mikudagur 25. mars 2009síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
tíðindi
Nr. 59 - 25. mars 2009
Jóannes Eidesgaard,
landsstýrismaður
í fíggjarmálum, og
íslenski fíggjarmála
ráðharrin Steingrím
ur J. Sigfusson undir
skrivðu endaligu
lániavtaluna millum
Føroya Landsstýri og
íslendsku stjórnina
mánadagin
BÚSKAPUR
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Avtalan veitir íslendsku
stjórnini
300
milliónir
krónur í láni frá føroyska
landskassanum. Steingrím
ur J. Sigfusson, íslendski
fíggjarmálaráðharrin,
var
sera fegin um avtaluna.
Hóast 300 milliónir krónur
ikki endurreisa íslendska
búskapin, so helt hann hetta
vera eitt sera tíðandi stig á
leiðini.
Um hini norðurlondini
gera tað sama – og eisini
Pólland og Russland, so
hava vit nóg mikið av peng
um at endurreisa búskapin,
segði
Steingrímur
J.
Sigfusson.
Lánið er veitt sum stuðul
til búskaparætlanina hjá
íslendsku stjórnini. Ein ætl
an, sum hevur til endamáls
at fáa javnvág aftur í íslend
ska búskapin eftir fíggjar
kreppuna, sum rakti landið
seinasta heyst. Føroyska
lánið skal styrkja gjald
oyrisgoymslur Íslands.
Lánið úr Føroyum er
langfreistað og hevur lag
arligar treytir.
Hetta er fyrsta lánið til
Ísland av hesum slagi.
Altjóða Gjaldsoyrisgrunn
urin, IMF, hevur játtað eitt
lán upp á 2.100 milliónir
dollarar. Harafturat hava
hini Norðurlondini – Dan
mark, Finland, Noreg og
Svøríki – givið lyfti um
gjaldsoyralán til Íslands
upp á í alt 2.500 milliónir
dollarar. Íslendska stjórnin
er í samráðingum við hesi
lond um lánstreytir. Sam
ráðingar eru eisini við
Pólland og Russland um
sama slag av gjaldoyraláni.
Lániavtalan millum Før
oyar og Ísland var undir
skrivað í Fíggjarmálaráðn
um av Jóannes Eidesgaard,
landsstýrismanni í fíggjar
málum og Steingrími J.
Sigfússyni, fíggjarmálaráð
harra.
Á arbeiðsvitjanini hjá
íslendska fíggjarmálaráð
harranum vóru eisini Svein
Harald Øygard, stjóri í
Seðlabankanum, Jón Sig
urðsson, formaður í sam
ráðingarnevnd Íslands um
gjaldoyralán og Sturli Páll
son, forstjóri í atltjóðadeild
Seðlabankans.
So fekk Ísland tær 300 milliónirnar
Steingrímur J. Sigfússon
og Jóannes Eidesgaard,
fíggjarmálaráðharrar í Íslandi
og Føroyum, skriva undir
avtaluna um 300 millióna
lánið til Ísland
Dylja egin viðurskifti
Tað gongst illa hjá Fólkatinginum at fáa tinglimirnar at
leggja fram upplýsingar um síni fíggjarligu áhugamál. Í
fjør løgdu 147 av teimum 179 tinglimunum upplýsingar
um síni fíggjarligu áhugamál fram, men í ár eru tað
bara 136, skrivar Ritzau. Tað er ikki álagt tinglimum at
lata upplýsingar um teirra fíggjarligu áhugamál, tí
skipanin er sjálvboðin. Summir tinglimir sýta beinleiðis
fyri at gera tað av prinsipiellum orsøkum, og aðrir siga,
at teir hava ikki havt tíð enn.
Nyrup fyri Ritt
Síðani Ritt Bjerregaard fyrradagin boðaði frá, at hon ætlar sær ikki
at halda fram sum yvirborgarstjóri í Keypmannahavn, tá hennara
embætisskeið rennur út á nýggjárinum, hevur dúgliga verið gitt,
hvønn sosialdemokratarnir fara at stilla upp í nhennara stað á
valinum í heyst. Eitt av boðunum er fyrrverandi forsætisráðharrin
Poul Nyrup Rasmussen. Hann er í løtuni í Evropatinginum, men
summir sosialdemokratiskir leiðarar í Keypmannahavn vilja hava
hann at royna seg, tí sum fyrrverandi forsætisráðharri verður hann
mettur sum eitt sterkt valevni, skrivar Ritzau.
Forfjónaðu føroysku
bókstavarnir
C,Q,W,X og Z eru
nú fyri fyrstu ferð
komnir út á plátu
STAVSETING
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Í Havnini koyrir ein bláur
Mitsubishi Pajero jeepur
við eini heldur sjáldsamari
nummarplátu. Á nummar
plátuni stendur rætt og slætt
»CQWXZ«.
Væl vitandi at við at
gjalda eitt sindur eyka ber
til at fáa sær eina ynskiplátu,
men hví júst hesa saman
seting. Tað vísti seg, at hetta
var jeepurin hjá Regin
Eikhólm,
tannlækna
í
Havn.
Hetta er ein amnesti
pláta fyri forfjónaðar og
forfylgdar
bókstavar
í
føroyska alfabetinum, og
her verða teir standandi,
inntil teir hvør sær aftur eru
at finna í føroyska alfabeti
num, har teir natúrliga
hoyra heima, sigur Regin
Eikhólm, avgjørdur, tá vit
spyrja um hesa sjáldsomu
nummarplátu.
Tað føroyska alfabetið
kemur tá at síggja nakað
soleiðis út:
A Á B C D E F G H I Í J
K L M N O Ó P Q R S T
U Ú V W X Y Ý Z Æ Ø Ð
Tað gevur onga meining
at útihýsa nøkrum bók
stavum, sum vit øll brúka
dagliga. Málfelagið hevur í
mong ár arbeitt fyri at betra
umstøðurnar hjá føroyska
móðurmálinum – bæði í
skrivt og talu, og tað gongur
tann rætta vegin. Tað eru alt
fleiri føroyingar – bæði burt
uri sum heima – ið ynskja,
at tað nú verður loyst upp
fyri tí spennitroyggju, før
oyska málið hevur verið
latið í, soleiðis at móður
málið verður vongurin sum
ber flogið, sigur Regin
Eikhólk.
Hann sigur, at hetta krev
ur fyrst og fremst, at vit
hava eitt nøktandi alfabet
ella ein bóstavabasis sum
omanfyri standandi, og tí
vóna tey í Málfelagnum, at
Mentamálaráðið fer at taka
hetta upp í næstum.
Tað hevði helst frøtt V.
U. Hammershaimb á hans
ara 190 ára føðingardegi
25. mars, at tað finst eitt
aktivt
Málfelag
her
í
Føroyum, ið stríðist fyri at
geva føroyska móðurmáli
num alheims flog ikki við
læntum ella puristiskum
fjarðum, men við basis í tí
unikka
móðurmálsliga
svanaflogi, vit fingu frá
móðurbarmi, og sum vit øll
eru ábyrgdarar av, sigur
Regin Eikhólm.
Regin vil hava forfjónaðu
stavirnar í føroyska alfabetið
Jeepurin við
teirri serstøku
nummarplátuni –
og Regin Eikhólm,
sum stríðist fyri at
vinna forfjónaðu
bókstavunum
innivist aftur
í føroyska
stavraðnum
Mynd: Jens Kristian
Vang