Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-17, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. mars 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 53 - 17. mars 2009 Útlátið av kyksilvuri er í støðugari minking í okkara parti av heiminum. Hetta vísa kanningarúrslit, sum Umhvørvisstovan hevur savnað. Fundur verður um grind og umhvørviseitur í Miðlahúsinum mikukvøldið Umhvørvi Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Tað er langt millum góðu nýggjheitirnar á umhvørvis­ økinum. Men á Umhvørvis­ stovuni hava tey eina. Nýggjar kanningar vísa nevniliga, at nøgdirnar av kyksilvuri eru í minking í okkara parti av heiminum, tí ídnaðurin brúkar minni kyksilvur, og at vit brenna minni kol. Maria Dam, granskari í umhvørviseitri, sigur við Sosialin, at útlitini eru góð, og hetta upp á sikt eisini kann fara at merkjast her hjá okkum. Eitt nú í mongdunum av kyksilvuri í grindahvali og fiski. ­ Beint nú sær tað gott út. Men tað velds sjálvsagt um, hvussu nógv kyksilvur verður brúkt í ídnaðinum, og hvussu nógv kol verður brent framyvir eisini, sigur Maria Dam, granskari. Drúgvar kanningar Eftir seinastu tilráðingina frá Landslæknanum og Deildini fyri Arbeiðs­ og almannaheilsu um, at grindahvalur ikki eigur at roknast sum mannaføði, hevur umhvørvisdálking og grind verið nógv frammi í miðlunum. Starvsfólk á Umhvørvisstovuni og á Náttúrugripsavninum hava í fleiri ár kannað grindahval í sambandi við um­ hvørviseitur og lívfrøði. Síðani 1994 er kyksilvur kannað í uml. 950 grinda­ hvalum ­ men kanningar­ úrslit eru eisini tøk heilt aftur til 1974. Kannað hevur verið tvøst, bæði feskt og kókað, hjørtu, livur, nýru og spik. Verða kanningarúrslitini frá øllum árunum savnað, sæst, um broytingar eru í kyksilvur­ innihaldinunm í grindahvali, ella um innihaldið av PCB og pesticidum er eins høgt og tað hevur verið. Maria Dam, granskari, forklárar, at Umhvørvis­ stovan hevur savnað gran­ skingarúrslit, sum ganga eini 30 ár aftur í tíðina. Eitt nú kanningar av kyksilvuri í tvøsti og PCB í spiki. Eisini fevna úrslitini um grindakanningarnar hjá Náttúrugripasavninum frá áttatiárunum. Og altjóða kanningar av útláti av umhvørviseitri. Higartil hava tey ikki funnið nakra ítøkiliga minking í grind, men í toski. ­ Í sambandi við grinda­ hval, hava vit sæð eina minking av DDT, skor­ djóraeituri, sum varð nógv brúkt í trýssunum. Men í dag finna vit onnur evni í grindahvali, sum minna um PCB, eitt nú flammetónandi evni. Hesi evni verða eisini skamtað og arbeitt verður við at basa nýtsluni av teimum. Fyribilskanningar vísa, at nøgdirnar av hesum evnum hava verið støðugar seinastu tíggju árini, sigur Maria Dam, granskari. Hon heldur eisini, at tað hevur størstan týdning, at fáa tey, sum dálka við kyksilvuri at minka um nýtluna. ­ Tað mest umráðandi er at steðga útlátinum av um­ hvørviseitri, bæði her heima hjá okkum og í altjóða samstarvi. Tá vit brúka hesi dálkandi evni, missa vit tamarhaldið á teimum, og tey hopa seg upp í náttúruni og í føðiketuni, sigur Maria Dam. Útlátið av kyksilvuri minkar Kunningarfundur um umhvørviseitur í grindahvali Náttúrgripasavnið og Umhvørvisstovan skipa fyri fundi um evnið í Miðlahúsinum mikukvøldið 18. mars 2009, kl. 19.00 Spurningar, sum verða umrøddir: · Hvussu fer yvirvøkan av grindahvali fram? · Hvussu er við kyksilvur og PCB í grindahvali; síggja vit nakrar broytingar? · Hvussu við øðrum dálkandi evnum í grindahvali, sum flammutálmandi evnum, PFOS og øðrum? · Hvussu við øðrum havsúgdjórum, eru tey ikki eisini dálkað? · Hvar heintar hvalur dálkingarevnini? · Hvat kunnu Føroyar gera við dálking av høvunum? Skrá: ­ Bjarni Mikkelsen, Náttúrugripasavnið, fer at greiða frá um grind og um møguligar keldur til dálkingarevni. ­ Maria Dam, Umhvørvisstovan, fer at greiða frá um umhvørviskanningar og umhvørviseitur í grind. ­ Spurningar og kjak Fundurin er almennur og ókeypis Á kortinum síggja vit, hvar nøgdin av kyksilvuri minkar, og hvar hon hækkar. Reyði liturin merkir eina hækking og grøni eina minking. Tess myrkari lit, tess størri minking ella hækking. Brown vil ikki hava minstaprís Í Bretlandi hevur Gordon Brown, forsætisráðharri, havnað einum upp­ skoti hjá Liam Donaldsons, landslækna um at hækka prísin á rús­ drekka munandi fyri at fólk fólk at drekka minni. Í síni ársfrágreiðing fyri 2008 mælir landslæknin myndugleikunum til at tvífalda rúsdrekka­ prísin. Eftir hanssra tykki hevði tað fingið fólk at drekka sjey prosent minni. Landslæknin vísir á, at avleiðingar av rúsdrekka kosta bretska heilsuverkinum 2,7 milliardir pund um árið, og at talið á innleggingum orsakað av rúsadrekka er økt úr 93.500 í 1995 í 207.800 í 2007. Men tað fær ikki Gordon Brown at tvífalda rúsdrekkaprísin. Nógvir póllendingar í Íslandi Á nýggjárinum vóru 24.379 útlendskir ríkisborgarar skrásettir í Íslandi, og tað var 958 fleiri enn nýggjársdag í fjør. Við øðrum orðnum vóru útlendingarnir 7,6 prosent av fólkatalinum í Íslandi nú um ársskiftið. Nógv teir best umboðaðu útlendingarnir í Íslandi eru póllendingar. Teir vóru ikki færri enn 11.003 í tali á nýggjárinum, og nógv fleiri enn litavar, sum vóru 1.140 í tali og næstbest umboðaðir. Íslendska hagstovan sigur, at til 2003 vóru teir flestu útlendsku ríkisborgararnir kvinnur, men nú eru menninir fleiri. Á nýggjárinum vóru útlendsku kvinnurnar 308 fleiri enn teir útlendsku menninir.