fríggjadagur 13. mars 2009síða 30
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 51 - 13. mars 2009
Landsverk, Tinghúsvegur 5,
Postsmoga 78, 110 Tórshavn
Tel. 340 800, Faks 340 801,
lv@lv.fo, www.landsverk.fo
Mentamálaráðið og Landsverk
bjóða til almenna móttøku
Landsverk er stovnur undir Innlendismálaráðnum og hevur um hendi vega- og havnamyndugleika-
uppgávur og byggiharrauppgávur. Stovnurin ráðleggur og ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur
landsvegir, havnir, bygningar og flogvøllir, herundir tyrlupallar.
ALMenn MóttøkA
Mánadagin 16. mars kl. 15.00 verður nýggi Skúladepilin í Suðuroy handaður
Mentamálaráðnum. Í hesum sambandi bjóða Mentamálaráðið og Landsverk til almenna
móttøku í skúlanum.
Skrá:
Kl. 15.00: Landsverk handar Mentamálaráðnum depilin.
Helena Dam á neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum, Jóannes eidesgaard,
landsstýrismaður í fíggjarmálum, Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverki, Ole V. Laursen,
deildarleiðari á Miðnámsskúlanum í Suðuroy, Jórun Petersen, deildarleiðari á Heilsuskúla
Føroya, Árni Winther, stjóri á Árna Winther Arkitektum og umboð fyri Mt Højgaard Føroyar
halda røðu.
eisini verður livandi tónleikur við kóri úr Skúladeplinum í Suðuroy
og bólki úr Miðnámsskúlanum í Suðuroy.
Høvi verður hjá fólki at síggja skúlan, og drekka og ábit verða at fáa.
Øll eru vælkomin.
Søkt verður eftir einum fólki at standa fyri
skrá seting og kortlegging av dálk ingar-
keldum, at gera vegleiðingar og at verða
partur av umhvørviseftirlitinum. Tú kemur
at arbeiða á deildini, sum fyrisitur lóggávu á
umhvørvisøkinum. Harafturat fevnir arbeiðið
á deildini um útgreining av tiltøkum at minka
útlátið av veðurlagsgassi, uppgerðir av
umhvørvishagtølum og luttøka í millumtjóða
umhvørvissamstarvi.
Førleikar
Starvið er fjølbroytt og er bæði fakliga og
persónliga avbjóðandi. Skikkað til starvið eru
tey, sum hava lokið prógv innan verkfrøði,
umhvørvistøkni, náttúruvísund, e.l.
Vit sóknast eftir fólki við áræði og framfýsni
at náa settum málum, sum sær nýggjar
arbeiðs uppgávur sum eina spennandi
avbjóðing, kann arbeiða sjálvstøðugt, dugur
væl at samstarva, hevur kunnleika til edv-
skipanir og hevur góð evni til at samskifta
við onnur, bæði í skrift og talu. Tað er ein
fyrimunur um umsøkjarin hevur royndir innan
kortlegging, GIS og fyrisiting. Koyrikort til bil
er ein treyt.
Starvsmøguleikar
Vit kunnu bjóða eitt spennandi starv í tøttum
samstarvi við starvsfelagar, góðar møguleikar
fyri persónligari menning og sjálvstøðugum
arbeiði.
Setan
Starvið verður sett skjótast gjørligt.
Talan er um tíðaravmarkað starv fram til
31. desember 2009. Løn og setanartreytir eru
sambært sáttmála ímillum Fíggjarmálaráðið
og avvarðandi yrkisfelag.
Fyrispurningar
Víst verður til okkara heimasíðu www.us.fo.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at
venda sær til Jóhonnu Olsen, deildarleiðara,
ella Jákup Paula Joensen, stjóra á tlf 342400.
Umsókn, saman við prógvum, CV o.l.,
skal verða Umhvørvisstovuni í hendi innan
19. mars 2009 kl. 12.00. Umsøknir skulu
sendast til:
Umhvørvisstovan
Postboks 2048
FO-165 Argir, Føroyar
sansir.fo
Umhvørvisstovan er ein nýskipaður stovnur, sum fyrisitur lendismál, tinglýsing,
fólkaskráir, náttúru- og umhvørvisvernd.
www.us.fo
Starvsfólk til umhvørvisvernd
Søkt verður eftir starvsfólki at standa fyri
kunningar- og viðskiftatænastu á stovninum.
Starvið umfatar røkt av heimasíðu, móttøku,
framleiðslu og samskipan av kunningartilfari,
avgreiðslu av fyrispurningum og gerð av
frágreiðingum frá stovninum. Starvið umfatar
styrkjan og menning av interna og externa
samskiftinum hjá stovninum.
Førleikar
Umsøkjari skal hava førleikar innan kunning,
samskifti ella marknaðarføring. Tað er
neyðugt at duga at arbeiða sjálv støð ugt,
verða álítandi og hava góð sam starvs evnir.
Eisini skal umsøkjari hava lætt við at orða
seg í talu og skrift, hava góðan málsligan
kunnleika, góðan telduførleika og skal verða
sera fyrikomandi.
Setan
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála
ímillum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi
yrkisfelag.
Fyrispurningar
Nærri upplýsingar um starvið fáast við
at venda sær til Susan V. Danielsen,
skrivstovuleiðara, ella Jákup Paula Joensen,
stjóra, á tlf 342400.
Umsókn saman við prógvum, CV o.l. skal
verða Umhvørvisstovuni í hendi innan
26. mars 2009. Umsøknir skulu sendast til:
Umhvørvisstovan
Postboks 2048
FO-165 Argir, Føroyar
sansir.fo
Umhvørvisstovan er ein nýskipaður stovnur, sum fyrisitur lendismál, tinglýsing,
fólkaskráir, náttúru- og umhvørvisvernd.
www.us.fo
Starvsfólk til kunningar-
og viðskiftasamskipan