Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-11, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. mars 2009síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 tíðindi Nr. 49 - 11. mars 2009 Orðini eigur 59 ára gamla Emma Heine­ sen í Klaksvík, sum størsta partin av lív­ in um hevur verið sera hugtikin av Thor valdi Stolten­ berg, sum verður í Norðurlandahúsinum í morgin. – Hevði eg ikki havt ráð at fara í Norðurlandahúsið, so hevði eg lænt mær peningin, sigur Emma Heinesen, sum tó ber ótta fyri, at hon svímar, um hon sleppur at tosa við hann Fjeppari Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo – Eg veit ikki um eg tori at møta honum. Kanska eg svími, tí hann er ein verulig hetja. Eg fari ikki at siga ein eingil, men hann og Gandhi eru tað tættasta, sum tað ber til, sigur 59 ára gamla kvinnan, sum størsta partin av lívinum hevur fylgt við, hvat Thorvald Stolt enberg hevur gjørt. – Men tað er ikki soleiðis, at eg eri ein forfylgjari ella nakað. Eg haldi bara, at hann er ein góður maður, og tí havi eg klipt ymiskt út úr avísum, tá hann hevur verið frammi, greiðir Emma Heinesen frá. Hon leggur afturat, at tað eru summi, sum samla upp á films­ stjørnur og tónleikarar, men hjá henni hevur tað verið Thorvald Stoltenberg Sá hann einaferð Emma Heinesen greiðir frá, at hon í 1973 helt seg síggja hann. – Tað var á flogvøllinum í Oslo, meðan eg var flog­ terna, at eg sá eitt fylgi. Tá helt eg bestemt, at eg sá høvd ið hjá honum stinga úr rúgvuni, sigur Emma Heine sen. Hon greiðir somu leiðis frá, at hon ong­ antíð skilti, hvussu ein so góður maður kundi dragast fyri rættin. Tað var eftir, at hann var friðarsemingsmaður á Balk an, og samráðingarnar endaðu úrslitaleysar. – Tað var ongantíð hans­ ara skuld, at kríggj bleiv á Balkan. Kríggið var klárt frammanundan, og tú kanst ikki draga ein mann fyri rættin fyri okkurt, hann als onga ávirkan hevði á, sigur hon. Sama stjørnutekin – Eg sá einaferð, at hann hevur føðingardag 3. juli, og tað undrar meg als ikki, at hann er krabbi líkasum eg. Tí maðurin er ein veru­ lig hetja, sum enntá bjargaði ungarum, hann als ikki kendi, tá ein bátur koppaði. Hugsa tær. Hann blakaði seg bara útí, uttan at hugsa um seg sjálvan. Eg haldi, at tað bara vísir, hvussu bleyt­ ur hann er innanfyri skelina, sigur Emma Heinesen, sum verður 60 ár 31. juli í ár. Í litum Í 70árunum búði Emma Heinesen í Danmark. Tá sá hon einaferð Thorvald Stolt enberg í sjónvarpinum. Fyri fyrstu ferð í litum. – Eg hevði onkuntíð hoyrt hann í útvarpinum og sæð hann í svørtum og hvít­ um í sjónvarpi. Men eg minn ist fyrstu ferð eg sá hann í litum. Eg minnist, hvussu mann veruliga sá, hvussu inniliga hann tosaði. Hann var hvítur um munnin og alt, so fegin vildi hann hava boðskapin fram, metir hon. Norðurlendski Gandhi Emma ivast heldur ikki, at Thorvald Stoltenberg bein­ leiðis kann samanberast við Gandhi. – Hann er ein veruligur leið ari. Ein verðinsmaður, og hann er veruliga alt ov lítið róstur fyri sítt verk, sigur Emma Heinesen. Sum veruliga er fegin, at tað ber til at fáa so mæt fólk, sum Thorvald Stoltenberg til Før oyar. – Vit tosa altíð um, at heimurin gerst minni, men eg haldi heilt víst eisini, at Føroyar gerast størri, greið­ ir hon frá. Vil síggja hann Emma Heinesen greiðir frá, at hon ongantíð var í iva, um hon skuldi fara í Norð­ urlandahúsið at lurta eftir Thorvaldi Stoltenberg. – Tað verður ordiliga spenn andi í morgin. Eg segði einaferð í 70unum, at tað hevði verið stuttligt at møtt hasum manninum, men eg roknaði ikki við, at tað fór at bera til, og eg veit heldur ikki, hví eg segði tað. Men nú ivist eg, um eg hevði torað at møtt honum. Kanska hevði eg svímað, staðfestir 59 ára gamla fjeppan. – Ongin er sum Stoltenberg Torvald Stoltenberg (Føddur 3. juli 1931) Hjúnafelagi: Karin Stoltenberg Børn: Jens Stoltenberg, Camilla Stoltenberg og Nini Stoltenberg Kendur sum: Norskur verjumálaráðharri 79-81 Norskur uttanríkisráðharri 87-89 og 90-93 Friðarsemingmaður í Juguslavia 93 Stjóri í Norska Reyða Krossi 98-08 FAKTA Í heilt nógv ár hevur Emma Heinesen í Klaksvík fylgt Throvaldi Stoltenberg úr Noregi, sum nú kemur til Føroyar. – Hann er ein verulig hetja, sigur 59 ára gamla kvinnan Mynd: Dávur Winther Edva á ting fyri Edmund Edva Jacobsen úr Fuglafirði hevur fyribils tikið sæti á tingi fyri Edmund Joensen, sum er upptikin av fólkatingsarbeiði. Edva gjørdist nr. 11 á Sambandslistanum til seinasta løgtingsval, og hetta er fyrstu ferð, hon er partur av tingmanning Sambandsfloksins. Polar Princess 300 tons í tríggjar vikur Polar Princess kom á Havnina í gjárkvøldið, teir hava 300 tons í flaki, sum teir fiskaðu í tríggjar vikur. Polar Princess hevur roynt í norskum sjógvi í Barentshavinum, fyrst royndu teir eftir hýsu vesturi í Kantinum millun 71 og 72 stig N., teir seinastu 10 dagarnar vóru teir á Røstbankanum, har teir fiskaðu tosk og hýsu. Polar Princess bunkrði olju í Havn í gjárkvøldið, í morgin skulu teir leggja veiðuna upp í Kollafirði. Manningin taldi 33 mans, harav eru 9 føroyingar, skipari er Jógvan L. Gregersen.