Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-24, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. mars 2009síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 [ Nr. 58 - 24. mars 2009 ] Steypakappingin hjá kvinnum Lutakast hevur verið um steypakappingina hjá kvinnum í fótbólti, sum byrjar við tveimum dystum millum 2. deildarfeløg: ÍF-07 Vestur/ MB og HB-VB/Sumba. Vinnararnir av hesum báðum dystunum koma beinleiðis í fjórðingsfinalurnar 21. mai, tá dystirnir síggja soleiðis út: EB/Streymur-ÍF ella 07 Vestur/MB, Víkingur-B68/NSÍ, HB ella VB/ Sumba-KÍ og AB-Skála. Stórsteypadysturin sunnudagin Sunnudagin klokkan 15 verður ársins Stórsteypadystur spældur á Ovara vølli í Gundadali í Havn, og hesa ferð verður hann millum EB/Streym og HB. EB/Streymur vann greipuna, so tí er HB við sum silvurvinnari í landskappingini. Dysturin er samstarv millum Fótbóltssambandið og Lions Club, og allur ágóðin fer til eitt vælgerðarendamál, og í ár verður peningurin latin ungdómsdeildini á Føroya Barnaheimi. Estiski professarin, Rein Haljand, skal næstu trý árini venja við bestu føroysku svimjar unum, fyri at betra svimjiteknikkin hjá teimum. Svimji­ sam band ið væntar, at hetta samstarv kann koll velta føroyska svimjing SVIMJING Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Næstu trý árini skal estiski pro fessarin, Rein Haljand, æt landi koma til Føroya á hvørj um vári og hvørjum heys ti. Her skal hann so filma og greina ein hóp av før oyskum svimjarum, og enda málið við tí er, at svimjar arnir skulu kunna betra sín svimjiteknikk. Haljand er professari í konesio logi, sum er vísindi í rørslum hjá menniskum. At hetta átak kann fara at hava munagóða ávirkan á okkara fremstu svimjarar, er Pál Joensen longu eitt dømi um. Í januar var hann av Svimjisambandinum send ur til Tallinn í Estlandi, har Rein Haljand testaði hann, og út frá tí, sum har er komið burturúr, hevur Svimji sam bandið gjørt av at fara undir eina størri verk ætlan, sum fer at kosta 150.000 krónur um árið næstu trý árini. Verkætlanin skal fevna um fleiri svimjarar, og Svimji sam bandið sigur seg vænta, at hetta meira ella minni fer at kollvelta før- oyska svimjing. Ikki minst, tí kanningarnar hjá Rein Haljand kunnu staðfesta, hvussu støðan viðvíkjandi føroyska svimji tek nikki- num er, samanborið við ta heim s elitu, sum hann hevur test að síðstu 20 árini. Ikki minst fegnast Svimji- sam bandið um, at við hes- um samstarvinum fæst mál- rættað leiðbeining frá á einum manni, sum hevur uni versi tet sútbúgving í svimj ing. Við at fáa Rein Haljand regluliga til Føroya vil Svimjisambandið eisini stuðla góða arbeiðinum úti í feløgunum um landið, við tað at tað besta á økinum verður tikið hendavegin, so bæði svimjarar og venjarar kunnu fáa nakað munagott burturúr. Tey fyrstu testast Longu í hesi vikuni verða teir fyrstu 16 svimjararnir film að ir og greinaðir í Svimji høllini í Havn. Upp- tøkur av svimjarunum verða gjørdar í hylinum frá klokkan 10 fríggja morgun- in, og seinnapartin og út á kvøldið, umframt allan leygar dagin, verða so svimjar ar nir greinaðir. Teir 16 svimjararnir eru Pál Joensen, Shaila millum Garðar nar, Mona Simonsen, Kata rina Lamhauge, Jón Hof gaard og Eyðbjørn Joen sen úr Suðuroyar Svimji felag, Kári J. á Høvda num, Hildur á Fløtti og Poula Ø. Mohr úr Fugla- fjarðar Svimjifelag, Magnus Jákupsson og Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag, Cecilia Eysturdal og Alvi Hjelm úr Ægir, Astrið Foldar s karð og Birita Debes úr Floti og Turið S. Christian sen úr Reka. Hesir svimjarar eru valdir út í samráði við venjarar og feløg, út frá svimjidygd og ágrýtni, umframt partvís saman setingini av ser- greinum, aldursbólkum og feløgum. Felags fyri svimjar ar nar, at teir eru nakrir av teimum, føroysk svimj ing væntar sær allar- mest av Hóast talan í fyrsta umfari er um nakrar útvaldar svimj ar ar, so fáa aðrir svimjar ar eisini møguleikan at mennast og fáa nakað burtur úr, tí samstundis verður sett í gongd ein onn- ur verkætlan, ið leggur upp til, at »videokønar eldsálir« skulu geva øðrum svimjar- um møguleika at verða filmaður á samanberiligan hátt. Settur verður á stovn ein videoportalur, har síggjast kunnu allar upp- tøkur nar, sum so serliga venjar arnir kunnu fáa gagn av í sínum arbeiði og sína- millum samskifti. Skal kollvelta svimjingina Ein hjálpari hjá Rein Haljand fylgir við videotóli á hjólum við, meðan Pál Joensen svimur í hylinum í Tallinn Rein Haljand og Jón Bjarnason hyggja at og greina upptøkur, tá Pál Joensen í januar var í Estlandi fyri at betra sín svimjiteknikk