Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-20, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. mars 2009síða 7

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 7 Nr. 56 • 20. mars 2009 Ein av myndunum hjá Anniku Hansen Portrettmynd hjá Bárði Oskarssyni Undrunarverda myndin hjá Jóannesi Lamhauge væl meira beinleiðis seksuellur, enn Bárður er í hesi eitt sindur surrealistisku og psykiskt løddu myndini, ið onkursvegna tykist snúgva seg um valdslutfall. Sosialrealistiska myndarøðin hjá Onnu Kathrinu Højgaard er áhugaverd í sínum stillføri, men ósamanhangandi, sum um partar, umráðandi fyri tað narrativu gongdina í røðini, vanta. Kanska eru ikki allar myndirnar, sum hoyra til myndarøðina, slopnar við á framsýningina? Føroysk popplist Anniku Hansen eru vit farin at síggja alt meira til, og tað er slettis ikki so galið. Tað er serliga, tá innihaldið í hennara popart merktu myndum gerst persónligt, har áskoðarin varnast okkurt álvarsamt so sum tað livaða gerandislívið, at myndirnar fáa nakað upp á seg. Og so kann hon fyri mær skrúva niður fyri teimum lekru, damublaðskendu árinunum. Hinar popplistkendu myndirnar á framsýningini hava næmingar í Hoydølum málað, og hóast framsýningin neyvan sýnir tað besta, sum hesi ungu fólkini hava gjørt, ivist eg onga løtu í, at okkurt listafólki spyrst burturúr teimum ungu. Jóannes Lamhauge var eisini fyri stuttum næmingur í Hoydøl­ um, og á Várframsýningini roynir hann seg við eini nýtulking av myndini av grátandi sigoynara­ barninum, sum mong høvdu hangandi, inntil tað á óløgnan hátt gjørdist okkum øllum kunn­ ugt, at hesar sentimentalu, brúnu myndirnar, sum í stíli herma eftir gomlu myndunum áðrenn modernistiska syndafallið, vóru dømi um smakkloysi av ringastu skuffu. Út við teimum grátandi sigoynarabørnunum, inn við Monet­kopiunum við myndevnum úr vakra urtagarði hansara í Giverny. Eg veit ikki um Jóannes Lamhauge er tilvitaður um allar teir kitschutu hjátýdningarnar í lýsing hansara av lekru damuni við sovikamarseygum og tann­ steytara í friðarvarveitandi ST­hjálmi við spælikortum, men hetta er í øllum førum eitt av stuttligaru verkunum á framsýningini, sum gevur nógvar og løgnar assosiatiónir. Dýrur samleiki Bert 15 luttakarar eru slopnir gjøgnum listarliga nálareygað hjá sensurnevndini á ársins Várframsýning, herav eru tveir teirra (Ole Wich og Rannvá Holm Mortensen) sjálvir í sensurnevnd­ ini. Hesin ósiður hongur óivað saman við trotinum, ið merkist sum ein reyður tráður gjøgnum alla framsýningina, har temaið “samleiki” tykist hava kostað kanska ov nógv. Møguliga hevði hetta temaið verið hóskiligari sum skúlaverkætlan. Hjá áskoðaranum tykist fortreytin fyri, at tú kanst njóta hesa framsýning vera, at tú í staðin fyri at illneitast inn á ta vantandi góðskuna, fegnast um, at høvuðsmyndevnið á eini føroyskari listaframsýning endiliga er okkurt annað enn landsløg. Og tað er jú í sær sjálvum alletiders og gott klárað, at Pól Skarðenni og hini megna at mála okkurt annað enn landsløg, men í Tjóðarlistasavninum kennist vantandi góðskustøði heilt einfalt ov pátrongjandi til, at tú sum kritiskur áskoðari kanst ganga treytunum hjá framsýningini á møti. Hervið miseydnast Várframsýningin 2009 sum verkætlan. Úr installatiónini hjá Dennisi Agerblad Várframsýningin 2009 er at síggja í Listasavni Føroya fram til 12. apríl. Opið er týsdag - sunnudag kl. 14.00 - 16.00