mikudagur 18. mars 2009síða 2
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
tíðindi
Nr. 54 - 18. mars 2009
Hóast hugsanin í
sam felagnum er, at
pápar ongan áhuga
hava fyri at vera
longri í farloyvi enn
tær obligatorisku
tvær til fýra vikurnar,
vísir tað seg sum at 9
av 10 pápum taka av
tilboðnum um longri
barns burðarfarloyvi
PáParættindi
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Rættindini hjá pápum til
barns burðarfarloyvi hevur
eftir øllum at døma sera
stóran týdning fyri at pápar
kunnu fáa størri lut í lívi
num hjá barninum.
Í grannalondum okkara
hava teir fingið eyguni upp
fyri týdninginum á hesum,
og hava stigvíst ment hetta
lóga r økið. Men tað var ikki
uttan iva og mistrúgv. Í eina
landi num úttalaðu tríggir
navn framir tingmenn seg
um tað, at geva pápum rætt
til longri barns burðar far
loyvi við Pápakvotum, og
søgdu, at páparnir fóru als
ikki at skoyta um hetta.
Kanningar av tølum eftir
at pápakvoturnar komu í
gildi hava tó síðan víst, at
áhugin fyri børnunum abso
lutt er til staðar. Tað vísir
seg nevniliga, at níggju av
tíggju pápum valdu at brúka
pápa kvotuna, tá hon stóð
teim um í boði.
Tað segði Jørgen Lorent
z en,
søgufrøðingur
og
gransk ari
við
lærda
Há skúlan í Oslo, tá hann í
Miðla húsinum
mána
kvøldið greiddi frá leik luti
num sum pápi og rættindum
hjá pápum í søguligum og
nú tíðarhøpi.
Umsorgandi pápin
ein veruleiki
Í tveimum teimum seinastu
ártíggjunum er ein stór
mentunarlig og samfelagslig
broyt ing
farin
fram
í
granna londum okkara. Tað
snýr seg um ein nýggjan
identi tet, sum hevur stungið
seg upp í heildarmyndini
um familju, og harvið er
familju mynstrið
eisini
mun andi broytt. Talan er
um tann nærverandi og
um sorg a narfulla pápan.
Henda broytingin er hend
í takt við stigvísu menn ing
ina á lógarøkinum.
Um tú ikki kemur inn í
lívið hjá tí fullkomiliga
hjálpar leysa barninum í tí
fyrs ta árinum, verður tað
tor ført at fáa sama tilknýtið
seinni. Tí er tað so ótrúliga
um ráðandi at foreldrini fáa
tíð at vera saman við barni
num í hesi umráðandi tíðini,
sigur Jørgen Lorentzen.
Sosialt paradoks
Tær
kanningar,
Jørgen
Lorent zen hevur gjørt, taka
støði í Noregi. Har vísir tað
seg sum, at pápa revo lu tión
in, sum hann kall ar hana,
sum er farin fram í Noregi
tey seinastu tvey ártíggjuni
hevur skapt eitt heilt nýtt
emotionelt tilknýti til børn
ini.
Av tí sama er tað blivin
ein so stórur trupulleiki við
foreldramyndugleika,
tá
familjur nar verða sundur
skildar,
sigur
Jørgen
Lorentzen.
Fram brotini
í
pápa
rættind um
hava
sostatt
skapt eitt nýtt sosialt para
doks, sum til tíðir kann
verða sera trupult at hava
við at gera, nevniliga at
páp in byrjar at gera meir og
meir krav um samveru við
børn un um.
Barnið eisini
krav til pápan
Eitt áhugavert sjónarmið,
ið vunnið frama í granna
londum okkara, var eisini
uppi og vendi á fundinum,
ið varð í Miðlahúsinum
mána kvøldið.
Tað er nevniliga tann
hug sjónin, at páparnir skulu
hava rætt til børnini, ið er
kon servativ og gomul, og
at tað, sum ið veruleikanum
er umráðandi er, at børnini
hava rætt til at samveru við
báðum foreldrum.
Hetta er eisini nakað, ið
John Johannesen, formaður í
tingbólki Javnaðarfloksins,
leggur dent á í við merking u
num í skrivligum fyri spurn
ingi, ið hann hevur sett
Anniku Olsen, lands stýris
kvinnu í Inn lendis málum um
rættindi hjá børn um og
javnrætt millum kyn ini.
Har skrivar hann soleiðis:
»Øll børn skulu hava rætt
til bæði foreldur. Tað eigur
at verða høvuðsreglan í
lóg gávuni kring børn og
tað, sum vit í dag heldur
kon serva tivt kalla foreldra
rætt. Men so er ikki í Før
oyum. Her hava børn fyrst
og fremst rætt til mammuna
og so bara møguliga til
pápan eisini. Børnini og
pápar nir eru harvið fyri
løg frøði ligum og ikki minst
menniskja ligum og kenslu
ligum órætti.«
Avbjóðingin liggur
hjá pápunum
Í kjakinum um samveru
mill um pápar og børn kom
tað fram, at tann heilt stóra
avbjóðingin í veruleikanum
liggur hjá pápanum sjálv
um, og ikki hjá lógar verki
num.
Søguliga vóru pápar sera
nógv um børnini, men sum
sam felagið
broyttist
og
menn skuldu úr húsinum
og út á arbeiðsmarknaðin,
minkaði samveran við, og
har við eisini umsorganin
og nærleikin til børnini.
Í 1970 var ungdóms upp
reist ur í Noregi, har slag
orðini vóru »Død over far«.
Har tey gjørdu uppreistur
móti
tí
ikkielskandi,
ó ábyrgdar fulla og ónær ver
andi pápanum, ið bert hugs
aði um arbeiðið.
Tað vísir seg sum, at tann
størsti trupulleikin í veru
leikanum liggur hjá pápa
num í og við at lata upp fyri
intimrelatiónunum. Eg vil
kalla fyrstu ferðina maður
skifti eina blæðu fyri eitt
stórt stig fyri manna rættindi.,
sigur Jørgen Lorentzen.
9 av 10 pápum ynskja
longri farloyvi
Nógv arbeiðsleys á Als
Neyvan nakrastaðni í Danmark hevur tað veksandi
arbeiðsloysið verið so sjónligt sum á oynni Als í
Suðurjyllandi. Orsøkin er, at tríggjar tær størstu fyritøkurnar
í umráðnum, Danfoss, Sauer Danfoss og Linak, hava sent
ein hóp av arbeiðsfólki til hús í seinastuni. Hetta hevbur
havt við sær, at arbeiðsloysið á Als er meiri nn tíggjufaldað
eftir stuttari tíð, skrivar DR. Nógv av teimum uppsøgdu eru
limir í fakfelagnum 3F, og felagið sigur, at um nakrar fáar
mánaðir verður triði hvør 3Flimur á Als arbeiðsleysur, og
tað er ein heilt óvanlig støða, sigur felagið.
USA umhugsar veðurlagstoll
Amerikanski orkumálaráðharrin, Steven Chu, segði í gjár, at tá
USA eina ferð hevur fingið tamarhald á sínum CO2útláti, er tað
ikki óhugsandi, at amerikanarar fara at leggja eitt slag av
veðurlagstolli á vørur úr londum, sum ikki hava sett sær bindandi
mál fyri at avmarka veðurlagsbroytingarnar. Hesin tollurin skal
forða fyri, at summi lond bara lata standa til og fáa
handilsfyrimunir av tí. Í einari hoyring í Umboðsmannatinginum í
gjár segði Steven Chu, at veðurlagstollur er bara ein av fleiri
møguleikum, sum stjórnin umhugsar.
Í kjakinum um samveru millum pápar og børn vísir tað seg sum, at tann heilt stóra avbjóðingin í veruleikanum liggur hjá
pápanum sjálvum, og ikki bert hjá lógarverkinum. - Tað eru ógvusligar mentunarligar og persónligar broytingar, ið skulu fremjast
í lívinum hjá manninum. Møguleikin fyri intimrelatiónum kann betrast gjøgnum lógarverkið, men tann størsta avbjóðingin liggur
hjá manninum at lata upp fyri teimum intimu kenslunum, sigur Jørgen Lorentzen
mynd: Jens Kristian Vang