mánadagur 16. mars 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 52 - 16. mars 2009
Trúðarfelagsskapurin
Evangelist fer ikki
at føra sak ímóti
Danmarks Radio,
sum leiðarin fyri
felagsskapin annars
segði við Rás2, at
tey fóru at gera.
Evangelist heldur
tó fast um sínar
atfinningar
EvangElist
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Í sendingini “21 Søndag”
hjá DR1 fyri viku síðani
stóð
trúðarfelagsskapurin
Evangelist stóð fyri skotum.
Eftir sendingina segði leið
arin fyri Evangelist, Christ
ian Hedegaard, við Rás2, at
tey ætlaðu at føra sak ímóti
DR fyri skuldsetingarnar
um ágang ímóti børnum.
Í sendingini hjá DR
greiddu ónevnd fólk frá
ógvusligum
upplivingum
sum børn, tá ið fólk í Evan
gelist skuldu reka illar and
ar úr teimum. Ein sálar
frøðingur helt, at hetta vóru
torturlíknandi støður, sum
børnini vórðu sett í. Eisini
var greitt frá líknandi hend
ingum í einum øðrum fe
lags skapi, Faderhuset.
Hetta er tað mest ab
surda, sum eg havi hoyrt.
Tað er ótrúligt, hvat mann
kann verða skuldsettur fyri
sum kristin í Danmark, og
vit ætla at føra sak ímóti
Danmarks
Radio,
segði
Christian Hedegaard við
Rás2.
Hava ráðført seg
Nú boðar Evangelist frá, at
tey fara ikki at melda DR. Í
einari fráboðan verður sagt,
at Evangelist hevur tosað
við løgfrøðisligar ráðgevar,
og niðurstøðan er, at Evan
gelist fer ikki at reisa málið
hjá løgregluni.
Men vit halda fast við
okkara atfinningar ímóti
send ingini, sum saman
tvinn aði
Evangelist
við
hend ingar
í
Faderhuset,
sum vit einki hava vit at
gera, sigur Evangelist í frá
boð anini.
Í næsta mánaði koma
Christian Hedegaard og
onnur fólk frá Evangelist til
Føroya at halda møtir.
Evan gelist
hevur
vitjað
regu liga í Føroyum seinastu
árini.
Vit hava nógvar góðar
stuðlar, og eg rokni við, at
føroyingar fara at stuðla
okk um enn meira eftir
hetta, tí teir vita, at vit
standa fyri tí kristna, segði
Christian Hedegaard við
Rás2 fyrr í vikuni.
Amerikanarar
keypa meira
í Føroyum
Amerikanarar settu í fjør nýtt met í
handlinum við onnur lond. Føroyar
stóðu fyri 175 milliónum krónum av
handlinum, og tað var munandi meira
enn árið fyri
Handil
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Heimasíðan WorldCity hevur gjørt eitt yvirlit
yvir samlaða uttanlandshandilin hjá USA í fjør,
og talan er um eitt nýtt met.
Amerikanarar keyptu ella seldu fyri umleið 20
billiónir krónur – tað svarar til góðar 2 milliardir
krónur um tíman í miðal.
Størsti handilspartnari hjá USA er Kanada, og
nummar 2 er Kina. Fremsta norðurland er
Svøríki, sum er nummar 34 á listanum.
Føroyar eru nummar 188 á listanum. Samlaði
handilin millum Føroyar og USA var í fjør 175
milliónir krónur. Amerikumenn keyptu fyri
slakar 93 milliónir krónur úr Føroyum, og
føroyingar keyptu fyri 83 milliónir krónur úr
USA.
Handilin millum Føroyar og USA vaks við
heili 207,7 prosentum í 2008 samanborið við
2007.
Evangelist dregur í land
Christian Hedegaard