hósdagur 19. mars 2009síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
tíðindi
Nr. 55 - 19. mars 2009
Fólk sum um boða
tón leika lívið í Havn
hava í dag handað
leiðsl uni í Tórshavnar
Bý ráð eitt uppskot
um at byggja eitt
konsert hús í Havn við
øllum hentleikum og
plássi fyri 150 áhoyr
ar um
KONSERTHÚS
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Ein fyrireikingarbólkur fer
í dag at handa Heðini
Morten sen og Boga Andrea
sen, ávikavist borgarstjóra
og varaborgarstjóra í Havn
eitt uppskot um eitt konsert
hús í høvuðsstaðnum.
Tað eru nøkur feløg við
til knýti til tónleikalívið í
Før oyum, sum hava tikið
hetta stig. Tey siga, at hetta
er gjørt við teirri sannføring,
eitt alment stað at framføra
tón leik í manglar í Havn,
og tí vilja tey varpa ljós á
hendan stóra miss.
Nógv eru tey, sum í
gjøgn um árini, hvør sær,
hava tikið stór tøk við tí
fyri eyga at royna at loysa
hetta týdningarmikla mál,
men illa hevur gingist í
hond. Hóast stóra saknin av
einum líkinda stað at hava
fram førslur av øllum slag,
hevur tónleiklívið, mestsum
upp á tross blómað, og
kunnu vit gleðast um hetta.
Men tað skerst ikki burtur,
at eitt miðsavnandi stað fyri
framførslur í Havn hevði
rík að enn meira um útboðið
av dygdargóðum tónleika
upp livingum fyri borgaran,
sigur fyrireikingarbólkurin.
Tey halda, at eitt slíkt
stað er eins umráðandi fyri
trivn aðin hjá áhoyraranum
sum tónleikaranum, og tí
hava tey valt at kalla tað
eitt konserthús.
Ein
fyrireikingarnevnd
hevur
seinasta
mánaðin
sitið og arbeitt við málinum
og fer í dag at handa borgar
og varaborgarstjórunum í
Tórs havnar
Býráð
eitt
felags skriv, ið er stuðlað
av hesum feløgum:
FUTT
Jazztónleikarafelagið
Fólkatónleikarafelagið
Einleikarafelagið
Felagið Føroysk Tónaskøld
Mentón
Kórsamband Føroya
Umboð fyri áhoyrarar
Havnar Jazzfelag
Konsertfelagið
TUTL
FUR
Umframt hetta verður
upp lýsandi tiltak í Norður
landa húsinum fríggjadagin
kl. 18.00. og kl. 22.00
Feløgini siga soleiðis í
brævi til borgarstjórarnar:
»Í hesum døgum hava vit
tikið stig til at savna øll
tón leikafeløgini og umboð
fyri áhoyrararnar í Havn.
Í hesum sambandi hava
vit havt fundir og kjak um
konserthús í Havn, og eru
samd um at gera ein vørr
fyri at skapa nøktandi og
virði ligar umstøður at fram
føra tónleik í býnum.
Ein samdur fyri reik ing ar
bólkur hevur valt Ólav
Ol sen, tónleikara at vera
felags umboð.
Orsøkin til hetta átak eru
støðugt tvørrandi um støður
nar fyri tónleikaframførslu
í býnum, og vilja vit fegin
verða við til, saman við
Tórs havnar Býráð, at bøta
um verðandi umstøður.
Eitt konserthus má í
minsta lagið hava:
• Pláss fyri 80-150 sitandi
áhoyrarum
• Hita og toilett
• Ein rúmligan pall
• Neyðuga ljóð- og
ljósútgerð
• Serstaka entré við
atgongumerkjasølu og
garderobu.
• Backstage-høli til
upptraðkandi ( við
atgongd til wc )
• Skrivstovu
• Goymslu/-ur
Tað er ein sjálvfylgja at
eitt konserthøli er gjørt í
sam ráð við køn innan
akkust ik, og at ljóðgóðskan
er optimal.
Umframt er umráðandi at
inn rættingin av hølunum er
av slíkum slagi, at gestir og
tón leikarar fáa eina menn
andi heildaruppliving av
kon sert um.
Vert er at bíta merki í, at
hetta fyri Tórshavnar bý er
eitt sera átroðkandi mál
sum hevur skund, og at ein
skjót og nøktandi loysn vil
verða við til at nøra um
býar innar tónleikalív.«
Nýtt konserthús í Havn
Skráin fyri tiltakið í Norðurlanda
húsinum í annaðkvøld er hendan:
• Vælkomin v/ Ólavi Olsen
• Nikos Kapnas spælir
• Gunnar Madsen (ROSA), um spælistøð
( Høvi verður at seta spurningar )
• Steðgur
• Jákup Weihe, skemt
• Jóhannes Steingrund, um akkustik
• Kórið Kata syngur Kl. 22.00 er lítil konsert og
hugni í Havnar Klubba, har bólkarnir Kapnas &
The Poulsens og Heiðrikur á Heygum spæla.
Bæði tiltøkini er ókeypis.
Arbeiðsbólkurin sum seinasta
mánaðin hevur arbeitt við
málinum um nýtt konserthús
í Havn. Í dag er uppskotið
handað leiðsluni í Tórshavnar
Býráð
Fyrr í vikuni vóru nakrar
tónleikarar saman við
varaborgarstjóranum, Boga
Andreassen og hugdu eftir
hølum millum Reinsaríið í
Tórsgøtu og Miðlahúsið
Mynd: Jens Kristian Vang
Ov lítil skattur kemur inn
Í Grønlandi eru skattamyndugleikarnir og arbeiðsgevararnir
ósamdir um, hvør hevur skyldina av, at tað vanta næstan 350
milliónir í landskassanum. Tølini vísa, at umleið 1.000
grønlendskir arbeiðsgevarar hava ikki goldið landskassanum allan
A-skattin. Claus S. Jensen, sum er stjóri í skattastýrinum, sigur
við KNR, at orsøkin er fíggjarkreppan, tí hon hevur tikið beinini
undan fleiri fyritøkum. Men tað tað heldur arbeiðsgevarafelagið
ikki. Felagið sigur, at fíggjarkreppan hevur als ikki rakt vinnuna
serliga meint ennm, og at fyritøkurnar hava heldur ikki
trupulleikar við gjaldførinum. Ov sein bóking í skattaumsitingini
er orsøkin, sigur felagið.
Tingmenn møta illa
Á fundi í íslendska Altinginum í gjár noyddist formaðurin
at útseta eina atkvøðugreiðslu, tí alt ov fáir tingmenn
vóru í tingsalinum. Uppskotið, sum var til viðgerðar, var
um val til Altingið, men áhugin fyri tí var eftir øllum at
døma ikki serliga stórur. Morgunblaðið skrivar, at tá
tingið eina løtu seinni skuldi atkvøða, komu tingmenn
kropp á kroppi inn í tingsalin. Guðbjartur Hannesson,
tingformaður, sigur við blaðið, at tingmenn hava møtt
illa, nú flokkarnir hava stillað upp til tað komandi valið,
og tí hevur formansskapurin biðið floksformenninar fáa
sínar tingmenn at møta, tá tingfundur er.