mánadagur 23. mars 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 57 - 23. mars 2009
Tónleikafeløg
kring landið høvdu
sítt fyrsta tiltak
fríggjakvøldið, har
umrøtt varð hvussu
eitt nýtt konserthús í
høvuðsstaðnum skal
virkað. Hvar er ikki
so umráðandi, men
tað skal vera eitt hús
ætlað tónleikinum
fyrst og fremst, siga
fyrireikararnir
Tónleikur
Eilen Anthoniussen
eilen@sosialurin.fo
Myndir: Álvur Haraldsen
Fríggjakvøldið
skipaðu
føroysk tónleikafeløg fyri
fundi í Norðurlandahúsi
num, sum snúði seg um eitt
nýtt konserthús í Havn.
Leingi hevur verið tosað
um at fáa eitt nýtt konserthús
til høldar í Havn, og nú
hava tónleikafeløg úr øllum
landinum sligið seg saman
um at fáa fremja verkið.
Hetta er ikki bert ein
trupulleiki í Havn. Vit
halda, at eitt slíkt konserthús
eisini hevur stóran týdning
fyri alt landið, sigur Edvard
Nyholm Debess, ein av fyri
reikarunum av tiltakinum.
Nakað av fólki var komið
saman í Norðurlandahúsi
num, har tveir fyrilestra
haldarar greiddu frá um
hvussu eitt slíkt konserthús
skal virka. Gunnar Madsen,
ið hevur drúgvar royndir frá
danska tónleikasambandin
um ROSA og Spot festi
valinum, greiddi áhoyrar
unum frá hvussu umráðandi
eitt gott konserthús hevur
fyri lokalsamfelagið. Sjálv
ur hevur hann royndir frá at
byggja
upp VoxHall
í
Århus, og kundi í tí sam
bandi vísa á hendan týdn
ingin við at hava eitt dynam
iskt og livandi konserthús.
Harafturat var Johannes
Steingrund, ið er útbúgvin
ljóðtøkningur og sivilverk
frøðingur hjástaddur á fund
inum. Hann eigur og rekur
smápartafelagið Steingrund
Akustik, og hevur verið við
í ymsum verkætlanum, har
hann hevur veitt sína vitan
um ljóð í samband við
bygging. Johannes Stein
grund greiddi frá hvussu
umráðandi tað er at hava eitt
konserthús við góðum ljóð
viðurskiftunum, og hvussu
tað skal hanga saman. Hans
ara ráð vóru, at tað fyrsta
fyrireikararnir eiga at gera,
er at seta síni ynski á lista,
og meta um hvat krevst fyri
at fáa so gott ljóð sum
gjørligt.
Tónleikur burturav
Fyri
føroysku
tónleika
feløgini er eitt konserthús
sera átroðkandi í løtuni.
Tað er ikki so umráðandi
fyri okkum, um húsið er
nýtt ella gamalt. Men ljóðið
skal vera í lagi. Tað skal til
dømis vera væl egnað til
endamálið, gjarna vera høgt
til loftið, og helst vilja vit
sleppa
undan
óljóðið
uttanífrá,
sigur
Edvard
Nyholm Debess.
Við at taka lógvatak sam
an við hinum feløgunum
kring landið, og góðum
samstarvi við Tórshavnar
kommunu, vóna fyrireikar
arnir at nýggja konserthúsið
verður veruleiki innan rúma
tíð. Ein fundur hevur verið
millum fyrireikarar og borg
arstjórarnar í Tórshavnar
kommunu, og ein annar
fundur er settur á skrá.
Vit ynskja eitt konstruk
tivt samstarv við komm
ununa, har vit eisini kunnu
bjóða okkara kompetensur í
hesum arbeiðnum. Tað er
umráðandi fyri okkum feløg
at standa saman um hetta
arbeiðið, og tað vísir seg at
øll eru í sama báti. Tørvurin
er stórur millum fólk, og vit
hava bara møtt vælvild frá
hinum feløgunum.
Arbeiðið við konserthúsi
num í Havn, er enn í byrj
unarfasuni. Um tvær vikur
skulu umboð frá stigtakarum
hittast til nýggjan fund
millum borgarstjórarnar í
Tórshavnar kommunu.
Vit hava sum so einki
krav til hvar hetta konsert
húsið skal vera í býnum,
men meir sentralari, jú
betri. Og tað skal vera eitt
tónleikahús burturav.
Konserthús á breddan
Ungur drápsmaður
Í Týsklandi hevur løgreglan handrikið ein 17 ára gamlan
drong, sum er undir illgruna fyri at dráp. Løgreglan tók
drongin í gjár, eftir at hann hevði ringt til pápa sín og
sagt, at nakað ræðuligt var hent, og at mamma hansara
var deyð. Pápin ringdi til løgregluna, sum fann tann unga
drongin fullasn uttan fyri íbúðina hjá mammuni. Inni í
íbúðini fann løgreglan ta 54 ára gomlu mammuna deyða.
Undir liðini á líkinum lá ein blóðug øks, og sambært
løgregluni í Frankfurt er eingin ivi um, at tann 17 ára
gamli drongurin hevur myrt mammu sína við øksini.
Chávez má spara
Altjóða fíggjarkreppan og fallandi oljuprísur noyða nú
venesuelska forsetan Hugo Chávez til at fremja nakrar
umfatandi sparingar á fíggjarlógini. Forsetin hevur tó
gjørt greitt, at sparingarnar verða framdar "í sosialisti
skum anda", sum hann málber seg. Venesuela er meint
rakt av fíggjarkreppuni, sum hevur havt við sær, at
eftirspurningurin eftir olju, sum er landsins høvuðsút
flutningsvøra, er minkaður nógv. Í sama tíðarbili er
prísurin á olju fallin nógv úr 147 dollarum fyri tunn
una seinasta summar niður í einar 50 dollarar í dag.
Føroysk tónleikafeløg taka nú lógvatak fyri at fáa eitt
hóskandi konserthús í Havn. Fríggjakvøld var fundur um
tiltakið, har greitt var frá týdninginum av einum slíkum
hús, og hvat krevst av ljóðumstøðunum fyri at fáa eitt so
væl virkandi konserthús sum gjørlig