mikudagur 18. mars 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 54 - 18. mars 2009
Tveir mans vóru
dømdir fyri at
snýta ALS í Eystara
Landsrætti mána
dagin. Orsøkin til,
at menninir vóru
fangaðir, var, at annar
ringdi til eina sending
hjá Elisi Poulsen
Svik
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Á eini strond í Tailandi situr
arbeiðsleysur
føroyingur.
Hann arbeiðir vanliga á ein
um fiskavirki, men nú er
onki at gera, so hann fær
pening frá arbeiðsloysis
skipanini.
Hann hevur tað gott hóast
alt, og kemur í tankar um,
at pápi hansara hevur føð
ingardag, og veit, at Elis
Poulsen hevur lurtarasend
ing í útvarpinum, so mað
urin ger av at ringja til Elis
at ynskja pápa sínum til
lukku.
Heima í Føroyum situr ein
málsviðgeri hjá ALS við
einum korti í hondini. Hesi
eru komin regluliga, og onki
sær út at vera áfatt. Útvarpið
er frá inni í skrivstovuni, sum
tað vanliga plagar at vera.
Maðurin í Tailandi fær nú
fatur á Elisi. Hann sigur,
hvør hann er. Tosar væl og
leingi við Elis, og ynskir
eitt lag til pápa sín.
Nú stúrsar málsviðgerin
við.
Navnið á manninum, sum
tosar við Elis, stendur á
ALSkortinum, og so er at
boða løgregluni frá, tí ein
maður, sum er í Tailandi,
kann ikki fara til arbeiðis,
um hann fær boð til hetta
frá ALS.
Nakað soleiðis vóru hend
ingarnar, sum fangaðu tveir
mans, sum svikaðu ALS.
Annar var í Tailandi, og var
tí ikki tøkur á arbeiðsmarkn
aðinum, meðan hin maðurin
trúliga lat fýra ALSkort
inn til skipanina, har navnið
hjá føroyinginum í Tailandi
stóð á.
Hvat kunnu vit læra av hesi
lítlu søgu? Er tað, at tú ikki
skalt royna at snýta, tí tað
kann verða uppdagað, ella er
tað, at ætlar tú at snýta ALS
og at fara av landinum, so
skalt tú ikki ringja til Elis, ella
nakran annan miðil, tí so kann
vera, at málsviðgerin hjá ALS
hoyrir, at tú ikki er tøkur á
arbeiðsmarknaðinum.
Ákærurnar
Hóast tað var púra tilvild
arligt, at føroyingurin í Tai
landi varð uppdagaður, so
merkir tað ikki, at tað er í
lagi at fara av landinum í
átta vikur.
Tí kravdi ákæruvaldið, at
menninir vórðu dømdir fyri
at snýta ALS. Annan fyri at
fara av landinum og hin fyri
at hjálpa honum at snýta
ALS og báðar fyri at falsa
ALSkort.
Tey tvey atlitini menninir
vóru kravdir eftir at byrja
við vóru:
»Bedrageri og til dels for
søg herpå samt medvirken«
og »Forfalskning i forening«
Føroya Rættur
Málið var fyri í Føroya Rætti
fyrst í septembur. Báðir menn
inir noktaðu seg sekar, og tað
kom fram, at tað lítil og ongi
útlit vóru fyri, at nakað fór at
verða á fiskavirkinum. Hetta
hevði við sær, at tá til stykkis
kom, vóru báðir menninir
fríkendir øllum ákærum og
staturin varð dømdur at gjalda
rættarkostnaðin.
Men hetta vildu hvørki
ALS ella ákæruvaldið góð
taka, so málið var skotið
inn fyri Eystara Landsrætt.
Eystari Landsrættur
Mánadagin var málið fyri í
landsrættinum. Ákærurnar
vóru tær somu, men tað var
úrskurðurin ikki.
Menninir noktaðu seg
framvegis sekar, men tað
helt
landsrætturin
ikki.
Rætturin vísti á, at maðurin
í Tailandi ongan møguleika
hevði at vera tøkur á arbeiðs
marknaðinum, tá hann var í
Tailandi. Hin var somuleiðis
funnin sekur fyri at hjálpa
tí fyrra.
Tá dómurin varð sagdur,
vísti tað seg, at hóast menn
inir vóru ákærdir fyri doku
mentfalsan, við tað, at ann
ar hevði skrivað undir kort
ini fyri hin, so avgjørdi rætt
urin, at teir ikki vóru sekir í
hesum ákærum.
Fyri fyrru ákæruna fingu
menninir tó tvey ára treyt
aða fongsulsrevsing, fyri at
hava snýtt fyri slakar 5000
krónur, umframt, at teir
vóru dømdir at gjalda sakar
málskostnaðin.
Skuldi ongantíð ringt til Elis
ALS
fegnast
Hetta er ein góður
dómur fyri skipanina. At
hugsa sær, um tað vóru
einir túsund føroyingar,
sum gingu uttanlands,
og tað brádliga vóru boð
eftir teimum, sigur Ernst
Jacobsen, stjóri í ALS
Ein samrøða úr Tailandi við Elis Poulsen var nóg mikið til,
at tveir føroyingar vóru drignir fyri rættin og dømdir
Modellmynd
Olmert havnar fangabýti
Ísraelski forsætisráðharrin, Ehud Olmert, havnaði í gjár einum tilboði frá Hamas um fangabýti. Samstundis legði hann
dent á, at Ísrael fer ikki at sleppa takinum á Gazageiranum, fyrr enn ísraelski hermaðurin Gilad Shalit er komin heimaftur.
Hann bleiv burturfluttur í 2006 og hevur verið fangi í Gazageiranum síðani. Við fjølmiðlarnar segði Olmert, at hann
slakar ikki fyri krøvum frá einum yvirgangsfelagsskapi sum Hamas. Ísraelskar keldur siga, at Hamas er til reiðar at lata
Shalit leysan í býti við 450 palestinskar fangar, sum sita í ísraelskum fongslum, men at Ísrael vil bara lata 320 fangar
leysar. Ov tíðliga at fegnast. Í USA eru nógvir búskaparfrøðingar bjartskygdir, eftir at tað í gjár kom fram, at tað gongur
munandi betur í amerikonsku byggivinnuni, enn fólk høvdu roknað við. Tølini vísa, at vøksturin innan nýbygging var heili
22 prosent frá januar til februar. Men danski búskaparfrøðingurin Jens Lunde, sum er lektari á Handilsháskúlanum í Keyp
mannahavn, biður sínar amerikonsku starvsbrøður sláa kalt vatn í blóðið. Vøkstur frá einum mánað til tann næsta er ikki
nóg mikið til at taka støðu til, um vend er komin í, ella um talan er um eitt serligt fyribrigdi, sigur Jens Lunde við Ritzau.