Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-23, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. mars 2009síða 38

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Nr. 57 - 23. mars 2009 STARVIÐ: Talan er um fulltíðarstarv á 39 tímar um vikuna. Starvið hevur við sær nógvar spennandi og fakligar avbjóðingar, har nakrar av uppgávunum eru: • Menning og røkt av savninum á útlánsdeildini • Fyrireiking og avgreiðsla av miðlavalsfundum • Dygdartryggjan av miðlingini og útlánstænastuni • Bókasavnskunning • Útlánsvakt FØRLEIKAR: Bókavarðarútbúgving (DB) ella sam svarandi er krav til at kunna fáa starvið, eins og fyrimunur er at hava leiðslu royndir. Harumframt vænta vit, at tú hevur: • Góð samstarvsevni • Sjálvstøðugt arbeiðslag • Góðan tænastuhugburð • Góðan teldukunnleika Starvið er lønt í 7. lønarflokki sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið UMSÓKNIR Umsóknir við avritum av prógvum og øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast til: Føroya landsbókasavn att: Marjun Patursson Postboks 61 J.C. Svabos gøta 16 110 Tórshavn Umsóknarfreistin er fríggjadagin 17. apríl kl.12. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Marjuna Patursson, landsbókavørð, tlf. 31 16 26, marpat@flb.fo. Sí eisini heima- síðu okkara, www.flb.fo. Fyrsti bókavørður Landsbókasavnið søkir eftir fyrsta bókavørði til fulltíðarstarv at byrja 1. mai ella skjótast til ber. Fyrsti bókavørður er samstundis varaleiðari stovnsins. Um Føroya landsbókasavn Føroya landsbókasavn er tjóðbóka- savn føroyinga og savnar inn, skipar, varðveitir og breiðir út vitan um føroysk viðurskifti. Bókasavnið gevur almenninginum atgongd til kunningartilfeingi savnsins, ið umframt bøkur og tíðarrit eisini fevnir um m.a elektroniskar kunningartænast- ur, dátugrunnar og internet. FØROYA LANDSBÓKASAVN Skráin fyri Rás 2 Á Torginum Týskvøldið kl. 21.00 Sendingin á Torginum týskvøldið fer at snúgva seg um felagskapin OM. Gestir vera Ruth, Thorvald og Marjun Gårdlykke, Símun Pætur og Anna av Torkilsheyggi. Absalon Absalonsen leggur til rættis. Absalon Mánadagur 23. mars 15:00 Tíðindi 15:15 Baresso radio – Beinleiðis sending úr Baresso í SMS 16:00 Tíðindi 16:05 Baresso radio 16:15 Tónleikur 17:00 Tíðindi 17:15 Tónleikur 18:30 Tíðindi (e) 18:45 Tónleikur 21:00 Reflex – Ungdómssending hjá Heimamissiónini 22:00 Tónleikur 00:00 Liðugt Týsdagur 24. mars 07:00 Tónleikur 09:00 Morgunroðin – Eyðfinn Drewsen og James Olsen 10:00 Lýsingar 11:00 Tíðindi 11:10 Morgunsending 12:00 Tíðindi 12:15 Hitt-tónleikur 13:00 Ynskiløtan 14:00 Lýsingar 14:05 Ynskiløtan 15:00 Tíðindi 15:15 Kærleiksballadir 16:00 Tíðindi 16:10 Vinnurásin – Jan Múller er vertur 17:00 Tíðindi 17:15 Tónleikur 18:30 Tíðindi (e) 18:45 Tónleikur 21:00 Á Torginum 22:30 Tónleikur 00:00 Liðugt Mikudagur 25. mars 07:00 Tónleikur 09:00 Morgunsendingin – Mirjam Pætursdóttir og Eyðun Klakstein. 10:05 Morgunsendingin 11:00 Tíðindi 11:05 Morgunsendingin 12:00 Tíðindi 12:15 Hitt-tónleikur 13:00 Ynskiløtan 14:00 Lýsingar 14:05 Ynskiløtan 15:00 Tíðindi 15:10 Seinnapartsending – Mirjam Pætursdóttir og Barbara Holm 16:00 Tíðindi 16:10 Seinnapartsending 17:00 Tíðindi 17:15 Hallo øll børn í Føroyum 17:45 Tónleikur 18:30 Tíðindi 18:45 Tónleikur 21:00 Úr skjáttuni – Prát við Marjus Jacobsen. Frants Jensen leggur til rættis. 22:00 Tónleikur 00:00 Liðugt Hallo øll børn í Føroyum Mikudagin kl. 17.15 Undirhildið við upplestri, sangi og práti. Vitjan av tveimum fittum smágentum og Trølla Pætur og Ommuni. Vertur er Annika Steintórsdóttir.