fríggjadagur 13. mars 2009síða 36
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 51 - 13. mars 2009
tíðindi
Tíðindaskriv
Tórshavn 13. mar. 09
Foreldrabólkurin hjá
Føroya Felag Móti
Krabbameini skipar fyri
spennandi ferð við
Norrønu til Íslands frá 1.-
4. juni 2009.
Farið verður úr
Føroyum mánadag 1. juni
við Norrønu, sum leggur
at í Seyðisfirði
týsmorgunin. Í Íslandi
verður steðgað í tveir
dagar. Har verður skipað
fyri ymiskum – eitt nú
túri á hestbaki og at
svimja í heitum pottum.
Norrøna við
ferðalagnum verður aftur
á Havnini seinnapartin
hósdagin 4. juni.
Freistin at melda til
luttøku er 15. apríl 2009.
Tilmelding fer fram við
at ringja til Føroya Felag
Móti Krabbameini telefon
317959/ 217959/217958
ella via teldupost ffk@
krabbamein.fo
Um foreldrabólkin
Foreldrabólkurin at
børnum við krabbameini
er ein stuðulsbólkur undir
Krabbameinsfelagnum.
Endamálið hjá bólkinum
er at stuðla og fremja
áhugamál hjá foreldrum
at børnum við
krabbameini. Bólkurin
skipar eisini fyri tiltøkum
fyri børnum, ið hava, ella
hava havt krabbamein og
familjum teirra.
Meira fæst at vita við at
venda sær til Føroya
Felag Móti Krabbameini.
www.krabbamein.fo
Vinarliga
v/ Føroya Felag Móti
Krabbameini og
Foreldrabólkin
Jansy Gaardlykke,
dagligur leiðari
Og Inga Vang, form. í
foreldrabólkinum
Mini-cruise til Íslands
Í dag møtti 59
ára gamla Emma
Heinesen 78 ára
gamla Thorvaldi
Stoltenberg, sum hon
hevur verið hugtikin
av í nógv ár
Fjeppari
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Tað var í steðginum í
tiltakinum, Framtíð Føroya
í
Evropa,
at
Thorvald
Stoltenberg stillisliga fór
yvir til Emmu Heinesen.
Nógv høvdu tey at práta
um, og Stoltenberg beyð
enntá Emmu koma at vitja
seg, um hon var nærindis
húsunum hjá honum í
Noregi.
Til felags hava tey bæði,
at
tey
hoyra
undir
stjørnuteknið, krabban, av
tí, at tey hava føðingardag
8. og 21. juli.
Millum annað tosaðu tey
eisini um framløguna hjá
Thorvaldi Stoltenberg, og
hansara leikluti í at royna at
fáa frið í heimin.
Aftaná, at tey høvdu
tosað saman, fekk portalurin
orð á tey bæði.
- Hetta er strálandi. Hetta
er á ongan hátt nakað eg eri
vanur við, og at hon
samanber meg við Gandhi
má
vera
ein
góð
samanbering, og kanska eg
sleppi at hoyra fyri tað, tí
onkur heima heldur kanska,
at eg eri í so tjúkkur, so tað
kundi kanska verið eitt
hugskot, at etið eitt sindur
minni,
sigur
Thorvald
Stoltenberg.
- Tað fløvaði mítt hjarta
endiliga at sleppa at møta
honum. Vit stóðu bæði og
táraðu,
og
eg
gjørdist
veruliga heit um hjartað,
sigur Emma Heinesen, sum
eisini
bað
Thorvald
Stoltenberg heilsa konuni,
tí hon má vera heimsins
tolnasta kvinna.
- Hann er nokk meira
burtur enn sjómenn, sigur
Emma Heinesen.
Tá Kaj Leo Johannesen
setti ráðstevnuna, greiddi
hann millum annað frá,
hvussu
errin
Thorvald
Stoltenberg skal vera, tí
hann
má
vera
fyrsti
politikarin, sum nakrantíð
hevur verið í Føroyum, sum
verður
samanborin
við
Gandhi.
Bæði Thorvald Stoltenberg og Emma Heinesen vóru sera fegin um, at tey endiliga hittust
- og ongar eyka sýn-
ingar!!
Farið verður undir seinastu
sýningarnar av leikinum
»Kvinnan í Svørtum«, og
av tí at ein av leikarunum
fer av landinum verða
ONGAR
EYKA SÝN-
ING AR.
Sjónleikurin »Kvinnan í
Svørtum« er ein spøkilsis-
søga av tí góða gamla
slagnum, sum vit kenna
frá
søgum
hjá
m.ø.
Dickens, M. R. James,
Edgar Allan Poe og Edith
Wart hon.
Stephen Mallatratt gjør-
di leikin burturúr skald -
søguni »The Woman in
Black”« hjá Susan Hill;
hann var frumframførdur
í Scarborough í 1987,
hevur gingið stútt í Lon-
don síðan 1989, og verður
enn framførdur fyri fullum
húsum, nú á tjúgunda ári.
Í uppsetingini hjá Tjóð-
palli Føroya, ið Hans Tór-
garð hevur týtt og leik-
stjórnað,
hevur
Páll
Daniel sen leiklutin sum
Kipps, meðan Annfinnur
Heine sen er sjónleikarin.
Leikurin hevur verið
væl vitjaður síðan fyrstu
framførsluna fríggja dag in
13. februar á Tjóð palli
Føroya, og hetta viku-
skiftið
verða
so
tær
seinastu sýningarnar.
Leikurin fekk sera góð
um mæli og leikaranir góð
skoðsmál fyri sítt sera
góða spæl.
Seinastu
sýningarnar
verða fríggjadagin 13.
mars kl. 19.30, leygar- og
sunnu dagin kl. 18.00.
Atgongumerki fáast á
Kunningarstovuni og við
dyrnar 1 tíma undan
sýning.
Síðsti kjansur at síggja
»Kvinnan í Svørtum«!!
Emma hitti hetjuna
Ein sjónbandaframløga um
Før oyar kallað Where Nature
Rules, sum Elin Brimheim
Heine sen hevur gjørt, vann í
gjár 3. virðisløn í kappingini
The Golden City Gates á
ferða vinnu ráðstevnu, sum
varð hildin í Berlin
Í tíðindaskrivi frá SamVit
verður kunngjørt, at Elin
Brim heim Heinesen í gjár
vann eina filmskappinag á
ferða vinnu ráðstevnu í Berlin.
Filmsvirðislønirnar
fyri
ferða vinnu The Golden City
Gate hava fylgjandi kategoriir:
Býar
ferðavinna,
øki,
bú skapur, gistingarhús, sjón-
varps lýsingar,
sjón varps-
sendingar, dagblaðslýsingar,
lýs ingar á internetinum og
event marknaðarføring. Elin
Heine sen gjørdist nummar trý
í kategoriini øki. Grønland
vann 1. virðisløn í somu
kategori. Ferðaráð úr øllum
heimi num
senda
sítt
marknaðarføringstilfar inn, og
ein altjóða dómsnevnd við 30
fólkum metir um tilfarið eftir
ávísum reglum, sum til ber at
lesa um her: http://www.das-
goldene-stadttor.de/
Elin sigur í tíðindaskrivi:
”Eg eri rættiliga bilsin um,
at filmurin fær henda heiður”,
sigur Elin. ”Eg trúði tí ikki
rætt i liga, tá eg fekk upp ring-
ingina í gjárskvøldið. Hetta er
ein framløga, sum upprunaliga
var ætlað sum ein skitsa til,
hvussu eg haldi, at Føroyar
kunnu marknaðarførast, tvs. at
hetta er ein ordiliga ’low
budget’ filmur. Eg havi sitið
eftir arbeiðstíð og spælt mær
við at seta myndir, tekst og
tónleik saman. Tekstin havi eg
skrivað út frá einum samankóki
av sitatum frá útlendskum
vitjandi í Føroyum. Og so havi
eg funnið flottar myndir, sum
hóskaðu til, og sett eitt av
mínum egnu løgum til, tí tað
eigi eg rættindini til. Og hygg
nú! Nú hevur filmurin vunnið
eina virðisløn í eini altjóða
kapping! Tað haldi eg, er
fantastiskt. Eg eri sera takksom
og sendi heiðurin víðari til øll
tey, sum hava givið sítt virðis-
mikla íkast til filmin.”
Janus
Hansen,
Ólavur
Frederik sen, Daniele Casanova
og Elin Brimheim Heinesen
hava tikið myndirnar í filmi-
num. Lagið í filminum er ”Eitt
dýpi av dýrari tíð” hjá Elini
Brim heim Heinesen, sum páp-
in, Jens Pauli Heinesen, hevur
skrivað tekstin til. Søren Hyld-
gaard hevur lagt lagið til rættis
til symfoniorkestur. Prague
Phil harmonic Orchestra við
Mario
Clemens,
orkstur-
leiðara, spælir, og Tórshavnar
Manns kór við Bjarna Restorff,
kór leiðara, syngur saman við
Elini Brimheim Heinesen.
Filmurin ”Where nature
rules” kann heintast niður
her: http://www.samvit.fo/
media/wnr.wmv
Filmurin kann síggjast á
Facebook her:
http://www.facebook.com/
video/video.
php?v=48199918144
og á YouTube her:
http://www.youtube.com/
watch?v=Ow2HumAf13w
Elin vann 3. virðisløn fyri film um Føroyar