Holst.
Sambært Holst er tað
fram vegis soleiðis, at menn,
sum hava vald, hugtaka,
meðan kvinnur, sum hava
vald, provokera. Tí gjalda
kvinnur við valdi eisini ein
stóran prís. Harvið er ikki
sagt, at kvinnur ikki skulu
átaka sær vald. Tær hava
skyldu til at gera tað, sigur
Holst, hóast hon ásannar, at
júst hørðu treytirnar ræða
kvinnur frá at taka valdið.
– Tað liggur nakað av
harð leika í valdinum, og eg
vildi fegin kunna sagt, at
kvinnur kunnu umdefinera
valdið og gera tað minni
harðrent. Tað eri eg ikki vís
í, at vit kunnu, men eg eri
framvegis í ferð við at
kanna tað, segði danski rit
høvundurin.
Vitjanin
hjá
Hanne
Vibeke Holst er eitt av
mong um
tiltøkum,
sum
verða á skránni, í sambandi
við at Javnstøðunevndin
fyllir 15 ár í ár.
MÓTTØKA
Nýggjur verkstaðsbygningur
tikin í nýtslu
Í sambandi við, at okkara nýggi
verkstaðsbygningur á Hjalla verður tikin í nýtslu,
verður opið hús á verkstaðnum hósdagin 12.
mars 2009,
kl. 15.00 – 17.00
Vinarliga
Maskinverkstaðurin á Hjalla P/F
MVH umboðar:
sansir.fo
TEKNA EIN GRANSKARA
Teknikapping fyri børn frá 1. til 8. flokk
Hvussu sær ein granskari út og hvat ger hann?
Kvinna ella maður? Úti ella inni? Stórur ella lítil?
Ungur ella gamal? Turrisligur ella festligur?
Les á www.gransking.fo
Tekna ein granskara
Hanne-Vibeke
Holst til Føroya
Nú fáa føroyingar eisini høvi
at uppliva kenda, danska
rithøvundan Hanne-Vibeke
Holst, sum herfyri vann prísin
"De Gyldne Laurbær"
Tvær av vinnaratekningunum
í norsku "Tekna ein granskara"
kappingini í 2005
30. mars er fyrsta freisin at lata inn tekningar til nýggju
kappingina hjá Granskingarráðnum