fríggjadagur 20. mars 2009síða 2
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
2
Nr. 56 • 20. mars 2009
Best kendur millum manna er
Jóan Jakku í Søldarfirði helst sum
maðurin, ið fiskar brisling og sild
á Skálafjørðinum við 40 ára gamla
Nordafar-bátinum Katrini. Men
virksemið hjá honum, tveimum av
synum hansara, Hilmari og Jan
eins og abbasoninum Hanusi,
fevnir um meira enn brisling og
sild. Teir hava eisini hummaraloyvi,
ið skal søkjast um á hvørjum ári.
Vetrarnir á Skálafjørðinum
kunnu vera sera ymiskir. Summi
ár fæst brislingur, onnur ár sild
– og tað eru eisini ár, har hvørki
fæst sild ella brislingur, og tá
kann fjørðurin vera steindeyður.
Í vetur hevur Jóan Jakku fiskað
stívliga 400 tons av brislingi, sum
eru seld til Havsbrún í Fuglafirði.
Besti veturin nakrantíð í nøgd
var fyri einum 4-5 árum herfyri,
tá teir fiskaðu eini 600 tons av
sild. Hendan veturin fekst eingin
brislingur.
Sjálvur sigur Jóan Jakku, at
brislingur og sild ikki vanliga
fáast í senn á Skálafjørðinum. Hví
so er, sigur hann seg ikki vita.
- Tá brislingur stendur á Skála-
fjørðinum, eins og hann hevur
gjørt í vetur, er ikki talan um bara
ta einu torvuna, men um fleiri
torvur, sigur hann.
Vit hittu Jóan Jakku og tveir
av synum hansara, Hilmar og
Símun Paula, inni í bilhúsinum hjá
honum í Søldarfirði mikukvøldið.
Teir vóru í holt við at gera tangar
og annað, ið skal setast í nýggja
og stóra glastrevjabátin, sum
stendur í túninum uttanfyri.
- Kona mín Hanna og eg eiga
tríggjar synir og eina dóttir. Navnið
á bátinum er eftir dóttrini Katrin,
sum býr í Fuglafirði. Lítil ivi er um,
at nýggi báturin fer at bera sama
navn. Allir synir okkara eru óførir
til hendurnar. Teir duga bæði til
jarnsmíð og annað fyrifallandi, so
vit rigga bátin til sjálvir. Eg hyggi
bara at, meðan teir gera arbeiði,
sigur Jóan Jakku brosandi.
Hann sigur, at nýggi báturin,
sum stendur í túninum, er ein
longdur AWI skrokkur, sum nú er
41 føtur til longdar.
- Vit gjørdu sáttmála um skrokkin
fyri einum góðum ári síðan, og nú
rigga vit bátin til sjálvir. Maskinan
er ein 10 ára gomul Cummins, sum
er 180 HK. Nýggi báturin verður
riggaður til nót, hummaraveiði og
annan útróður. Nær báturin verður
klárur, vita vit ikki í løtuni, og tað
hastar heldur ikki, tí vit hava gomlu
Katrin, sum liggur klár at loysa í
bátahylinum í Søldarfirði.
Vertíðin til brisling er vanliga
frá fyrst í november til nakað út
í februar, tá brislingurin rýmur úr
fjørðinum.
Jóan Jakku sigur seg ikki vita
ítøkiliga, hvussu stór íløgan í
nýggjan bátin verður, tá samanum
kemur, men hetta er ein størri
verkætlan enn gamli báturin, ið
ikki hevur kostað teimum teir
nógvu pengarnar.
- Vit hava øll árini livað av tí,
sum upp úr havinum kemur, og
síðan eg legðist uppi og burtur av
fór at rógva út, hevur hetta eisini
borið væl til. Kona mín hevur
ongantíð arbeitt úti. Hon hevur
tikið sær av húsi og heimi.
Jóan Jakku er skjótur at leggja
aftrat, at tað er konan, sum hevur
havt tað “finansiella” um hendi,
og tað dugir hon sera væl, leggur
hann aftrat.
Áðrenn Jóan Jakku keypti
Nordafar-bátin í 1978, hevði hann
ein seksæring.
- Tað var longu í 1965, at vit
royndu at fáa eina snerpinót at
rigga við seksæringinum, men tað
tók sína tíð at fáa hetta at bera
til. Tá var tað sild, vit royndu eftir,
sigur hann.
Tá Jóan Jakku í 1986 legðist
uppi og burtur av fór at leggja seg
eftir útróðri, hevði hann verið við
Havørnini í tilsamans 13 ár, harav
tey seinnu 11 árini sum skipari.
- Vit royndu við kraftblokki í
Norðsjónum og Skagerak, og seinni
royndu vit eisini um veturin og várið
við gørnum í føroyskum sjógvi.
Umframt at virka, sum vanligur
útróðrarmaður við línuveiði um
heystarnar og veturin, snelluveiði
um várarnar og við hummaraveiði
í vertíðini, hevur veiða við
gørnum og nót eftir brislingi og
sild verið ein týðandi partur av
lívsgrundarlagnum hjá familjuni í
Søldarfirði.
- Meðan Hilmar neyvan var
meira enn 5 ára gamal, tá hann
byrjaði at koma við mær í bátin,
og Jan eisini eigur nógvar túrar í
bátinum, hevur Símun Pauli ikki
verið maðurin, sum tímdi so væl
til sjógvin. Símun Pauli hevur
heldur ongantíð verið sjómaður,
men hevur verið óførur at hjálpt
til, tá okkurt skuldi gerast við
bátin. Nú nýggi báturin verður
riggaður til, kundu vit ikki verið
hann og hansara dugnasemi
fyriuttan, sigur Jóan Jakku.
Abbasonurin Hans, sum nú er
við flakatrolaranum Vesturvón,
hevur verið sera ágrýtin og eigur
nógvar túrar við Katrin.
Fyri einum góðum ári síðan
stovnaðu Jóan Jakku og tey fýra
børn hansara Sp/F Katrin, sum nú
stendur aftanfyri vinnuvirksemi í
Søldarfirði.
Tá vit spyrja hin 76 ára gamla,
hvaðani hann og konan Hanna
eru, er hann skjótur at svara, at
tey bæði eru greinar av eftir-
komarunum hjá Nólsoyar Pálli,
sum eitt nú átti eina dóttir gifta í
Lamba.
- Eg dugi ikki ordiliga at siga,
hvussu samanhangurin er, men
ættin hjá okkum báðum gongur
eisini út til Nólsoyar, leggur hann
aftrat.
Jóan Jakku fór sum 14 ára
gamal til skips við Miðafelli.
Sjálvur sigur hann, at hetta var
ein “rustikustur”, sum var keyptur
úr Íslandi. Hann var tveir túrar
við hesum skipi og fór árið eftir
yvir á Suðurlandið á snørisveiði
við Thor. Heimafturkomnir úr
Íslandi, løgdu teir fyrst til bryggju
í Søldarfirði, haðani teir fóru til
Sørvágs at leggja fiskin upp.
- Men hetta gekk ikki betri enn
væl. Tað var fínasta veður, men
greytasvart í toku. Vit sigldu á
Vágalandið, har skipið fórst. Øll
manningin fór í tveir bátar, og
vit róðu inn á Miðvág, hagar vit
komu í øllum góðum. Vit vóru
ongantíð í vanda, sigur hann.
Tey næstu árini var Jóan
Jakku við ymiskum skipum, til
hann veturin 1953/1954 fór á
navigatiónsskúla, har hann tók
settskiparaprógv.
Í 1956 giftist hann Honnu, og
tey bygdu sær húsini í Søldarfirði
sama ár.
- Eftir at eg gjørdist settskipari,
sigldi eg fleiri ár sum bestimaður,
eitt nú við Columbussi og Vestur-
havinum Blíða. Men eg var eisini
við øðrum skipum, til eg í 1973
fór umborð á Havørnina, fyrst
sum bestimaður, men seinastu 11
árini fram til 1986 sum skipari,
sigur Jóan Jakku Johannesen.
Havið eigur lívið í okkum
Umborð
Vilmund Jacobsen
blaðmaður
vilmund@sosialurin.fo
- Vit gjørdu sáttmála um skrokkin fyri einum góðum ári síðan, og nú rigga vit bátin til sjálvir. Nær báturin verður klárur, vita vit ikki, og tað hastar heldur ikki, tí
vit hava gomlu Katrin, sum liggur klár at loysa í bátahylinum í Søldarfirði, sigur 76 ára gamli, Jóan Jakku Johannesen
Myndir: Vilmund Jacobsen
Hóast hann fyllir 77 til
heystar, hevur Jóan
Jakku Johannesen í
Søldarfirði ikki sett seg
afturá. Heilsan hevur
verið góð, men knøini
eru farin at bila. Síðan
hann var 14 ára gamal,
hevur hann staðið á
skipsdekki. Tey nógvu
seinnu árini hevur
hann verið útróðrar
maður, og nú byggir
hann saman við børn
um sínum nýggjan og
nútímans útróðrarbát