Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-19, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. mars 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 55 - 19. mars 2009 Skulu sandoyingar upp í Tórshavnar kommunu, so verður tað ikki uttan fólkaatkvøðu í verandi Tórshavnar kommunu. Tað kann Heðin Mortensen garantera sínum borgarum Samanlegging Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Leif Láadal Sosialurin/Rás2: Í gjár segði Gerhard Lognberg, borgar stjóri í Skopun, við Sosialin, at tað einasta rætta hevði verið, at Sandoyggin fór upp í Tórshavnar Kommunu. Hetta tí at oygg­ in er so lítil í fólkatali. Hann vísti eitt nú á, at sjálvt um øll Sandoyggin verður løgd saman í eina kommunu, so fáa tey fram­ vegis bert eina eind, sum svarar til Fuglafjarðar kommunu. ­ Tí haldi eg, at Sand­ oygg in átti at lagt saman við Havnini, tí so vóru vit komn ir í eitt størri øki. At leggja Sandoynna saman úr hesum fýra kommununum í eina kommunu, sum telur 1300 fólk, sigur mær ikki so ógvuliga nógv, sigur Ger hard Lognberg. Borgarin skal avgera Heðin Mortensen, borgar­ stjóri í Tórshavnar Kommu­ nu fegnaðist um, at fleiri vilja leggja afturat Havnini, og kallaði tað søtan tónleik í hansara oyrum. ­ Men skal Havnin ella Tórs havnar Kommuna gerast størri, enn hon er í dag, so verður tað eitt krav, at tað fer út til allar borgarar til at atkvøða um tað. Tí borgar in má nú spyrjast eftir, um Tórshavnar Kommu na skal gerast størri, enn hvat hon er í dag, tað verður mítt krav, sló Heðin Mortensen fast í tíð­ ind un um á Rás2 í gjár. Við øðrum saman­ legging um hava fleiri funn­ ist at, at tað nevniliga bara hevur verið tann, sum kem­ ur upp í kommununa, sum fær møguleika at svara, og ikki tann, sum tekur ímóti. Heðin Mortensen helt ikki, at tað hevur verið heilt av leið, at mannagongdin hevur verið soleiðis, tá smærri kommunur vórðu lagd ar saman við Tórs havn­ ar Kommunu. ­ Men frá nú av verður borgarin fyrst spurdur, um mann vil gera Tórshavnar kommunu størri, enn hvat hon er, og tað er eitt garanti, sum eg kann geva borgara­ num, staðfesti Heðin Morten sen, borgarstjóri. Kann koma upp á tal Tey, sum leggja saman við Tórshavnar Kommuna, tey kunnu sjálvandi fáa okkurt burtur úr samanleggingini. Men Heðin Mortensen legg ur dent á, at Tórshavnar Kommuna eisini kann fáa nógv burturúr eini møgu­ ligari samanlegging við Sand oyn na. ­ Eitt nú eru vit áhugaðir í at Hestoyggin eisini fær sam band við Sand oyar­ tunnilin, og tað kundi verið okkara krav, sum ein partur av tí, segði Heðin Mortensen við Rás2 í gjár. Eisini vísti hann á, at har eru nógv stór øki í Sand­ oynni, ið eru sera áhugaverd fyri meginøkið, og ikki minst tá Sandoyartunnilin kemur ígjøgnum. Má ikki verða nógv størri Heðin Mortensen legði dent á, at Tórshavnar kommuna má ansa sær við ikki at drena útjaðaran, soleiðis at alt hoyrir til Tórshavnar kommunu. ­ Har skal vera eitt sam­ spæl, og har skulu vera nakrar avbjóðingar alla tíð­ ina, og tað er tað , sum ger, at ein kommuna blívur livan di. Mín persónliga mein ing er, at Tórshavnar kommuna skal ikki verða nógv størri, enn hon er í dag, staðfestir Heðin Morten sen, borgarstjóri í Tórs havn ar kommunu. Fekk nógva sild inni í havnini Síðani ársskiftið hevur nógv sild verið inni í havnini í Vestmannaoyggjunum. Kanningar hava víst, at sildin er sjúk, og fyri nøkrum døgum síðani bleiv avgjørt at royna at lata eitt skip reinsa havnina, sum tikið varð til. Í gjár kastaði nótaskipið Kap tvær ferðir inni í havnini og fekk 600 tons av sild. Íslendsku bløðini skriva, at hetta er fyrstu ferð í 50 ár, at menn hava fiskað sild inni í havnini í Oyggjunum, og hetta er fyrstu ferð, at eitt so stórt nótaskip hevur verið til fiskiskap í havnini. Nýtt fiskavørumerki Fyrr í vikuni almannakunngjørdu íslendingar eitt merki, sum skal standa á fiskavørum, og sum sigur, at talan er um fisk av íslendskum uppruna, og at íslendingar virða allar reglur um burðardygga veiði.i. Merkið varð lagt fram á stórari fiskivinnuframsýning í Boston í USA, og sambært íslendskum fjølmiðlum hevur tað vakt áhuga uttanlands. Morgunblaðið skrivar, at á fleiri marknaðum hevur tað týdning at fáa at vita, at talan er um fisk av íslendskum uppruna. Bara fyriotøkur, sum hava almenna góðkenning, kunnu brúka merkið. Havnarborgarar skulu atkvøða um samanlegging Skal Tórshavnar kommuna vaksa meira, verður tað ikki uttan samtykkið hjá øllum borgarunum í verandi kommunu. Tað garanterar Heðin Mortensen, eftir at Gerhard Logberg, borgarstjóri í Skopun, róði upp undir at Sandoyggin skal leggja saman við Havnini