Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-25, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. mars 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 59 - 25. mars 2009 tíðindi Í hesum mánaðinum eru 50 ár síðan Barbie-dukkan sá dagsins ljós og gjørdist tann kendasta av øllum dukkum í heiminum. Hetta gera Fiat nakað burtur úr og hátíðarhalda føð ing ar dagin hjá Barbie við at koma á marknaðin við einum ljósareyðum Fiat 500, sum er gjørdur í sam- starvi við leikuverksmiðjuna Mattel. Bilurin varð presenteraður á sjálvum 50 ára føð ing ar- degn um hjá Barbie, tann 9. marts, við stórslignari rað- koyr ing gjøgnum miðbýin í Milano í Italia. Tórshavnar Sløkkilið ger í hes um døgum ein lastbil klár an til at senda sum gávu til eitt sløkkilið í Tirana, høvuðs staðnum í Albania. Talan er um ein fýra hjóls- drivnan Mercedes-Benz last bil frá 1964 við 6 syl. diesel motori og umleið 100 hk. Bilurin hevur verið í Før oy um seinastu 10 árini, hann var keyptur frá Bered- skabs styrelsen í Danmark í 1999. Kristján Eiriksson frá Tórs havn ar Sløkkiliði, sum hev ur staðið fyri at gera bil in kláran til at senda av landi num, sigur, at hóast bilur in er gamal, er hann í sera góðum standi. Kristján sig ur, at í sambandi við at gera bilin kláran hava teir fing ið sera góðan stuðul frá ein stak lingum og fyri- tøkum. Bilurin verður sendur til Dan markar, og tað er Dansk Inter natio nal Rednings For- en ing, sum tekur sær av at fáa hann til Albania. Felags- skapurin, sum varð stovn- að ur í 2003, hevur sum enda mál at hjálpa til við at etablera og uppbyggja brand- og bjarg ing ar tænast- ur í londum har stórur mang ul er á slíkum tænast- um. Fyrsta landið sum fær hjálp frá felagsskapinum er Albania, har stórur tørvur er á sløkkiútgerð. Barbie 50 ár: Fiat ynskir Barbie tillukku Brandbilur sum gáva til Albania SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 bilar undir Krákugjógv 19 · Tórshavn · tel 34 54 00 · fax 34 54 03 Okkum vantar bilar Vegna øktan eftirspurning uppá brúktar bilar í prísleguni upp til Kr. 50.000,- vantar okkum bilar frá Kr. 5.000,- til 50.000,- Vit hava góðar og lítið brúktar bilar at bjóða tykkum ístaðin. Úrvalið er stórt og vit bjóða góða fígging. Støkk inn á gólvið og lat okkum fáa eitt bilprát. Fiat 500 Barbie verður gjørdur í sambandi við at Barbie fyllir 50 ár Kristján Eiriksson frá Tórshavnar Sløkkiliði við bilinum sum skal sendast til Albania Mynd: Jens Kristian Vang