mánadagur 23. mars 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 57 - 23. mars 2009
Festligt damucruise -
so fara damurnar til
sjós. Á hvítusunnu
skipar Synergi fyri
damucruise við
Norrönu
KVINNUR
Tíðindaskriv
- Mannfólk duga so væl at
savnast til alt møguligt, teir
fara á fjall, fletta, skjóta
harur, fara eftir nátum, á
flot, fiska síl, hyggja eftir
fótbólti, spæla tónleik, mála
bátin ja, vit kundu hildið
fram. Kvinnur hinvegin
møt ast bara sjáldan uttan
børn, tað er líka bindi klubb-
ur in 14’anda hvønn dag –
ofta aftan á at børnini eru
løgst.
Soleiðis skrivar Synergi í
tíðindaskrivi. Tey siga, at tá
kvinnur savnast, er tað sum
oftast í sambandi við okkurt
praktiskt, sum skal ordnast,
eitt nú hjálpast at til kon fir-
ma tión ir,
barna føðing ar-
dag ar og onnur hátíðarhald.
Sum oftast eru børnini
runda num tær, tá tær eru
sam an. Men so verður ikki
hesa hvítusunnuna. Tá fara
kvinnur úr øllum landinum
til sjós. Meiningin við túri-
num er at geva kvinnum
eitt høvi at hava tað stuttligt
og rættiliga hugna sær
saman uttan samstundis at
ansa børnum, ordna ymiskt
prak tiskt, verða vertinnur
ella annað – man kundi sagt
tað reina sjálvforkelisli.
Smyril Line vendi sær til
Synergi, sum eru vanar at
skipa fyri bæði stórum
veitsl um, Lívsstílsstevnu,
fak ligum
tiltøkum
og
øðrum tiltøkum. Damurnar
á Synergi hildu hetta verða
eitt spennandi átak - enda-
liga eitt høvi hjá kvinnum
at savnast um annað enn
praktisk viðurskifti. Ikki
minst kvinnurnar í familj-
uni, mammur, døtur, systrar,
svigerinnur,
svigerdøtur,
mostr ar, fastrar osfr.
Á skránni verður mangt
og hvat, spennandi fyri-
lestr ar
um
Enneagram,
møgu leiki
fyri
m.
a.
massagu,
zoneterapi
og
medita tión, Roulette og
Black
Jack,
spennandi
second hand torg umborð,
fancy damupart við lekrari
3-rættaðari menu, venjing í
»maskin rúminum«, kanska
sóla sær á dekkinum og
ikki minst heilan leygardags
shopping í longstu gongu-
gøtu í Danmark (Esbjerg).
So man ikki damurnar eisi-
ni fara at hava onkran góð-
a n fongin heim við?
Komið verður heimaftur
2. hvítusunnudag, so tær
náa
eisini
hvítu sunnu-
døgurði – tær eru ikki
kvinn ur fyri nothing.
Meira kann lesast á
www.synergi.fo
Illgruni er um, at
keypi vatn kann elva
til hormonellar broyt-
ing ar. Tí mæla dansk-
ir myndugleikar fyri-
bils til, at fólk heldur
drekka kranavatn
BRúKaRamál
Rigmor Dam
Rigmor@sosialurin.fo
Illgruni er um, at keypivatn
kann elva til hormonellar
broyt ing ar.
Hetta vísir ein nýggj týsk
kann ing, almannakunngjørt
í net- tíðarritinum Environ-
mental Science and Pollu-
tion Research. Kann ing in
fevn ir um 20 ymisk sløg av
keypi vatni, harav 12 vístu
seg at ávirka evnini at
nørast hjá sniglum.
Men í fyrsta umfari mæla
týsk ir myndugleikarnir tó
til, at kanningin verður tikin
við fyrivarni. Tí enn er
ó greitt, hvørji evni talan er
um, og hvussu tey eru
enda ð í vatninum. Men,
síð an
kanningin
varð
al man n a kunn gjørd,
hana
dan ir mælt til, at vit heldur
sløkk ja tostan við krana-
vatni.
- Fólk drekka alt meira
keypi vatn. Tí er tað um ráð-
andi, at brúkarin kann vera
heit tryggur, sigur Thomas
Breck, kunningarleiðari á
danska stovninum Miljø &
Sund hed, sum hevur tikið
stig til, at eftirkanna týsku
úrslitini.
Í fyrsta umfari mælir
stovn ur in tó fólki til at
drekka vatnið í krananum.
Hetta minkar eisini um
burtur kastið og um útlátið
av vakstrarhúsgassi.
Drekk heldur
kranavatn
Fólkaatkvøðu um ES
Á landsfundi um vikuskiftið samtykti landsfundurin hjá
íslendska flokkinum Vinstri græn, at spurningurin um
íslendskan limaskap í Evropasamveldinum skal leggjast fyri
fólkið at taka støðu til á einari fólkaatkvøðu. Í niðurstøðuni
frá fundinum stendur, at flokkurin heldur tað vera betur fyri
íslendska búskapin, at landið er uttan fyri ES. Vinstri græn
fer sostatt ikki at virka fyri fólkaatkvøðu um málið, men
sigur, at krevja 20 prosent av fólkinum fólkaatkvøðu um
limaskap í ES, skal hon haldast. Landsfundurin umrøddi
búskaparstøðuna og legði dent á at útvega arbeiðspláss og at
varðveita vælferðarsamfelagið.
Innflytarar trívast í Danmark
Tá talan er um annað ættarlið av muslimskum inndlytarum í
Danmark halda 90 prosent, at tey hava tað betur í Danmark, enn
tey høvdu havt tað, um tey búðu í tí landi, sum foreldur teirra
fluttu úr. Tað sæst í einari kanning, sum danska hagstovan hevur
latið gera, skrivar Politiken. Tað eldra ættarliðið er næstan líka
væl nøgt við umstøðurnar í Danmark. Næstan 80 prosent av
teimum siga, at tey fingu eitt betri lív við at rýma úr
heimlandinum til Danmarkar. Tilsbarandi kanningar eru gjørdar í
øðrum londum, og sambært Politiken eru innflytararnir í Danmark
og Spania teir, sum eru best nøgdir við umstøðurnar.
Dámurnar fara til sjós
Flogfrygd v/ Hans J. Hermansen
bjóðar viðgerð fyri flogræðslu
Hvat er í tilboðnum?:
Fólk, ið hava fingið hjálp,
fara at greiða frá á Rás 2
mikudagin 25. mars kl. 10
Meiri fæst at vita um TFT-viðgerðarháttin á: www.tankefeltterapi.info
Fleiri upplýsingar fáast á tlf. 218777, t-postur: hajah@olivant.fo. TFT
hjálpir eisini móti: Hæddar- og vatnræðslu,síglingarræðslu, móti
ræðslu fyri smáum rúmum (klaustrofobi) og móti mongum øðrum.
Viðgerð fyri flogræðslu
1 gisting á Hotel 62 N
Kunning frá flogskipara um at flúgva (ymisk ljóð o.a.)
Flogferð Vágar-Keypmannahavn-Vágar
Innivist á gistingarhúsi í Keypmannahavn 2 nætur (3 nætur?)
Viðgeri er við á allari ferðini
Í minsta lagi 4 fólk, í mesta lagi 7 fólk hvørja ferð
Maki/vinur/kenningur (1 fólk) sleppur við, um tað er
ynskiligt, lagaligar treytir. Kr. 3.900,-
Vit hava drúgvar og góðar royndir við TFT-viðgerð fyri
flogræðslu (og fyri aðrar ræðslur, t.d. hæddar-, sjó- og
vatnræðslu, eiturkopparæðslu og fyri mangt annað).
Øll kunnu læra at tora – eisini at tora at flúgva.
Tilmelding: 21 87 77
Samband: hajah@olivant.fo
Kostnaður:
kr. 8.900,-
Bangin fyri at flúgva
FrYGD merkir: gleði, fragd