mikudagur 25. mars 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 59 - 25. mars 2009
Startskotið til stóra
kjakið viðvíkjandi
byggi vinnu og
íslands sátt mála kom,
tá tað kom fram, at
íslendska TG-Verk
fekk uppgávuna at
umbyggja lands-
sjúkra húsið. Nú er
hetta arbeiði farið í
gongd
Landssjúkrahús
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Arbeiði,
sum
íslendska
TG-Verk bjóðaði seg at
gera, og nú er farið í gongd
við umfatar at endurnýggja
út síður nar og at skifta
tekju na á B-bygninginum á
lands sjúkra húsinum.
Tað er hægsti bygn ing ur-
in.
Tá lisitatiónin var liðug,
vísti tað seg, at TG-Verk
vóru tríggjar milliónir krón-
ur bíligari enn bíligasta før-
oyska tilboðið.
Hetta fekk fakfeløgini í
Før oyum á kók, og endin
varð, at vinnumálaráðið
sendi eitt rundskriv til allar
al men nar stovnar í Før-
oyum, um at lønardumping
ikki skal fara fram. Soleiðis
at skilja, at øll, sum gera
arbeiði fyri almennu Før-
oyar skulu fáa løn sambært
føroyskum sáttmálum.
Hetta var Sonja Jógvans-
dóttir úr samtaki ikki heilt
nøgd við, hóast tað hjálpir,
tí hon kundi hugsað sær, at
ein lóg var gjørd, heldur
enn eitt rundskriv.
TG-Verk
kundi
í
prinsippinum gjørt av at
nýta íslendskar lønir, tí
rund skrivið kom aftaná,
men fyritøkan boðaði frá,
at hon fór at lata lønir sam-
bært føroyskum sáttmálum,
hóast lønin í kreppurakta
Ís l andi er nógv lægri enn
løn in í Føroyum.
Nú er hetta arbeiði skotið
í gongd.
Júst byrjaðir
Oskar Gunnarsson, byggi-
frøð ing ur
hjá
TG-Verk,
greið ir frá, at teir júst er
byrjað ir at arbeiða.
- Higartil hava vit bara
sett lyftirnar upp, men
annars bíða vit bara eftir, at
sjúk lingarnir verða fluttir
og at fáa tilfarið, sum kemur
í mai. Eftir tað fara vit at
hava eini 20 fólk til arbeiðis,
og tað verða bæði før oy-
ing ar og íslendingar, sum
fara at arbeiða, greiðir hann
frá.
Oskar
Gunnarsson
legg ur afturat, at eftir ætlan
skulu teir arbeiða frá mai til
nov em bur og so aftur frá
mars til novembur í 2010.
- Men tað kann eisini
verða, at vit arbeiða víðari í
novem bur í ár, um tíðar-
ætlan in noyðir okkum til
tað, men enn er bara fýra
fólk til arbeiðis, so vit eru í
veru leikanum í eini bíði-
støðu,
staðfestir
byggi-
frøðing ur in.
Tá umfatandi um bygg-
ing in verður liðug, skal
arbeiði sambært tilboðnum
kosta umleið 27 milliónir
krón ur.
Umbyggingin á sjúkrahúsinum byrjað
Triði hvør banki hall
Ein uppgerð hjá danska bankafelagnum vísir, at av 20
teimum størstu bankunum í Danmark hevði triði hvør
hall í 2008. Tilsamans høvdu teir 20 bankarnir 23
milliardir krónur í avlopi, men tað talið var fyrst og
fremst Nordea fyri at takka, tí bankin hevði 25,5
milliardir í avlopi í fjør. Bankafelagið sigur, at úrslitið hjá
øllum 20 bankunum var sum heild meiri enn 60 prosent
verri enn í 2007, men felagið leggur afturat, at tað
veruliga úrslitið í 2008 var uppaftur verri, tí broyttar
roknskaparreglur gera, at virðið á obligasjónum kann
frystast ella leggjast oman á eginpeningin.
Funnu 3,5 tons av rúsevni
Myndugleikarnir í suðuramerikanska landinum Kolombia
hava lagt hald á 3,5 tons av rúsevninum kokain. Løgreglan
kom fram á rúevnið í havnarbýnum Buenaventura, og
hetta er tann størsti fongurin í Kolombia nakrantíð.
Kolombisku myndugleikarnir siga, at teir fingu frænir av
teirri stóru mongdini fyri nøkrum mánaðum síðani, men
kortini veit løgreglan ikki við vissu, hvør hevði savnað
rúsevnið, og tí er eingin tikin enn. Kolombia er heimsins
størsti kokainframleiðari, og tað mesta fer til USA og
Evropa.
Nú er íslendska TG-Verk
byrjað at umbyggja
landssjúkrahúsið, men enn
eru bara fýra fólk til arbeiðis,
tí felagið bíðar eftir tilfari og
at sjúklingarnir verða fluttir
Í samanleggingar-
sátt mála num hjá
Eystur kommunu er
eitt av punktunum,
at ráðhús skal vera
í Norðragøtu, men
hetta verður ikki fylgt
fyrr enn um trý ár
ráðhús
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Fyri tveimum vikum síðani
flutti øll umsitingin hjá
Eystur kommunu
inn
í
Brim borg við Gøtugjógv,
og har verður hon verandi í
trý ár.
Hetta samsvarar ikki við
saman leggingarsáttmálan í
Eystur kommunu, tí í henni
stend ur, at ráðhúsið skal
vera í Norðragøtu. Men tað
verð ur arbeitt við hesum
sátt mála broti.
- Vit hava sett ein arbeiðs-
bólk, sum skal kanna møgu-
leikarnar fyri einum nýggj-
um ráðhúsi í Norðragøtu.
Vit hava arbeitt við fleiri
møgu leikum. Ein er at hava
tað har uppi í bygdini, ein
er mitt í bygdini og ein er á
niðan fyri
fótbóltsvøllin,
greið ir Jóhan Christiansen,
borgar stjóri, frá. Hann veit
tó ikki at siga, júst nær
arbeiðs bólkurin skal koma
við tilmælinum, men hann
rokn ar við, at tað verður
áðr enn arbeiði við næstu
fíggjar lóg skal byrja.
- Vit hava leiga okkum
inn á Brimborg í trý ár, og
tá er ætlanin at flyta inn í
nýggja ráðhúsið, og hóast
tíðir n ar ikki eru so góðar,
so meta vit tað vera
realistiskt at byggja eitt
ráð hús fyri eina 10 milliónir
krón ur, sigur borgarstjórin.
Hann leggur afturat, at
sjálv andi má ein kommuna
hava eitt ráðhús.
- Tað er nokk ongin
komm una, sum ikki eigur
eitt hús at vera í, sigur
hann.
Eysturkommuna nýta 10 milliónir til ráðhús
Tað verður ikki fyrr enn um trý
ár, at høvuðssæti hjá Eystur-
kommunu verður í Norðragøtu