Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-10-02, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. oktober 2001síða 14

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 189 - 2. oktober 2001 Nógvur føroyskur talvaktivitetur hevur verið seinastu vikurnar á flatlond- um, og væl hevur gingist TALV Carl Eli Nolsøe Samuelsen Stórur partur av føroysku talvelituni er í lestrar- ørindum í Danmark í hes- um døgum, og ikki smæð- ast teir burtur. Nógvar kappingar eru at fara til og hetta gagnnýta útisetarnir. Í vikuskiftiskapping í talvkafé´ini Chesshouse í Árhus endaði føroyingur á ovastu rók. Havnarmaðurin Jóan Hendrik Andreasen fekk heili hálvfimta stig av fimm møguligum, og gav hetta fitt av rating. Eg luttók sjálvur eisini, men var als ikki eins flúgvandi sum Jóan Hendrik. Hálv- triðja stig ognaði eg mær - fekk eitt triðja pláss - men misti hinvegin nøkur ratingstig. Styrkisliga var kappingin misjøvn. Jóan Hendrik telvaði sera væl og var rætti vinnarin. Hansara styrkistal er eftir kappingina 2120, og sum hann sjálvur sigur so ætlar hann at náa 2200 innan stutta tíð. Sum hann telvaði í Árhus hetta vikuskifti er hetta mál als ikki ógjørligt. Flóvin og Heini javnir Undan seinasta umfarinum í Amagermeistaraheitinum lá Flóvin Tór Næs sera væl fyri á triðja plássi við fimm stigum av átta møguligum. Heini Olsen og Heini Danielsen høvdu báðir fýra stig og kundu tí ikki blanda seg í oddin. Heini Olsen vann sítt síðsta talv, meðan Flóvin tapti og blivu teir tí javnir við fimm stigum. Heini Danielsen leikti javnt, og fekk tí helvtarskoru við sínum hálvumtfimta stigi. Av teimum átjan telvarun- um í ovasta bólkinum end- aðu Flóvin og Heini Olsen á deildum fimta plássi, meðan Heini Danielsen fekk eitt áttanda pláss. Flóvin og Heini Danielsen fingu umleið væntaðu skor- una, meðan ein góður endaspurtur hálvavegna bjargaði kappingini hjá Heina Olsen. Í triðovasta bólkinum fekk føroyska gentan Miri- am Olsen, sum er búsitandi á flatlondum, eitt flott triðja pláss. Talvið hesa vikuna Heini Olsen (2265) - Peter Lunding (2025) AM 2001. 7. Umfar 1. d4 d5 2. c4 c6 3. Rif3 Rif6 4. Ric3 e6 5. Bg5 Ribd7 6. e3 Fa5 7. Rid2 dxc4 8. Bxf6 Rixf6 9. Rixc4 Fc7 10. Be2 Rid5 11. Fb3 Bb4 12. O-O Rixc3 13. bxc3 Be7 14. Rab1 O-O 15. Rie5 Bd6 16. f4 Rb8 17. Bf3 Bd7 18. Fa4 b5 19. Fd1 f6 20. Rixd7 Fxd7 21. Be4 f5 22. Bc2 Fe7 23. Fd3 Rfd8 24. e4 g6 25. Kh1 Kg7 26. Rbe1 Fd7 27. Bb3 Re8 28. c4 Kh8 29. cxb5 Rxb5 30. d5 cxd5 31. Ba4 1-0 Sunnudagin fór Regin Vágadal til Zambia, har hann frá fríggja- degnum fer at kappast við aðrar sterkar menn í royndunum at gerast heimsins sterkasti STYRKI Jákup Mørk Frá fríggjadegnum kom- andi og vónandi 10 dagar fram fer Regin Vágadal enn eina ferð at royna seg í kappingini um at gerast sterkasti maður í heim- inum. Hesu ferð verður kapp- ingin hildin í afrikanska landinum, Zambia, og fer Regin saman við 29 øðrum luttakaranum at stríðast um heitið, sum heimsins sterk- asti. Sterkur bólkur Eins og vanligt, so skulu sterku risarnir fyrst kappast í bólkum, áðrenn funnið verður fram til, hvørjir tíggju av teimum skulu royna seg í finaluumfarin- um. Seks mans eru í hvørjum bólki, og tað er longu nú greitt, at Regin verður noyddur at geva alt tað, hann hevur, um honum skal eydnast at koma í finalu- umfarið, har hann tvær ferðir áður hevur verið. Tað eru serliga Svend Karslen úr Noregi og Hugo Girard úr Canada, sum fara at geva Regini kapping í í bólkinum. Karlsen hevur áður staðið seg sera væl í hesari kappingini, og í fjør gjørdist hann nummar tvey, tá kappast varð í Suður Afrika. Eisini stóð hann seg sera væl í 1997, men mátti tá gevast orsakað av skaða. Girard hevur eisini staðið seg sera væl í altjóða kappingunum, men kortini verður roknað við, at eisini hann fer at gera seg gald- andi. Í løtuni er hann ovast- ur á styrkislistanum, har Karlsen er nummar trý, so tað verður undir øllum um- støðum sera, sera torført hjá Regini, sum er styrkis- mettur sum nummar 15. Hinir luttakararnir í bólk- inum eru Mark Philippi úr USA, Marc Illiffe úr Ong- landi og Torbjørn Samuel- son úr Svøríki. Roknað verður ikki við, at hesir fara at standa hinum trim- um kurl, men um so er, at nakar teirra fer at blanda seg, verður tað helst Phi- lippi. Góðar greinar Tykist bólkurin hjá Regini at vera torførur, so er tað tó helst ein troyst, at kapping- argreinarnar í innleiðandi bólkunum tykjast hóska væl til føroyingin. Størsta styrkin hjá Regini hevur altíð verið skjótleik- in, og longu í fyrstu kapp- ingargreinini kann hann prógva, at hann er í abso- lutta heimstoppinum í hes- um, tá hin sonevnda carry & drag kappingin er á skránni. Síðani skulu teir so- nevndu Fingal’s fingers haldast, áðrenn luttakarar- nir skulu royna at toga eitt tok! Tær báðar næstu grein- arnar eru dead lift, har Regin hevur tikið seg nógv fram seinastu tíðina, og so Hercules soylurnar, sum avgjørt ikki er sterkasta greinin hjá Regini. At enda skulu teir so- nevndu Atlas-steinarnir lyftast upp á pláss, og her hevur Regin vanliga staðið seg væl. Alt í alt tykjast útlitini soleiðis at vera hampuliga góð hjá sterkasta føroying- inum. Sum nevnt byrjar kappingin fríggjadagin, og fara vit ivaleyst at frætta meira frá Regini, meðan kappingin fer fram. Regin aftur til Afrika Seinasta kappingin í innleiðandi bólkinum eru sonevndu Atlas-steinarnir, sum Regin vanliga stendur seg væl í Jóan Hendrik suverenur C M Y K 26 Nr. 189 - 2. oktober 2001 27 Undirritaði teknar seg sum haldara av Sosialinum, og fái blaðið 5 ferðir um vikuna. Navn: Bústaður: Postnr.: Bygd/býur: Undirskrift: Arbeiðsleysur: Jákup er liðugur í Herfølge Ítróttur, s. 13–28 Nr. 96 • týsdagur • 22. mai 2001 • 75. árgangur • Kr. 10,00 Dansurin gekk so lystiliga í Havn síða 4 Fyrstur við tí seinasta 5 ferðir um vikuna Ja! Sjálvandi vil eg halda Sosialin Ókeypis Verður sent ópostað Sosialurin rindar postgjaldið 64 Postsmoga 76 110 Tórshavn 27