fríggjadagur 13. mars 2009síða 5
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
5
Nr. 51 • 13. mars 2009
fingið góð ummæli í ymiskum
bløðum, og so hava vit gjørt eina
lisensavtalu við Ici D’ailleurs,
sum gevur teimum loyvi til at
útgeva okkara tónleik við teirra
logo prentað á. Hetta felagið ger
eitt stórt arbeiði við at útbreiða
tónleik, serliga í Frankaríki, Italia,
Týsklandi, Grikkalandi, Japan og
USA. Franski tónleikarin, Yann
Tiersen, sum vit spældu samam
við í summar, hevur eisini hjálpt
okkum væl. Hann skal aftur við á
konsertferð í summar, tá vit fara
til Danmarkar, Íslands, Póllands,
Kekkia, Eysturríkis, Sveis, Týsk
lands og kanska Italia.
Fjósarokkurin hjá ORKA hevur
vunnið bólkinum positiv ummæli
og góðar avtalur, og er bólkurin
komin langt síðan fjóskonsertina
fyri góðum trimum árum síðan. Í
øllum førum eru konsertavtalur
fyri bæði summarið og heystið
longu í hús, og er áhugin frá
útlendskum miðlum so stórur,
at teir ferðast langt fyri at hitta
ORKA í sínum heimliga umhvørvi.
Stríðið er reinsandi
fyri listina
Sum bóndasonur og annars ein
vanligur drongur, lá tá tað ikki
fremst í huganum, at gerast
tónleikari. Tann avgerðin varð ikki
tikin fyrr enn fyri seks árum síðan,
tá hann fór til London at útbúgva
seg innan ljóðtøkni.
Eg umhugsaði faktisk at
gerast bóndi eina ferð, men
droppaði tað. Tað nærmasta eg
nú komi til at gerast bóndi, er
at gera basspelar, sigur hann
flennandi.
Jens L. Thomsen hevur eisini
eina bakgrund sum listafólk, har
hann serliga fekst við myndlist.
Seinni gjørdist hann partur av
Clickhaze, og í 2003 flutti hann til
London at ganga á tónleikaskúla.
Eg haldi, størstu orsøkina til
at eg valdi at konsentrera meg
meira um tónleikin var, at tá
eg fekst við myndlist, avgjørdi
eg sjálvur hvussu endaúrslitið
sá út, meðan við tónleiki ert tú
ofta í einum samanhangi, har
tú mást skapa saman við øðrum
menniskjum. Eisini verður tú
konstant settur upp á prøva,
og mást ofta berjast fyri tínum
hugskotum. Mær dámar væl tann
partin, stríðið, tað er á ein hátt
reinsandi fyri listina. Tað sker alt
feittið burtur. Men einamest er
tað munurin á at sita einsamallur,
og tað at skapa og framføra
saman við øðrum menniskjum,
ið hevur týdning fyri meg, og er
orsøk til at eg havi valt tónleikin.
»Other« passar væl
til mín
ORKA er hóast sítt undarliga skap
ikki nøkur døgnfluga. Tvørturímóti
hevur høvuðsheilin handan ORKA
stórar ætlanin um at halda fram
við at menna ORKA, listarliga
úttrykkið og ljóðførini. At gera
fleiri verkætlanir við bólkinum.
Fyri Jens L. Thomsen er tað er ein
avbjóðing at skapa ljóð úr einum
stað og við amboðum, sum einki
hava við ljóðframleiðslu at gera.
Hann er so smátt farin at spæla
sær við tankar um hvar næsta
verkætlan skal fara fram.
Eg havi eitt hugskot til hvar
tað skal vera næstu ferð, men
tað broytist alla tíðina. Eg kann
ikki siga, júst hvat tað er, sum
gevur mær íblástur, men eg veit,
at eg vil blíva forelskaður í tí,
sum eg geri. Íblásturin er ofta
ein avspegling av øllum øðrum
eg takist við, tað er akkurát sum
ein paralell til lívið. Umvegis
tónleikin fái eg alt út. Alt, sum eg
trúgvi, ivist í, ikki skilji, irriterist
inn á, gleðist um
Tað hevur eisini við sær, at
eg ofta geri alternativan tónleik.
Tá eg verið biðin um at upplýsa
tónleikasjangru, skrivi eg altíð
“other”. Og tað er ein stílur,
sum passar mær fínt. Tað er ein
samanrenning av world, rock,
electro, ein fusión av øllum.
List er mítt mál
Í stovuni Innan Glyvur, saman við
rokaðu bókahillunum við bókum
og plátum – hann lurtar helst
bert eftir plátum í staðin fyri
fløgum – stendur eisini gittarin,
sum var tann fyrsti hann nart við,
sum 12 ára gamal. Í hesi stovuni
koma hugskotini til verðina, og
her arbeiðir hann saman við
praktikantinum hjá sær.
Her er góður arbeiðsfriður og
góðar umstøður, og her havi eg
mítt egna lítla upptøkuhøli. At
vera úti á bygd, sum her, er gott
fyri høvdið og konsentratiónina,
og tað er deiligt. Onkuntíð kundi
eg hugsað mær at havt nakrar
seyðir gangandi. Teir kundu í
stóran mun passa seg sjálvar,
meðan eg eri uttanlanda. Ikki sum
við neytunum, sum mann hevur
ábyrgd av millum 521.00 hvønn
dag, sigur hann, og gevur eina
fatan av, at hann veit, hvat hann
tosar um.
Jens L. Thomsen fekk her
fyri ein bít av stóru køkuni,
tá Mentanargrunnurin lat
starvsløninir til listafólk. Hann
søkti upprunaliga um at fáa
starvsløn í eitt ár, men fekk
játtaða starvsløn í hálvt ár.
Pengarnir gera stóran mun, og
geva møguleika fyri at arbeiða
við hugskotum, uttan at stúra
fyri hvar næsta lønin skal koma
frá. Fyri Jens L. Thomsen er tað
kortini listin, ið stendur fremst, tá
um tað at skapa ræður.
Tað er í stóran mun hetta
serliga samskiftið millum
tónleikarar, ið heldur huginum
uppi, haldi eg. Tað eru ótømandi
møguleikar. Men sjálvandi er
tað eisini skapanarhugurin, ið
er høvuðsdrívmegin. So langt
aftur eg minnist, havi eg altíð
havt áhuga í list, eisini sum
kommunikatiónsform. List er eins
og eitt mál, ið tú lærir at brúka
betur og betur; og onkuntíð kanst
tú lýsa øki, ið ikki kunnu lýsast við
orðum, hugleiðir Jens L. Thomsen
um passiónina fyri at arbeiða við
tónleiki, sum her fyri vann honum
eitt hálvt ár uttan pengasorgir.
Eg tendraði eina
ferð sjónvarpið,
har ein sending var
um mastrarhvalir.
Enska navnið fyri
mastrarhvalin er
ORKA. Mær dámdi
so væl navnið, og
tí eitur bólkurin
ORKA. Mær dámar
væl, at orðini hava
ein dupulttýdning,
og so tað, at tað
visuelt er vakurt,
sigur Jens L.
Thomsen
Mynd: Jens
Kristian Vang
ORKA er:
Jens L. Thomsen,
Bogi á Lakjuni,
Jógvan Andreas
á Brúnni, Ólavur
Jákupsson, Kári
Sverrisson, Magni
Højgaard, Yann
Tiersen, Jón Tyril,
Niels L. Thomsen