Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-20, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. mars 2009síða 23

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 56 • 20. mars 2009 Vikuskifti 23 UNDIR KONGAVARÐA – lívsstílur fyri lívið P/F Inni | Niels Finsens Gøta 37 | P.O. Boks 364 | FO-110 Tórshavn | inni@inni.fo | Tlf. 320 410 | Fax 320 510 Øðrumegin útsýnið Beint oman fyri Glyvursveg, sum nýggi ringvegin út á Argir eitur, verður ein spildurnýggjur býlingur reistur. Kringumstøðurnar verða framúr góðar. Fyri eystan hitt makaleysa útsýnið yvir Havnina og Nólsoyarfjørð, fyri vestan eitt lítið fótafet út í náttúruna og hagan. Og fert tú eftir gøtuni, ið gongur niðan millum húsini og til Kirkjubøar, er bert lítil løta niðan til teir varðar, sum hava givið nýggja býlinginum navn, Kongavarðar. Hinumegin náttúran Býlingurin verður sum frá líður ein nýggjur og heilskapaður býarpartur við skipaðum arkitekturi, ið gevur fólki avbjóðingar, frið og tryggleika. Alt verður gjørt liðugt millum húsini við vegi, gongubreyt, spæliplássi, sparkivølli og hugnaligum umhvørvi. Suðureftir og vestureftir hava øll terassu ella altan, og stóru vindeyguni geva ljósinum frítt spæl og leggja Nólsoyarfjørð og Havnina opna fyri eygað. Bústaðirnir Suðureftir og vestureftir móti sólini er altan ella terassa, og íbúðirnar eru sera ljósar og rúmligar við stórum vindeygum. Í køki og stovu eigur útsýnið í ovaru hæddunum ikki sín líka − á degi hin livandi vágin við skipum og bátum, á kvøldi luftin og bleiktrandi ljósið frá vakra høvuðsstaðnum. Raðhúsini liggja við stórum vindeygum og panoramaútsýni móti Havnini og fjørðinum og við terassu og altan móti Glyvursnesi og sólini. Persónligur stílur Bústaðirnir verða sera fjølbroyttir, har familjan kann innrætta seg eftir áhuga og ynski − alt eftir stødd og tali á rúmum. Møguleiki verður fyri sjálvur at velja millum ávís sløg av gólvum og ymiskum sniðum og litum til køkin. Her ber til at skapa sær tað heilt rætta heimið við persónligum stíli. Liviligt og lívligt Millum húsini verður felagsøki, har grannarnir hava møguleika fyri at skipa fyri ymiskum. Her eru gróðursettir runnar, ið geva lívd og nærleika til hugna og spæl, og her eru hyljareygu, spælipláss, fótbóltsvøllur og annað, girt við snøggum laðingum og gøtum ímillum. Beint sunnanfyri er gøta niðan á Reyn, til nýggjan dagstovn og til spildurnýggja skúlan, ið stendur í gerð. Eftir til sølu Enn eru 7 raðhús á 209 m2 eftir til sølu eins og 9 íbúðir á 131 m2, 2 íbúðir á 102 m2 og 4 vinnuhølir á 130 m2. Meira fæst at vita hjá P/F Inni – tel. 354200 og á heimasíðuni www.inni.fo - raðhús og íbúðir við vakrasta útsýni í býnum www.inni.fo Opið hús Leygardagin og sunnudagin 21. og 22. mars 2009 millum kl. 14 – 20 verður høvi at síggja nýggju raðhúsini, nú tey fyrstu flyta inn. Vit bjóða tær / tykkum inn í okkara sera snøggu rað­ hús í 2 hæddum. Kom og njót frálíka arkitekturin, stílin, litirnar, tilfarið, hand­ verkið og frálíka útsýnið yvir Havnina, vágna og fjørðin aftur við einum kaffimunni. Høvi verður til at seta spurningar og práta við tey, ið standa fyri byggingini.