Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-10, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. mars 2009síða 37

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 48 - 10. mars 2009 37 Blachman langar eftir Lindu Tann skalluti X-Factor dómarin langar út eftir menniskjaligu eginleikunum hjá Lindu – ella mangul uppá tað sama. Við eitt steðgaði friðurin í X-Factor. Blachman tveitir eina verbala bumbu eftir føroysku Lindu og ger orðakríggi meira persónligt enn nakrantíð áður. - Linda hevur mist sínar grundleggjandi menniskjaligu eginleikar. Tað er als einki stórsligið við Lindu. Eg vil gjarna hava hana út av X-Factor sum skjótast, ljóðar tann harði og kontanti boðskapurin frá náðileysa Blachman, ið fegin vil gera ein enda á X-Factor lívinum hjá Lindu. Dómarin er nevniliga rættiliga illur um luttøkuna hjá 35 ára gomlu Lindu. - Hon er ein kontrolfreak, ið ikki skilur skemt. Hon er alt ov fokusera, og tískil hevur hon mist evnini til at taka tað róligt. Tað skal verða eg, eg, eg, og tað á ein neiligan hátt, sigur Blachman, ið eisini heldur, at luttakararnir í X-Factor nevniliga skulu verða stórsligin menniskju, fyri at luttaka í kappingini. Um hetta verður endin av X-Factor luttøkuna hjá føroysku Linda Andrews er enn ikki greitt, men hetta bendir undir øllum umstøðum á, at Blachman ætlar at gera hansara til at Linda endar sum áskoðari heldur enn finalistur í X-Factor. 21. mars verður fyrsta innleiðandi umfarið í kap- pingini um at gerast Ársins Songrødd 2009, og verður tað hildið í Virkinum á Sandi. Ársins Songrødd 2009 fer nú av bakkastokki, og verður fyrsta innleiðandi umfarið á Sandi leygarkvøldið 21. mars. Á heimasíðuni hjá Ársins Songrødd www.songroddin. com, ber til at melda seg til kappingina, og áhugaði verða sostatt við í einum av teimum innleiðandi umførunum, sum byrja 21. mars og halda áfram til fyrst í apríl. Fyrireikarar handan Ársins Songrødd hava víðka um konseptið, og ætlanin er, at innleiðandi umførini skulu verða fleiri tali. Fyrireikarar siga soleiðis um avgerðina. - Vit hava lagt okkum eftir at sleppa so víða sum gjørligt, soleiðis at vit hava størri møguleika fyri at finna besta sangaran í Føroyum, sigur Mark Joensen við Planet. Innleiðandi umførini verða hildin á Sandi, Klaksvík, Tvøroyri, Giljanesi og í Fuglafirði, og finalan verður í høllini á Kambsdali. Atkvøð umvegis sms-boð Eins og undanfarnu ár, verður tað gjørligt hjá føroyingum at atkvøða umvegis fartelefon, og verður tað gjørt við at senda sms-boð til Ársins Songrødd. Ársins Songrødd burturlutar eitt atgongumerki til Festivalin við Múrin. Trekt verður ímillum sms- boðini sum koma inn til kappingina, og vinnarin fær sostatt eitt atgongumerki til festivalin. Til ber at lesa meira um tiltakið á heimasíðuni hjá Ársins Songrødd www.songroddin.com. Ársins Songrødd byrjar á Sandi Vit fara aftur í ár, at hava eina SMS- atkvøðuskipan,har tað ber til at atkvøða fyri teimum sum luttaka um gerðast Ársins Songrødd 2009. Samstundis verður trekt lut millum SMS´ini sum koma inn, og vinningarnir eru atgongumerki til "við Múrin" festivalin sum verður í Kirkjubø 16-18- juli 09.