Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-20, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. mars 2009síða 31

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 56 - 20. mars 2009 31 Enn einaferð verður ein kendur føroyskur persónur settur í heita stólin hjá Planetini, og hesaferð er talan um topskjúttan á A-landsliðinum Rógvi Jacobsen Skjútti fótbóltsspælari Vit kenna hann frá ítróttinum og hava mangan sæð hann í miðlunum. Her verður Rógvi settur 10 heldur øðrvísi spurningar. 1. Hvussu ofta hyggur tú eftir porno? - Øll hava sæð porno, sigur landsliðsleikarin brosandi. 2. Hvussu ofta grætur tú? - Eg gráti ikki ofta. Seinast eg græt var tá beiggi mín var sjúkur, og tað er umleið 10 mánaðir síðan. 3. Hvussu ofta kennir tú teg einsamallan? - Tá eg havi spælt fótbólt uttanlands havi eg mangan kent meg einsamallan, men nú, tá eg búgvi heima í Klaksvík, so keði eg meg næstan aldrin. Her er so nógv góð fólk rundan um meg. 4. Hvørjum føroyskum politikara hevur tú størst virðing fyri? - Pápi mín, Steinbjørn Jacobsen, er mín fyrimynd. Annars haldi eg Høgni Hoydal og Sjúrður Skaale eru góðir politikarar. 5. Hvørjum politikara hevur tú minst virðing fyri? - Tað eru nógvir. Eg haldi tað eru nógvir ódugnaligir politikarar í Føroyum, men eg haldi ikki eg nevni nakað navn. 6. Hevur tú nakrantíð roynt rúsevni? - Nei. Eg havi aldrin verið í samband við rúsevni. Mær dámar slett ikki rúsevni, so eg havi aldrin havt áhuga fyri tí. Eg haldi, at eg havi verið heppin at aldrin hava verið í samband við slíkt. 7. Hevur tú nakrantíð brotið lógin? - Ja. Eg havi ofta koyrt ov skjótt, og misti einaferð koyrikortið tí eg koyrdi alt ov skjótt. Tað er bert í ferðsluni at eg havi forbrotið meg. 8. Hvønn dyst minnist tú sum tann ringasta? - Tað eru fleiri sum eg eri flóvur av. Mangan tá vit hava verið á landsliðinum, so hava vit spælt ímóti leikarum, sum hava verið nógvar ferðir betri enn vit. Tað er pínligt. Annars minnist eg ein dyst eg spældi við HB ímóti EB-Streymi. Tá taptu vit 5-1, og fólk tosaðu um leingi aftaná. Tað var eisini pínligt. 9. Hevur tú nakrantíð verið saman við einum av sama kyni? - Nei! Tað er ikki nakað sum eg nakrantíð havi havt áhuga í, hehe, tað hevur aldrin sagt mær nakað, og hatta er nakað sum eg aldrin í lívinum fari at gera. 10. Hevur tú nakrantíð verið avdottin? - Nei. Eg plagi at hava kontrol á mær sjálvum. Mær dámar ikki øl, men kann gott drekka onkran góðan drykk, so tað kemur aldrin so langt. 10 tips til kvinnur Tað er sera einfalt at fylgja við rákinum, og keypa sær alskyns smyrsl um tú fært ein feitan lønarseðil hvønn mánað. Men tað ber eisini til at fylgja við og halda teg lekkra uttan pengar... 1. Blush á eyguni. Fyri at spara uppá eygnaskug- gar, ber væl til at nýta títt blush/kinnareytt sum eygaskuggar eisini. Serstakliga í gerandisdø- gum riggar hetta væl. 2. Vaseline sum lipgloss. Ístaðin fyri at keypa lipgloss í dýrar dómar, so keyp eina krukku av vaseline. Mótin í sesongini er merktur av natúrligum varrum, og tí riggar vaseline altíð gott, og tað er bíligt. Hevur tú serstakliga turrar varrar, ber eisini til at keypa Rosenbud (100 kr.). Tað fer ótrúliga væl við varrunum, og tað kann brúkast til alt møguligt annað. Til dømis riggar Rosenbud væl til at halda neglirnar og hendurnar vakrar. 3. Lita tað gamla. Litir er “in” aftur. Ljósareytt, lilla og blátt dominera, og ístaðin fyri at keypa klæðir í hesum litunum ber eisini til, at keypa sær liting til klæði, og blaka onkur gomul klæði í vaskimaskinuna saman við litingini. 4. Bind (ella fá onkran annan at binda fyri teg). Ein bundin vestur ella toppur er mega kul til einar feitar cowboybuksir... 5. Busta tínar varrar. Ja eitt sindur ólekkurt, men riggar ótrúliga væl. Hevur tú turrar og eitt sindur harðar varrar, so finn eina gamla tannbust fram, og busta varliga varrarnar. Tað tekur burtur gamla húð og gevur bleytar lekkrar varrar... 6. Ger tínar egnu smykkur. Stórar hálsketur og einfaldar troyggjur fylgja við dagsins rákið, og ístaðin fyri at keypa eina rúgvu av dýrum smyk- kum, so ber til at keypa sær ein “do it yourself” pakka í millum annað 2X3, har tú kanst gera tínar egnu smykkur. Tað er bíligt, og tú kanst gera smykkurnar júst sum tú vilt hava tær. 7. Klistra á skógvarnir. Veit at tað er freistandi at bara keypa nýggjar skógvar ☺ men tað ber væl til at gera tínar gomlu skógvar “in” aftur. Keyp blómur, krossar ella whatever, og líma tað á skógvarnar. Tað kann í øllum førum gera tínar gomlu skógvar eitt sindur lekkrari.... 8. Finn gamlar skjúrtur ella t-troyggjur. Far í skápi hjá pápanum/sjeikinum/beiggjanum, og finn onkrar gamlar skjúrtur ella t-troyggjur. Brúka okkurt stór belti og leggings til, so er tað eitt kul avslappa look... Ber sjálvandi eisini til at lita tær onkran feitan lit. 9. Natúrligt fall. Vaska hárið um kvøldið, rulla fleiri vátir lokkar upp og set í lastik. Tá tú vaknar morgunin eftir, so hevur tú natúrligar krúllur/ fall í hárinum. 10. Keyp babyolju. Ístaðin fyri at keypa eina rúgvu av kropskremi, so keyp babyolju, og nýt tað undir brúsuni. Púra neutral olja, og húðin verður mega bleyt og lekkur. Og so kostar tað bara umleið 15 krónur. Rógvi Jacobsen í Heita Stólinum