Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-11, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. mars 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 49 - 11. mars 2009 Kaj Leo Johannesen, løgmaður, vil fegin, at Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri, úttalar seg um uttan­ ríkispolitikk, men løgmaður vil eisini lúra út úr føroyska garðinum og inn í ES. Hinvegin heldur Høgni Hoydal, for­ maður í Tjóðveldi, at tað er eitt stórt bluffnummar, tí sam gongan ikki torir at taka politiskar avgerðir Uttanríkis­ politikkUr Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo – So skjótt ES verður nevnt, so síggja fólk spaniolar og portugisar koma trolandi inn eftir firðunum. Men hetta kann ikki forða okkum at kanna, hvørjar møgu­ leikar vit hava við ES, og tí skal hesin bólkurin, vit hava sett, veruliga sleppa til verka, samstundis, sum vit mugu syrgja fyri, at hetta ikki bara blívur til ein bók­ ling, sigur Kaj Leo Johanne­ sen, løgmaður, ið skal seta stóra ráðstevnu undir heitin­ um framtíð Føroya í Evropa, sum verður í Norður landa­ húsinum í morgin. Høgni Hoydal er als ikki sannførdur um nakað úr ­ slit. – Eg veit, at hasin bók­ ling urin fer í eina skuffu, tá úrslitið er komið, sigur Høgni Hoydal, sum heldur, at samgongan bluffar. Eitt stórt bluff Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, ivast hinvegin ikki í, at talan er um eitt bluffnummar frá samgong­ uni. – Vit vita alt um ES, sum vit hava tørv á at vita. Vit hava ikki tørv á einum arbeiðsbólki afturat, vit skulu hava politiskar av ­ gerð ir. Og í veruleikanum kundi eg funnið útav hasum arbeiðssetninginum upp á fimm minuttir, sum sam­ gong an nýtti mánaðir til, sigur formaðurin í Tjóð­ veldi. Hann leggur afturat, at ætlanirnar hjá samgong­ uni eru júst tær somu, sum undanfarna CHE­samgonga arbeiddi við. Løgmaður er rørandi ósamd ur. – Høgni Hoydal hevur fleiri ferðir sagt, at okkara ætlan er tann sama sum tann hjá CHE­samgonguni, so hann kann ikki halda tað vera eitt bluff, og er Høgni Hoydal so óseriøsur, at hann heldur, at arbeiðs setn­ ingurin kundi gerast upp á fimm minuttir, so hevur hann í hvussu so er ikki giv ið sær tíð til at seta seg niður at gera hann. Vit síggja eisini, hvussu lásamálið tók okkum fimm minuttir at loysa, meðan Høgni Hoydal ikki er komin yvir tað enn, sigur Kaj Leo Johannesen. Hann leggur tó afturat, at hann ikki heldur, at tað sømir seg at kasta við runubløkum, tí tað er gjørt nóg leingi, og nú skulu loysnir finnast. Grundleggjandi ósamdir Men fara vit frá sandkass­ anum og runubløkunum. So eru løgmaður og formað­ urin í Tjóðveldi grundleggj­ andi ósamdir um, hvat ber til og ikki í føroyskum utt­ anríkispolitikki. Høgni Hoydal heldur hin­ vegin, at er nakar møguleiki at gera eina betri avtalu við ES, so er tað ikki við at gera fleiri kanningar, tí loysn in er at taka loysing, sum Tjóðveldi hevur lagt fram uppskot um. Tjóðveldi heldur tí, at politiskar av gerð ir skulu til, at tær eru EFTA og EBS­samstarv. Hinvegin halda samgong­ an og løgmaður, at tað er týdningarmikið, at arbeiðs­ bólkurin sleppur til verka at kanna, hvørjar loysnir eru tær bestu í mun til ES. Og at ein politisk avgerð skal takast, tá arbeiðsbólkurin er komin við einum úrsliti. Hækka útflutnings­ virðið Grundleggjandi orsøkin, til at løgmaður er so spentur upp á ES­portrið, er, at hann ikki vil liva við, at Før oyar blíva við at vera eitt triðjaland, sum bara sel­ ur hálvar vørur av landinum. Tað er hetta Kaj Leo Jo ­ hanne sen vónar at finna eina loysn fyri, so til ber at fáa eina avtalu um tey fýra frælsini við ES. Hóast tað ikki er líkt til, at tað reint juridiskt ber til hjá einum heimastýri at ger ast sjálvstøðugt limaland í ES, so heldur Kaj Leo Johannesen, at nógvar ym ­ iskar loysnir eru møgu ligar við politikki, og hetta skal hava við sær, at útflutnings­ virði hjá Føroyum hækkar. Hetta heldur Høgni Hoy­ dal best vera gjørligt gjøg­ num EBS og EFTA. Duga sáttmálar Í løtuni hava Føroyar ein sátt mála um tey fýra fræls­ ini við Ísland, og nógvir spurningar eru settir við, hvussu væl føroyingar duga at halda skil á einum sátt­ mála við eitt annað lítið land. Men Kaj Leo Jo hanne­ sen metir, at føroy ingar væl kundu klárað at hildið skil á einum sáttmála við stóra Evropa Sam veld ið. – Eg haldi tað er púra hysteriskt við Íslandssátt­ mál anum, tí føroyingar eru minst so dugnaligir sum ís ­ lendingar at verja seg sjálv­ ar. Hygg bara at allari fiskivinnuni, sigur løgmað­ ur, sum tó er varugur við, at tað altíð er tørvur á, at mýkja ein sáttmála eftir hann er gjørdur. Hann er somu leiðis sannførdur um, at ES hevur áhuga í Før­ oyum, tí vit hava ein hjall, ið røkkur 200 fjórðingar í allar ættir, men hann heldur ikki at hetta merkir, at portu gisar og spaniolar fara at liggja inni í Havnini og trola, tí føroyingar hava royndir frá 1977 og fram­ eft ir við at gera fiski veiðu­ avtalur. So fakta er, at um stutta tíð fer ein arbeiðsbólkur hjá landsstýrinum til verka at kanna, hvørjar møguleikar vit hava í ES, og í summar skal samgongan taka støðu til, hvat er gongda leiðin móti ES­portrinum. Løgmaður vil gloppa ES­portrið Kaj Leo Johannesen, løgmaður, er sannførdur um, at tað er ein gongd leið, at gloppa ES-portrinum fyri at kanna, hvat er uttanfyri føroyska garðin í Atlants- havi Mynd: Jens Kristian Vang Danir dálka illa Hagtøl hjá ES vísa, at danir eru teir ES­borgarar, sum dálka mest. Í meðal framleiðir hvør dani 801 kilo av burturkasti um dagin. Tað er tvær ferðir meiri enn í Rumenia. Hagtølini vísa eisini, at ruskdungarnir í Danmark eru vorðnir støðugt størri, og at tey seinastu 10 árini er burturkastið í Danmark økt meiri enn 36 prosent. Serfrøðingar hava leingi víst á, at fólk eru ov skjót at tveita ymsar lutir burtur, og at nógv av burturkastinum kann brúkast aftur. Men serfrøðingarnir halda eisini, at ídnaðurin kann leggja seg eftir at gera vørur, sum halda longri. Eiga at selja bankalistina Tá íslendska stjórnin yvirtók fleiri av landsins bankum, yvirtók hon samstundis tey nógvu listaverkini, sum bankarnir áttu. Tilsamans er talan um eini 4.000 listaverk av ymiskum slagi. Eitt sindur av orðaskifti hevur verið um, hvat skal gerast við verkini, og nú hevur ein tingmaður mælt stjórnini til at selja tey. Kjartan Ólafsson, tingmaður fyri Sjálfstæðisflokkin, sigur í brævi til Jóhonnu Sigurðardóttir, forsætisráðharra, at tað má metast rætt og rímiligt, at almenningurin fær ágóðan av søluvirðinum, sum hann sigur vera millum fýra og átta milliardir íslendskar krónur.