fríggjadagur 13. mars 2009síða 24
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 51 - 13. mars 2009
Trygg og framkomin kunningartøkni,
umframt framsøkni og nýhugsan innan KT,
eru týðandi liðir í at menna okkara felag
og samtak. Fyri at styrkja og menna okkum
á hesum økjum, leita vit nú eftir rætta KT
fólkinum. Kanska hetta er tú?
Vit kundu hugsað okkum, at tú
> hevur viðkomandi útbúgving og/ella royndir og hug at
arbeiða innan KT-økið
> ert tænastusinnað/-ur, fyrikomandi og hevur góð evni og
vilja til at samstarva
> dugir væl at raðfesta, at halda ásettar freistir og ert
framsøkin
> dugir væl at arbeiði sjálvstøðugt og í toymum
> ert jalig/ur og sært tað skilagóða í broytingum
> dugir at samskifta á enskum
> hevur vitan/royndir innan fleiri av teimum tøknum,
ið vit nýta: Microsoft servara skipanir. Herundir
Windows Server og Active Directory, Exchange Server, IIS,
SharePoint, SQL Server, ISA Server, VMware ESX, EMC
storage, Cisco, Symantec
Vit kunnu bjóða tær
Fjølbroytt og avbjóðandi starv í eini spennandi fyritøku, sum
er í stórari menning.
Eitt starv í eini fyritøku við greiðum málum, góðum
arbeiðsumstøðum og virkisfúsum starvsfólkum, ið grunda sítt
virksemi á virðini - vilja til lønandi vøkstur, virðing fyri
heildini, ágrýtni og nærlagni, langtíðarhugsjón og
broytingarsinni.
Stórur dentur verður lagdur á starvsfólkatrivna og
førleikamenning.
Arbeiðsøki
Tú kemur – sum KT-fólk – at starvast á deildini fyri Menning
& Marknaðarføring (M&M).
Deildin er býtt í trý øki. Hesi eru Menning, Marknaðarføring
og KT. Tú kemur at starvast í økinum fyri KT, ið hevur ábyrgd
av KT-umsiting, -trygd og -menning hjá samtakinum.
Á M&M deildini starvast í løtuni 13 starvsfólk. Deildin veitir
tænastur til Tryggingarfelagið Føroyar umframt til onnur
feløg í samtakinum, herundir TF Holding og Betri pensjón.
Lønar-og setanartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Yrkisfelagið
Trygdina og Arbeiðsgevarafelagið fyri fíggjarstovnar í
Føroyum, og verður lønt í mun til útbúgving og royndir.
Er hetta nakað fyri teg, ella hevur tú spurningar til starvið,
kanst tú seta teg í samband við Kristinu Háfoss, deildarstjóra,
á tel 34 56 00 ella við at senda teldupost til kh@trygging.fo.
Umsóknarfreistin er 17. mars 2009 kl. 12.00.
Umsókn við avriti av viðkomandi prógvum skal sendast til:
Tryggingarfelagið Føroyar
Starvsfólkadeildin
Postsmoga 329
FO-110 Tórshavn
ella umvegis www.trygging.fo
Vilt tú tryggja okkara KT?
sansir.fo