Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-20, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. mars 2009síða 29

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 56 - 20. mars 2009 29 tíðindi Atlantic Petroleum fráboðar í dag, at annar fram leiðslu­ brunnurin á Chestnut olju leiðini í enskum øki nú er knýttur uppí fram leiðslukervið, og harvið er dags­ framleiðslan úr leið­ ini økt til umleið 2.150 tunnur av olju­ eind um (boepd) netto til Atlantic Petroleum. Oljuframleiðsla Jan Müller jan@sosialurin.fo Út frá góða fram leiðslu úr s­ litinum og metingum av goymsl uni er mett, at nøgd­ in av olju, sum kann fram­ leiðast úr leiðini, nú er mun andi økt, sammett við áður mettu framleiðslubaru nøgdina upp á 1,5 milliónir tunnur netto til Atlantic Petrole um. Hetta stendur á heima síðuni hjá Atlantic Petrole um. Atlantic Petroleum eigur 15% í teigi 22/2a, har Chest nut leiðin liggur. Byrjað varð at framleiða úr Chestnut leiðini 20. sep­ tem ber 2008, við einum fram leiðslu brunni, og einum vatn inn spræn ing ar­ brunni knýttum uppí Humming bird framleiðslu­ pallin (FPSO). Í mai 2008 varð avgjørt at bora annan fram leiðslubrunnin. Byrjað varð at bora brunnin í september, og í november varð brunnurin royndur. Hetta merkir, at tað gingu minn ið enn 10 mánaðir frá, at avgerðin at bora brunnin varð tikin, til brunnurin varð knýttur uppí fram­ leiðslu kervið. Wilhelm Petersen, stjóri í Atlan tic Petroleum sigur: »Framleiðslan úr Chest­ nut leiðini lá longu í ovara enda av, hvat vit høvdu rokn að við. Við at knýta hend a n seinna brunnin uppí leiðina vísir Chestnut seg at vera ein sera týdningarmikil ogn. At arbeiðið við at fáa hendan seinna brunnin í fram leið slu hevur gingið so skjótt vísir tøkniligu ný ­ hugs an ina hjá sam starvs­ bólki num. Góða framleiðsluúrslitið og øktu goymslurnar stað­ festa okkara avgerð um at út byggja Chestnut­leiðina við Hummingbird­fram­ leiðslu pallinum, tí fyrsta av sínum slagi í enskum øki.« Tórshavnar kommuna veitir stuðul á hvørjum ári til heilsu- og umhvørvistiltøk. Stuðul verður latin til verkætlanir sum: • Menna vitanina um heilsu og/ella umhvørvi • Virka dálkingarfyribyrgjandi og/ella avmarkandi • Virka orku – og tilfeingissparandi • Kunna almenningin um heilsu- og/ella umhvørvisviðurskifti • Verja landsløg, djóra- og/ella plantusløg Til ber hjá stovnum, virkjum, feløgum og einstak- lingum at søkja um stuðul, telefon 30 20 10. Stuðul til heilsu- og umhvørvistiltøk Umsóknarblað og reglugerð fáast á www.torshavn.fo ella í Snarskivuni. Umsóknir skulu verða hjá Tórshavnar kommunu í seinasta lagi 1. apríl 2009 og skulu sendast til: Tórshavnar kommuna heilsu- og umhvørvisdeildin Postboks 32 110 Tórshavnar kommuna Stuðulin verður latin í umhvørvisvikuni, sum verður 4. til 10. mai 2009. Tórshavnar kommuna Umhvørvisvirðislønin 2009 Fyri fyrstu ferð fer Tórshavnar kommuna í ár at lata eina serliga umhvørvisvirðisløn. Hetta verður gjørt í Umhvørvisvikuni, sum er frá 4. til 10. mai 2009, og virðislønin verður latin onkrum, ið hevur gjørt nakað serligt fyri umhvørvið. Umhvørvisvirðislønin, sum er áljóðandi 10.000 krónur, kann latast einum stovni, virki, felagi, bólki ella einstaklingi í Tórshavnar kommunu. Veitst tú um onkran, sum við einum ella fleiri átøkum hevur gjørt eitt gott arbeiði fyri umhvørvið, kanst tú venda tær til kommununa við tínari innstilling. Eisini ber til at innstilla seg sjálvan. Send tína innstilling til Tórshavnar kommunu í seinasta lagi 17. apríl 2009, har tú fortelur eitt sindur um, hvønn tú innstillar, hví viðkomandi skal innstillast og hvønn kommunan kann venda sær til fyri at frætta nærri. Oyðublað til innstillingina kann takast niður á www.torshavn.fo ella fáast í Snarskivuni, telefon 302010. Innstillingar skulu sendast til: Tórshavnar kommuna heilsu- og umhvørvisdeildin Postboks 32 · 110 Tórshavn torshavn@torshavn.fo Tórshavnar kommuna Chestnut leiðin Rakt varð við Chestnut leiðina í 1986 Chestnut liggur á leið 180 kilometrar eystanfyri Aberdeen, á 120 metra dýpi, og 13 kilometrar í ein landsynning úr Alba-oljuleiðina. Samstarvsfeløg í Chestnut-leiðini eru: Venture Production plc (fyristøðufelag) – 69,875% Bow Valley Petroleum (UK) Limited – 15,125% Bow Valley Petroleum (UK) Limited – 15,125% Atlantic Petroleum UK Limited – 15,000% Atlantic Petroleum keypti 15% av Chestnut-oljuleiðini í 2003. Útbyggingarætlanin fyri leiðina, við einum framleiðslubrunni og einum vatninnspræningarbrunni, varð góðkend seint í 2005. Vatninn spræn ingar brunn urin (22/2a-12) varð borað ur mitt í 2006, og vísti gott samband við tann upp runaliga fram leiðslu brunnin. Fyrsta framleiðslan úr Chestnut-leiðini var 20. sep tember 2008 Sevan Hummingbird Hummingbird-fram leiðslu pallurin (Sevan 300 FPSO) lastar 270,000 tunnur. Pallurin kann hava eina dagsframleiðslu upp til 30.000 tunnur av oljueindum (boepd), og kann spræna inn 20.000 tunnur av vatni um dagin. FAKTA Atlantic Petroleum fram leiðir nú úr tveimum brunnum á Chestnut-oljuleiðini