Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-12, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. mars 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 50 - 12. mars 2009 13.276 íslendingar arbeiðsleysir Seinasta mánaðarskiftið var arbeiðsloysið í Íslandi 8,2 prosent, og tað vil siga, at tá vóru 13.276 fólk skrásett sum arbeiðsleys. Við øðrum orðum mistu 2.820 fólk arbeiðið í februar. Vinnumálastovnurin í Reykjavík sigur, at arbeiðsloysið vaks heili 31 prosent í høvuðsstaðarumráðnum og umleið 20 prosent á bvygd. Samanlagt eru 9,4 prosent av øllum arbeiðsførum monnum arberiðsleysir. Hjá kvinnunum er talið seks prosent. 21 prosent av teimum arbeioðsleysu íslendingunum eru millum 16 og 24 ár. 908.000 danir arbeiða ikki Í Danmark eru 3.736.000 fólk í aldrinum 15 til 66 ár, og tey verða í hagtalshøpi umrødd sum tann arbeiðsføra fjøldin í landinum, sum so aftur verður býtt í tríggjar bólkar - tey í arbeiði, tey arbeiðsleysu og so tey, sum eru uttan fyri arbeiðsmarknaðin. Sambært teimum seinastu hagtølunum eru 98.000 danir arbeiðsleysir ella 2,62 prosent av teirri arbeiðsføru fjøldini. 2.787.000 danir ella 75,7 prosent eru í arbeiði. 810.000 fólk ella 21,7 prosent eru uttan fyri arbeiðsmarknaðin, og verða tey arbeiðsleysu løgd afturat, merkir tað, at 908.000 danir arbeiða ikki, skrivar Ritzau. Tá ið undirsjóvartunn­ il­in ímil­l­um Streymoy og Eysturoy verður gjørdur, hel­dur l­andsstýriskvinnan, at vit skul­u hava eina rundkoyring á botni á Skál­afirði, hóast l­andsverk hel­st vil­ hava brúgv um fjørðin Eysturoyar­ tunnilin Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Ein brúgv á botni á Skála- firði er tann frægasta loysn- in. Tað heldur Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlend- ismálum, nú arbeitt verður fram ímóti ætlanini at gera undirsjóvartunnil ímillum Streymoy og Eysturoy. Sostatt tosar hon beint ímóti tekniska ráðgevaran- um hjá landinum, sum er Landsverk tí hann vil helst binda teir báðar armarnar á Skálafirði saman við brúgv. Tá ið Landsverk gjørdi sínar metingar um verkætl- anin, avgjørdi hann ikki at arbeiða við tí linjuføringini, sum bindur báðar armarnar á Skálafirði saman við rund- koyring á botni. Tvørturímóti heldur Landsverk, at brúgv um Skálafjørð er besta loysnin. Rundkoyring er best Men hesum er Annika Olsen ikki samd í. Hon tekur undir við priv- ata tunnilsfelagnumm, sum hevur arbeitt við eini rund- koyring á botninum, sum eina av møguliga loysn. Men Brúgv um fjørðin er ikki komin upp á tal hjá felagnum. Annika Olsen vil nú hava privata tunnilsfelagið og Landsverk at seta seg saman at fáa greiði á linjuføringini. Ingi Højgaard heldur, at samráðingarnar við Lands- verk um linjuføringina og aðrar tekniskar spurningar, kunnu verða, hóast bíðað verður eftir eini eykajáttan til uttanhýsis ráðgevaran, sum nevnt í hinari greinini. Privata tunnilsfelagnum hevur arbeitt við trimum møguleikum: Ein er, at tunn- ilin kemur upp á Toftum og so verður ein tunnil yvir á Strondum. Hin møguleikin er at tunnilin kemur upp á Toftum og so gongur ein tunnil yvir á Strendur. Hin møguleikin er so rundkoyr- ing á botni, sum Landsverk ikki tekur undir við. - Skal talan vera um brúgv, skulu fleiri kanningar til, tí tann møguleikan hava vit ikki arbeitt við, sigur Ingi Højgaard. - Eg vil fegin hava part- arnar at tosa saman um tann tekniska partin og eg vil hava teir at semjast um, hvat skal til, fyri ein at rund- koyring á botni kann góð- takast, tí tað haldi eg er tann smidligasta loysnin, sigur Annika Olsen. - Spurningurin er bara at finna ta røttu, teknisku loysn- ina, so at rundkoyringin verð- ur forsvarlig og trygg og tað vil eg hava partarnar at finna út av, leggur hon afturat. Annika Olsen vil hava rundkoyring á botni á Skálafirði Hóast fl­eiri fundir hava verið ímil­l­um privata tunnil­sfel­agið og l­andsstýrið, eru næstan ongi fram­ stig at hóma, sigur formaðurin fyri tunn­ il­sfel­agið, sum mána­ dagin fekk óvæntað boð í l­andsstýrinum Eysturoyar­ tunnilin Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Tað gongur ikki skjótt. Tað er turrisliga niður- støðan hjá Inga Højgaard, formanni í privata felagnum, sum arbeiðir við at gera undirsjóvartunnil ímillum Streymoy og Eysturoy. Hóast fleiri fundir hava verið ímillum landsstýrið og tunnilsfelagið, heldur hann, at tað framvegis gongur alt ov seint at fáa gongd á verk- ætlanina. Hann vil enntá ikki siga, at tað stígur er komin í málið. - Tað er skeivt at siga, at stígur er komin í málið, tí tað hevur ongantíð gongd verið í tí, sigur hann. Mangla pening Mánadagin var tunnilsfelag- ið aftur á fundi við innlend- ismálaráðið um verkætlan- ina og á tí fundinum vónaði Ingi Højgaard at koma eitt stórt stig víðari. Men heldur ikki á hesum fundi hendi tað avgerðandi gjøgnumbrotið, sum tey hava bíðað eftir nú í fleiri ár. Tvørtur ímóti fingu tey óvæntað boð á fundinum og tað skilst á honum, at tey í privata tunnilsfelagnum eru vónbrotin av teimum upplýsingum, tey fingu. - Á fundinum mánadagin fingu vit upplýst, at enn hev- ur innlendismálaráðið ikki endaliga tryggjað sær neyð- ugu játtanina til tann uttan- veltaða ráðgevarin, sum tey skulu hava í sambandi við samráðingarnar um treytir- nar fyri, at vit kunnu sleppa undir verkætlanina, sigur Ingi Højgaard. Talan er um eina millión krónur og Ingi Højgard ásannar, at hetta kemur rættiliga óvart á hann. - Vit hildu, at hesin peningur var játtaður, tá ið fíggjarlógin varð samtykt, so fyri okkum er málið eitt sindur gruggut í løtuni. Hann sigur, at tey fingu eisini upplýst, at Annika Olsen fer nú at biðja Løg- tingið um eina eykajáttan til endamálið og tá vónar hann, at glið kann koma á málið. Men hóast hann metir, at landsstýriskvinnan uttan iva metir, at semja er um, at hon fær peningin, ásannar hann eisini, at tá ið málið skal fyri Løgtingið aftur, er altíð eitt lítið ivamál, tí tað kann alt henda. Kortini ásannar hann eis- ini, at í tunnilsfelagnum fáa tey ikki gjørt so nógv við støðuna. - Vit fáa onki gjørt uttan at brynja okkum við toli, hóast tað kemur óvart á okk- um brádliga nú at fáa at vita, at játtanin til uttanhýsis ráðgevaran ikki er fingin til sigur Ingi Højgaard. Og hann dylir ikki fyri, at hann hevur góðar vónir um, at gongd fer at koma á mál- ið, tí landsstýriskvinnan hevur meiri enn einaferð gjørt greitt, at hon vil hava ferð á ætlanina. Upp á tað turra Annika Olsen, landsstýris- kvinna, sigur, at fyri at ong- in ivi skal vera um málið, er tað rættast, at løgtingið bein- leiðis játtar peningin til uttanhýsis ráðgevaran í eini eykajáttan. - Eg havi fingið heimild frá fíggjarnevndini til at brúka eina millión, men Løgtingið hevur ikki játtað peningin til endamálið. Tí fer hon at biðja tingið um eykajáttan til endamálið fyri at hava alt upp á tað turra. Enda samráðingar við eini semju við tunnilsfelagið, fær landskassin peningin aftur. Annars er hann mistur. Tunnilin millum Streymoy og Eysturoy frystur fastur Lítil framdrift er í ætlanin at gera undirsjóvartunnil ímillum Streymoynna og Eysturoynna, heldur Ingi Højgaard, formaður í privata tunnilsfelagnum. Ivi hevur eisini verið um linjuføringina, men sum tað sæst, heldur Annika Olsen, at ein rundkoyring á botni er frægasta loysnin, hóast Landsverk helst vil hava brúgv um Skálafjørð