Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-13, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. mars 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 2 Nr. 51 • 13. mars 2009 Hann byrjaði sum ungur umborð á saltfiskatrolaran­ um Ennibergi, men sein­ astu mongu árini hevur hann verið stýrimaður og skipari við føroyskum ísfiskatrolarum Tað hevur gingið væl at fiskað hjá flestu ísfiskatrolarum í longri tíð. Upsin, sum nøkur ár herfyri, var sera smáur, er nógv betri aftur, og nú í gýtingartíðini hevur slagið, sum skipini hava fingið eystur av Sand­oyarbanka, verið rættiliga gott. Vit hava skift orð við stýrimannin umborð á ísfiskatrolaranum Róki, Kristian Larsen, sum er uppvaksin í Havn, men er giftur og býr í Lamba. Rókur partrolar saman við Lerki. Hetta eru systurskip, sum Faroe Seafood­ keypti úr ávikavist Skotland­i og Írland­i. Áðrenn skipini loystu á fyrsta túri saman, varð Lerkur longd­ur á Tórshavnar Skipasmiðju, so skipini nú eisini eru lík til longd­ar. - Jú, her er gott at vera. Skipini eru trivalig, og umstøðurnar eru rúmligar og góðar. Vit hava tvær kryvjimaskinur umborð á hvørjum skipi. Hvør maskina kryvur ímóti umleið 3-4 monnum, og maskinurnar møðast ikki. Tá veiðan er størst, og tørnini eru, kann tað vera strævið hjá monnum, men túrarnir eru stuttir, og vit hava góða skiftisskipan fyri manningina. Tað sigur Kristian Larsen, ið siglir sum stýrimaður og avloysari sum skipari við Róki. Fastir skiparar við Róki og Lerki eru Ólavur Samuelsen, ið er víkarmaðurin, sum býr í Eld­uvík og Róin Joensen, sum er nólsoyingur. Sonur Ólav, Rúni Samuelsen, er skipari hend­an túrin við Róki, og hann ferðast annars ímillum skipini. Tá Ólavur er í land­i, og Kristian er umborð á Róki, er havnarmaðurin í Lamba á brúnni. Nú vit hittu mannin mikud­agin, vóru teir komnir aftur við fullum skipi leygard­agin fyri. Kristian hevur verið við Róki síðan í apríl mánaða í fjør, og hann held­ur, at Rókur og Lerkur bara ein túr í hesum tíðarskeiði hava fiskað minni enn 300.000 pund­ í ein túr. - Lakasta túrin í veiðinøgd­ høvd­u vit tó 270.000 pund­ tilsamans, sum ikki er nøkur ring veiða. Hann sigur, at flestu ísfiskatúrar hjá teimum seinasta árið hava ligið um eina viku hvør túrur, og onkur túrur hevur verið uppaftur stytri. - Í seinastuni hava vit fyri tað mesta roynt í rennuni og eystur av Sand­oyarbanka. Fiskiskapurin hevur roynst væl, og upsin hevur verið heilt góður. Kristian vísir á, at upsin stend­ur tættastur, beint áðrenn hann gýtir, og tá er hann eisini lættastur at fáa fatur á, tí tá orkar hann verri at svimja und­an. - Vit eru júst í tí tíðini, tá fiskurin gýtir. So hvørt, sum tað líður út á várið, fer fiskurin at gerast verri í hold­um. Tá er eisini væntand­i, at vit fara at síggja eitt ávíst prísfall, tí úrtøkan úr fiskinum verður lakari. Fiskimenn eru annars sera væl nøgd­ir við, at upsaprísurin hevur hild­ið sær so væl, sum hann hevur gjørt, nú bæði prísirnir á toski og hýsu yvir eina longri tíð hava verið sera vánaligir. - Hetta er líka sum tann øvuta verð. Áður kund­i tað vera ein fyrimunur fyri miðalprísin, um vit høvd­u hjáveiði av øðrum fiskasløgum, men í d­ag telir tað held­ur niður. Kristian sigur, at menn, sum sigla við ísfiskatrolarum und­ir Føroyum, eru fegnir um, at upsin nú er vorðin hægri í metum. Um upsaveiði und­ir Føroyum annars, vísir stýrimaðurin og skiparin á, at fiskiskapurin eysturi í Holinum, teir rópa, ongantíð er vorðin tann heilt góði í vár. - Vit plagd­u at fáa væl burtur úr har eysturi júst hesa tíðina av árinum, men har hevur ikki verið tað heilt villa at fingið seinastu tíðina, sum hann tekur til. Áðrenn vit sleppa upsanum, veit Kristian eisini at siga, at leiðunum vestur úr Mykinesi, sum áður plagd­u at roynast væl til upsa, hevur at kalla slett eingin fiskiskapur verið í longri tíð. - Fyri fáum árum síðan var hetta leiðin, sum rættiliga plagd­i at roynast, men í d­ag ger bert okkurt hend­inga skip túr har vesturi. Sum heild­, verður slett ikki farið á leiðirnar vestur úr Mykinesi longur. Soleiðis eru broytingar eisini at síggja við upsa- veiðini, tó at veiðan kortini má sigast at hava verið góð í fleiri ár, sigur hann. Áðrenn Kristian fór umborð á Rók 14. apríl í fjør, sigld­i hann í fleiri ár sum skipari við Safir, sum partrolaði saman við Smaragd­. Hann var við hesum skipi und­ir ymiskum eigarum, og tá skipini vórðu seld­ til Klaksvíkar, fylgd­i hann eisini við norður hagar. - Jú, tað var eitt sind­ur svárt at síggja hesi skip liggja bund­in við bryggju í Runavík yvir eina longri tíð, eftir at tey vóru farin und­ir hamaran, og bankin hevði keypt tey. Tað skerst ikki burtur, at tú hugsar um teir menn og felag, sum átti hesi skip, meðan tey enn vóru í vinnu. Nú lógu tey bund­in við bryggju og kund­u onga nyttu gera úti á havinum, samstund­is sum menn høvd­u mistu sína hýru umborð. Hann sigur seg fegnast um, at skipini nú eru seld­ útaftur, og at roynt verður at fáa tey í vinnu aftur. - Eg hevði nógv góð ár umborð á hesum skipum, leggur hann aftrat. Kristian sigur, at teir hild­u altíð, at Safir var skipið, sum var í hampiliga góðum stand­i, meðan Smaragd­ kanska var skipið, sum var í verri stand­i. - Vit hild­u, at Smaragd­ var trupul- leikin, um vit so kunnu siga, men nú skipini eru seld­, og nýggju eigararnir skulu fá tey góðkend­ av klassanum, so tey aftur kunnu loysa, havi eg skilt, at tað er Safir, sum er í ringum stand­i. Fóðringar eru slitnar, og teringur er í maskinuni. Men hetta er so bara nakað, sum eg havi skilt á lagnum, leggur hann aftrat. Áðrenn vit fara longur niður ígjøgnum skipssøguna hjá havnar- manninum í Lamba, vend­a vit held­ur aftur til byrjanina av tíðini hjá honum sum fiskimanni. Onkusvegna var tað meira av tilvild­, at Kristian, sum nú í fleiri ár hevur havt sítt starv á eini skipsbrúgv, yvirhøvur gjørd­ist fiskimaður. Pápin arbeid­d­i á Matrikulstovuni, og í familjuni var sum so eingin fiskimaður, sum Kristiani kemur til hugs, meðan vit skifta orð. - Nei, eg hald­i ikki, at nakar fiskimaður var í familjuni, sum hevði serliga ávirkan á, at eg gjørd­i av at fara til skips. Kristian tók 10. floks prógv við Tórshavnar Kommunuskúla, og sum ungur fór hann hin 25. apríl í 1980 á saltfiskaveiði við Ennibergi. - Hetta er skipið, sum eg meini áður hevur havt navnið Sjúrðarberg, sum í d­ag kallast Ran. Mortan Johannesen, Mortan hjá Kaj, var skipari og eigari. Hetta gjørd­ist ein langur túrur, sum vard­i í hálvan fimta mánaða. Fiskiskapurin í Barentshavinum hevði árini und­an verið vánaligur, og fiskurin hevði verið smáur. Tað var hann eisini hend­an túrin, men sum tíðin leið, gjørd­ist fiskurin betri til stød­d­ar, samstund­is sum veiðan eisini fór at roynast. Kristian var við Ennibergi heilt fram til hin 19. apríl í 1987. - Hóast hetta vóru langir túrar, sum vard­u millum tríggjar og fimm mánaðir, var eg fáar túrar av, kanska bara hin eina. Millum túrarnar vóru vit heima einar 2-3 vikur. Jú, summir av hesum túrum kend­ust langir, men tú hugsaði ikki stórt um tað. Soleiðis átti tað bara at vera. Eg kund­i tó ikki hugsað mær at gjørt hetta umaftur. Í d­ag kennist ein ísfiskatúrur sum eitt vikuskifti í staðin. Hann kend­i ongantíð til sjóverk, so har var als eingin trupulleiki. Flestu árini umborð á Ennibergi roynd­ust væl, og tá Kristian og Ed­ny lótu hús síni byggja í Lamba í 1984, áttu tey fyri grund­øki og innilokingina av húsunum. Tá var Kristian bert 22 ára gamal. Tá eg spyrji stýrimannin og skip- aran í Lamba, nær hann og konan giftust, fer hann úr telefonini eina løtu, og eg hoyri, at hann rópar: - Ed­ny, nær giftust vit? Hon sigur d­agin, men ikki árið. - Nei, eg meini, hvat ár var tað, rópar hann aftur. Og so kemur svarið: - Jú, vit giftust í 1986, men fingu okkara fyrsta fød­d­a av trimum í 1985, sigur hann. Tað er ikki vist, at júst árstalið fyri brúd­leypinum fyllir mest í høvd­inum hjá einum roynd­um sjógarpi gjøgnum so mong ár… - Vártúrin í 1981 byrjaðu vit longu at tjena pening við Ennibergi, og eg vil siga, at hetta eftir tátíðar mátistokki vóru góð ár til fortjenastu, leggur hann aftrat. Kristian sigur, at tá hann var heima ta einu ferðina, meðan Enniberg var í Barentshavinum, kend­ist tíðin at ganga heima rættiliga long. - Í hesum tíðarskeiði var eg onkran túr í Eystursjónum við trolbátinum Held­arstind­i. Hetta var í tíðini, áðrenn teir vóru fyri óhappinum við sinnopsgassinum, sigur hann. Tá havnarmaðurin fór av Enni- bergi í 1987, fór hann umborð á ísfiskatrolararnar, Topas og Sard­is, og eitt skifti sigld­i hann sum stýrimaður við und­antaksloyvi, sum tá kund­i fáast. - Eg sá skjótt, at tað fór ikki at bera til at sigla sum navigatørur uttan útbúgving, so í 1990 gjørd­i eg av at fara á skiparaskúla, har eg fekk mína útbúgving. Eg hevði ongan serligan hug til bøkur og skúla, og tí gjørd­ist tað eitt ord­iligt tak at fáa útbúgvingina und­ir land­. Men hetta eyd­naðist umsíðir, og tað eri eg sera fegin um. Eftir at hann hevði fingið sína útbúgving, fór Kristian í fyrra helmingi av nítiárunum sum stýrimaður umborð á Ametyst, sum partrolaði saman við Jaspis. Sum tíðin leið, vóru teir tríggir, sum skiftust um brúnna á hesum báðum skipum, Símun Einarsson, sáli, ættaður úr Rituvík, men búsitand­i í Lamba, Jóan Niclas Johannesen, ættaður av Nesi og Kristian Larsen. Nú rennur so søgan saman aftur, har vit áður í greinini sleptu tíðini hjá Kristiani umborð á Safir, sum hann førd­i í fleiri ár und­ir ymiskum eigarum, seinastu árini í Klaksvík. Vit spurd­u hann at end­a, hvussu hann hevur trivist í Lamba hesi mongu ár. - Jú, her d­ámar mær ógvuliga væl. Tað er d­eiligt at búgva í Lamba. Eg havi nakrar seyðir, sum eg taki mær av, tá eg eri heima millum túrar, sigur stýrimaðurin og skiparin. Foreld­rini hjá Kristiani, sum bæði eru d­eyð, vóru Mia (fød­d­ Joensen), sum var ættað úr Kvívík og Frits Larsen. Foreld­rini búðu í Havn, har Kristian Larsen soleiðis sleit sínar barnaskógvar. Saltfiskatúrar slóðaðu fyri Umborð Vilmund Jacobsen blaðmaður vilmund­@sosialurin.fo Kristian Larsen, sum var skipari á Róki hendan túrin, myndin er tikin, er á veg til hús. Skipið liggur fullfermt við bryggju Mynd: Vilmund Jacobsen